Fótbóltsferð 2. partur: Liverpool vs Chelsea á Hotel Amager
Eg og sonurin Mikal eru í løtuni í Danmark, seinni í vikuni gongur leiðin til London, har vit m.a. skulu hitta Didier Drogba, fara rundvísing á Stamford Bridge, fara til dyst millum AFC Liam vs Homies United FC og so sjálvandi til dystin millum Chelsea og Blackburn á Stamford Bridge.
Dysturin móti Liverpool á Anfield, var fyri nøkrum vikum síðan sæddur sum ein lykladystur, og tað er ikki langt síðan, at eg kannaði møguleikan fyri at flúgva úr Danmark til Liverpool, so eg kundi vera á Anfield, hetta eydnaðist til alla lukku ikki. Tí við ósigrinum á Newcastle gjørdist dysturin rættiliga líkagyldigur, og hetta sást eisini á uppstillingini til dystin:
22 Ross Turnbull
19 Paulo Ferreira
2 Branislav Ivanovic
26 John Terry (c)
34 Ryan Bertrand
5 Michael Essien
6 Oriol Romeu
15 Florent Malouda
7 Ramires
9 Fernando Torres
23 Daniel Sturridge
Subs: 40 Hilario, 27 Sam Hutchhinson, 3 Ashley Cole, 8 Frank Lampard, 10 Juan Mata. 21 Salomon Kalou, 18 Romelu Lukaku.
Bert tríggir leikarar, ið byrjaðu dystin móti Liverpool í FA Cup finaluni byrja inni, og sjálvt Petr Cech var spardur. Teir av leikarunum, sum mugu metast sum fyrsta val, vóru leikarar, ið eru leikbannaðir til Champions League finaluna. Eg hevði avtala við mín góða vin Trónd Bogason, at vit skuldu hyggja at dystinum saman á Hotel Amager.
Dysturin var somkið seint um kvøldið, byrjaði kl. 21. dk tíð. at eg ikki tók Mikal við mær. Hann var heima hjá mostrunum.
Eg møtti upp á Hotel Amager við einari vínkennning, og sat sum einasti Chelsea fjeppari og ræddist fyri, hvussu hetta skuldi ganga, tí har vóru so nógvir leikarar, ið vanliga ikki byrja inni. Men tað vísti seg, at eg heldur átti at óttast fyri teimum royndu leikarunum, tí hetta skuldi gerast kanska ringasti dystur hjá John Terry í Chelsea troyggjuni. Hann spældi ein ræðuligan dyst, har Liverpool leikarar skiftust um at gera tunnil millum beinini á honum.
Tað var pínufult at hyggja at, men sum eg greiddi einum hoverandi Liverpool fjeppara frá, so stendur FA – Cup steypið á Stamford Bridge, vit eru í Champions League finaluni, og hóast vit ikki enda í topp 4, kunnu vit enn sjálvir tryggja okkum Champions League fótbólt komandi ár. Liverpool harafturímóti liggur enn og kappast fyri at enda einum uppibornum 8. plássi.
Vónandi hevur hendan fótbóltsferðafrásøgnin verið líka stuttlig hjá tykkum at lesa, sum hon var at skriva hjá mær. Takk fyri hesa ferð, vit skrivast við 😉
Les fótbóltsferð 1: FCK vs OB í Parkini
Les fótbóltsferð 3: Í London
Les fótbóltsferð 4: Á stadion tourne
Les fótbóltsferð 5: Til dyst millum York City og Newport County
Les fótbóltsferð 6: Chelseatúrurin náddi sítt klimaks
Les fótbóltsferð 7: Heimafturkomin
5 thoughts on “Tá fótbóltur er pínufullur, má man hyggja at stóru myndini”