Øgilig øði á Hanusi Hansen í dag, Klaksvíksreiðarin skeldar í dag um revsingina, ið eitt av hansara skipum hevur fingið orsakað av ov nógvari hjáveiðu í makrelfiskiskapinum, skipið hevur tríggjar ferðir loyvdu nøgdina av sild, ja, eg skrivaði 3 ferðir! . Hann metur revsingina vera alt ov harða í mun til lógarbrotið. Eg haldi, at Hanus Hansen hevur misskilt okkara rættarskipan, um hann heldur, at revsingin skal kennast rímilig og akseptabul, og ikki fara ov langt uppum vinningin, ið man hevur av lógarbrotinum.
Eg skal siga beinanvegin, at eg ikki havi skil á fiskiskapi, gamaní, eg dugi væl at fanga síl, men eg havi ongantíð verið til skips, og tað eg veit um hjáveiðu, veit eg frá at hava spurt fólk.
Sum eg skilji, so fær man ov nógvan annan fisk, um man ikki er nærlagdur í hvussu man fiskar. Hetta hevur so tað avleiðing, at man yvirfiskar onnur fiskasløg, og hendan yvirfisking, má so takast av samlaðu kvotuni, tí annars fiska vit ov nógv sum tjóð og fáa trupulleikar við okkara fiskaríavtalum, og kunnu ikki kalla okkum burðardygg.
Av tí, at hetta er eitt rættiliga lætt lógarbrot at gera, og tí hetta kann hava sera stórar avleiðingar fyri okkum sum land, hevur man sett eina stranga revsing, har fiskiloyvið verður tikið frá skipum í eina tíð, um tey fremja hetta lógarbrotið.
Hetta skal noyða bátarnar at vísa størri nærlagni, og sostatt tryggja okkum, at vit sum tjóð ikki fáa trupulleikar við yvirfisking av ávísum sløgum. Hanus Hansen sigur við Vágaportalin, at heldur heldur hetta vera alt ov stóra revsing, kallar hetta dyggan smeit fyri peanuts. Hann sigur virðið á hjáveiðuna at vera 100.000 kr., og at hóskandi revsing hevði verið 100-300.000 kr. At hesin risareiðari, kallar ein fiskiskap, ið er 3 ferðir loyvda markið, fyri peanuts, vísir hvussu neyðugt tað er við einari strangari linju frá myndugleikunum.
Eg má bara staðfesta, at Hanus Hansen veit líka lítið um revsirætt, sum eg veit um fiskiskap. Vit revsa ikki fyri at fólk skulu fáa eina hóskandi hevnd fyri lógarbrot. Vit revsa, fyri at fólk ikki skulu gera lógarbrot. Eg eri vísur í, at Hanus Hansen og hansara menn, næstu ferð eru munandi meira nærlagdir, tá roynast skal eftir makreli, og hetta er tað, sum tað snýr seg um.
Eg havi áður skotið tað upp, og geri tað umaftur, lat hetta vera linjuna, tá tað snýr seg um ovurfisking av øllum slag.