Streymslit er slett ikki so galið

Havi júst havt 70 sera hugnaligar minuttir við synunum, sjálvt um døgurðaborðið sær óvanliga svansutt út, við rísi, majsi og ísi í rímiliga stórum mongdum, (tað er trupult at eta undir skýmligum umstøðum) so var hetta ein veruliga stuttligur døgurði, eingin skermur lokkaði, so dreingirnir sótu góðir og ótu, til teir vóru heilt mettir, og aftan á ótu vit nógvan ís, og so fortaldu vit søgur. Tann sum hevði lummalyktina fortaldi. Vit settu lummalyktina uppundir høkuna, so vit sóu eitt sindur ræðandi út, men fyri at teir smærru ikki skuldu blíva ov bangnir, so máttu søgurnar ikki vera ov ræðandi.

 

Nú er streymurin aftur, og tenn skulu bustast, so tað fari eg undir. Men tað er faktiskt nokkso hugnaligt við streymsliti av og á.

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *