Dystarfrásøgn: HB-G U12 í Sandavági

Nú kom sólin endiliga, og tað var sostatt í fagrasta veðri, at HB U12   spældu tríggjar dystir í Sandavági seinnapartin í dag. Ein sigur móti B68 og ósigrar móti ávikavíst KÍ og 07 Vestur, sigur ikki alla søguna, tí HB liðið byrjar veruliga at vísa gott samanspæl, og spældi rættiliga væl stóran part av degnum.

KÍ 4 – HB 1

Í fyrsta dystinum, ið var móti sterkasta liðnum í bólkinum KÍ, var leingi javnt. Tá KÍ legði seg framum, mistu okkara dreingir ikki móti, og eitt gott kontraálop endaði við, at Mikal fekk bóltin í netið og javnaði.

 

HB løgdu út rættiliga defensivt í hesum dystinum, ivaleyst havandi í huga 6-0 tapið móti sama liðið seinast. Andrass í málinum hevði fleiri góða bjargingar.

Andrass var tryggur í málinum

Eftir, at HB hevði javnað gjørdist spælið heldur meira opið, og kundi fari báðar vegir, tó gjørdist tað KÍ, ið skoraði fyrst aftur, og tá KÍ stutt eftir gjørdi tað til 3-1, tóktust okkara dreingir at missa móti, og so fekk KÍ eitt fjórða mál eisini .

 

Støðan gjørdist ikki betur, tá ein KÍ pápi vísti seg frá síni keðiligu síðu, og byrjaði at rópa um, at teir vanliga smyrja HB av 6-0, og at teir tí skuldu skora fleiri ferðir. Keðiligt, tá tey vaksnu skulu ganga undan við tílíkum atburði.

 

Endaliga úrslitið bleiv tí 4-1. Men samanumtikið spældu okkara dreingir væl hendan dystin.

 

Dysturin móti 07 Vestur var javnari enn endaúrslitið ber boð um

07 Vestur 6 – HB 2

Vónirnar fyri dystin móti 07 Vestur vóru rættiliga góðar eftir góða spæli móti KÍ. Men tíanverri legði 07 Vestur seg beinanvegin á odda, og áðrenn okkara dreingir vóru komnir seg yvir skelkin, hevði 07 Vestur skora aftur. Bæði verja og málmaður tyktust at  missa pippið, og heilt skjótt vóru 07 Vestur frammanfyri 5-0. HB fann tó fótafestið aftur og tann altíð kempandi Andrias minkaði um munin til hálvleiksstøðuna 5-1.

 

Eftir steðgin var HB, sum hamskift og hevði nógv  av spælinum og fleiri heilt góðar møguleikar, ið við hepni kundu verið blivnir til mál.

 

Karsten minkaði um munin til 5-2 og okkara dreingir byrjaðu at trúgva uppá tað aftur. Teir kempaðu manniliga, men 07 Vestur verjan stóð væl, og í fleiri umførum var tað sera tætt við, at munurin minkaði enn meira.

 

Hitin og og harða stríðið byrjaði at síggjast aftur móti endanum á dystinum, og endaði tað við, at ein 07 Vestur leikari slapp gjøgnum verjuna og skoraði til endaúrslitið 6-2.

 

HB 5 – B68 3

Eftir ein lítlan drekkisteðg byrjaði dagsins seinasti dystur hjá F-liðnum. B68 hava eitt gott og sera fysiskt sterkt lið, men okkara dreingir hava áður víst, at teir klára at spæla upp ímóti teimum, og at teir ikki ræðast at fara inn í taklingar móti sjálvt teimum størstu B68 leikarunum.

 

Hetta var dysturin, ið vit frammanundan høvdu størst vón um, at fáa stig í, og tann vónin gjørdist uppaftur bjartari, tá Filip við einum góðum langskoti, legði okkum framum tíðliga í fyrra hálvleiki. Alt tyktist at rigga, og stutt eftir setti Hjarnar bóltin í netið, eftir eitt horna og eitt sindur av trunkaspæli frammanfyri B68 málið.

 

Levi skeyt tvey mál í dystinum móti B68

Levi vísti hvussu farligur hann er, tá hann skoraði til 3-0 í einum av nógvum fínum og vælspældum álopum. Bert góða spælið hjá B68 málverjanum tryggjaði, at munurin einans var 3-0 í hálvleikssteðginum.

 

B68 komu væl út til 2. hálvleik, og fingu spenning inn í dystin aftur, við at minka um munin til 3-1,. Hetta fekk HB piltarnar at royna at pressa uppaftur meira frameftir, fyri at skora eitt afturat, og hetta eydnaðist, tá Levi skoraði enn eitt mál. Men spælið frameftir lat tíanverri upp fyri kontraálopum hjá B68, og áðrenn vit vistu av, hevði B68 skora tveir ferð og minkað munin niður í eitt mál.

 

Andrias smekkar bóltin innfyri

Nøkur róp frá venjaranum seinni var stýr aftur á verjuni, og Andrias hevði skorað enn eitt frálíkt mál, Hóast tað leikaði javnt á restina av dystinum, var endastøðan ein uppiborin 5-3 sigur til HB.

 

Samanumtikið ein fínur dagur, ið vísti, at HB-G U12 kunnu spæla uppmóti øllum liðum, ið sínum bólki, og at hvørki KÍ ella 07 Vestur kunnu kenna seg trygg í øllum stigunum, næstu ferð tey møta HB.

 

HB-G U12 vóru í dag

Andrass, Filip, Magnus, Hjarnar, Karsten, Andrias, Mikal og Levi

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *