Bang Bang Bang – mær dámar at skjóta ting

Í dag fór Sendistovan í summarferiu, og vit starvsfólki brúktu seinnapartin til at hugna okkum saman, fyrst grillaðu vit og ótu ein lekran bita á parkeringsplássinum. Deiliga hugnaligt saman við mínum fittu starvsfeløgum.

 

bang bang bang, mynd sum Allan Dalsgarð hevur tikið av mær við dagsins potensforleingjara

 

Ein av okkara kundum Byrsumúli skipar fyri skjóting fyri fyritøkur og bólkar, so tá vit nú skuldu hugna okkum, so var tað upplagt hjá okkum at royna hetta tilboð.

Kl. 15.00 gekk leiðin inn á Sandvíkir, har Byrsumúli hevur skjótibreyt. Vit vóru 12, sum høvdu hildið okkum framat, og hóast eg kanska ikki var tann mest tendraði, tá vit koyrdu niðan til skjótibreytina, so má eg nú tey 25 skotini eru fýrd av viðganga, at tað er pissifeitt at skjóta ting.

 

Mín góði vinur og starvfelagi Niels pløkkar eina leirdúgvu, mynd sum Sissal hevur tikið av honum, og sum eg havi stolið frá hennara Facebook profili. Mest tí eingin av teimum, ið tóku myndir av mær við byrsu, hava lagt tær út enn.

Vit 12 raktu alt frá 0 til 15 leirdúgvur við teimum 25 skotunum, ið vit høvdu í part. Eg var við mínum 4 leirdúgvum neyvan størsta natúrtalentið, ið Byrsumúli hevur sæð. Men við byrsuni í hond og leirdúgvunum flúgvandi í luftini, so streyfaði tankin meg, hvat man ein byrsa kosta, tí hetta var so ótrúliga feitt.

 

Eg skal eisini viðganga, at eg spurdi skjótilæraran hjá Byrsumúla um prísir á byrsum, høglum og dúgvum, á veg niðan av skjótibreytini.

 

So vælvitandi um vandan fyri, at tað ljóðar, sum eg nú royni marknaðarføra mín kunda Byrsumúla, so fari eg at viðmæla fyritøkum og bólkum, um at taka eina løtu úr kalendaranum, og fara at skjóta eitt sindur, tí tað er pissifeitt.

 

Eg leggi faktiskt ikki í, um onkur av tykkum heldur meg hava skummil motivir, tí tað havi eg ikki. Fyri ordiliga at válga mær í hesum, so kunnu tit trýsta á hesa leinkjuna, um tit vilja bíleggja skjóting hjá Byrsumúla.

 

Bang, bang, bang.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published.