Millum komandi og verandi stjørnur á Stamford Bridge

Fótbóltsferð 3. partur: Í London

 

Eg og sonurin Mikal eru nú komnir til London, saman við trimum øðrum limum í Chelsea FC Føroyar, og túrurin er longu nú ein uppliving av teimum stóru. Vit hava bílagt túrin gjøgnum Chelsea, og hildu, at vit skuldu búgva yvirav stadion, men tað gera vit ikki, hotellið er bygt fast í stadion, og hetta merkja vit alt til.

 

Millum annað hava vit møtt øllum eykaliðnum í hotelbarrini har teir hittust. áðrenn Player of the year døgurðan, sum hevur verið í kvøld. Vit fingu heilsa uppá komandi stjørnur sum Lucas Piazon, Nathaniel Chalobah, Jamal Blackmann og Lewis Baker, og teir stillaðu fryntligir upp til myndatøku við okkum føroyingum.

 

Tá vit fóru útum, rendu vit okkum beint í leikarar á besta liðnum, ið vóru á veg til Player of the year dinner, flest allir koyrdu framvið í sínum sera dýru bilum, og vit sóu bæði venjarara og flest allar leikarar. Men Juan Mata, ið bleiv valdur til ársins leikara hjá Chelsea kom til fóts, saman við Oriol Romeo, Sam Hutchinsson og Ryan Bertrand, og eg fekk tikið í hondina á Mata, Hutchinsson og Bertrand, og teir báðir ungu onglendararnir stillaðu eisini upp til myndatøku við okkum.

 

Eftir ætlan skuldu vit hitta Didier Drogba í Chelsea Megastore í dag, men hann avlýsti vegna skaða, ið  hann hevur fingið, og sum kravdi viðgerð, meðan hann annars skuldið havt skrivað á troyggir. Hetta vóru vit sera skuffaðir av, tá vit flugu úr Keypmannahavn. Men tann upplivingin bliknaði afturímóti at møta øllum hesum leikarunum, og skuffilsi er heilt horvið.

 

Nátturðin bleiv etin á indisku matstovuni Kish Mish á Fulham Road, tætt við hotellið, og so gingu vit ein kvøldtúr eftir Fulham Road, áðrenn vit fóru at leggja okkum. Vit vaknaðu tó tíanverri alt ov skjótt aftur, tá onkur idiotur setti eldávaringina í gongd á hotellinum, men vit vóru ikki meira enn komin út á gøtuna, tá vit fingu boð um, at hetta var falskur alarmur.  Mikal er longu sovnaður aftur, men eg vaknaði ordiliga við, og skrivaði tí hetta.

 

Í morgin er stadion tour á skránni, eg gleði meg longu. Má heldur leggja meg nú.

 

Vónandi hevur hendan fótbóltsferðafrásøgnin verið líka stuttlig hjá tykkum at lesa, sum hon var at skriva hjá mær. Takk fyri hesa ferð, vit skrivast við 😉

 

Les fótbóltsferð 1: FCK vs OB í Parkini

Les fótbóltsferð 2: Liverpool vs Chelsea á Hotel Amager

Les fótbóltsferð 4: Á stadion tourne

Les fótbóltsferð 5: Til dyst millum York City og Newport County

Les fótbóltsferð 6: Chelseatúrurin náddi sítt klimaks

Les fótbóltsferð 7: Heimafturkomin

 

3 thoughts on “Millum komandi og verandi stjørnur á Stamford Bridge”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *