Einans 10 føroysk miðlafólk tímdu at møta upp, tá teirra yrkisfelag Føroysk Miðlafólk setti etikk á dagskránna. Áhugin fyri etikki er opinbart ikki serliga stórur millum okkara miðlafólk.
Felagið Føroysk Miðlafólk skipaði leygardagin fyri temadagi um etikk í fjølmiðlunum, tað var norski serfrøðingurin og journalisturin Gunnar Bodahl-Johansen, ið var skeiðshaldari. Hann er royndur journalistur, undirvísari og fyrrverandi limur í norska etiska fjølmiðlaráðnum.
Dagurin var áhugaverdur, og skráin var spennandi, umframt fyrilestur um etiskar leiðreglur í fjølmiðlunum, varð arbeitt við ymiskum føroyskum fjølmiðlasøgum, ið hava verið á markinum fyri hvat er etiskt rætt ella skeivt.
Heftni, trúðvirði og útmeldingar á eitt nú sosialum miðlum varð somuleiðis viðgjørt, áðrenn Gunnar Bodahl-Johansen greiddi okkum frá, um hvussu miðlarnir dekkaðu terrorálopið 22. juli 2011 og um eftirspælið av hesum.
Alt í alt ein fínur dagur, men tað, sum skelkaði meg, var uppmøtingin. Hetta er eitt so týdningarmikið evni, og eitt evni, ið fjølmiðlafólk í Føroyum mugu vera serliga uppmerksom um, tí miðlarnir hjá okkum eru so sperdir fíggjarliga og sostatt við kvalifiseraðum ressoursum, at lætt er at missa prinsippini burt.
Dagurin var ókeypis fyri limir í Føroysk Miðlafólk, so tað er ófatiligt, at so fá luttóku. Kringvarpið átti seks av teimum tíggju, meðan hini arbeiddu á Dimmu og Sosialinum. Meðan einasti miðilin, ið sendi tíðindaleiðsluna var Sosialurin. Eingin av privatu netmiðlunum var umboðaður, hóast hesir eiga alsamt størri part av okkara tíðindaflutningi, og flest allir lýða av teoretiskum undirskoti.
Eg skal ikki døma um, hví so fá luttóku. Sjálvandi eru summi upptikin, men ein so vánalig uppmøting vísir, at etikkur veruliga ikki hevur nakran serligan áhuga hjá flestu føroysku miðlafólkum, og tað er fúl skomm.
One thought on “Etikkur hevur lítlan áhuga millum føroysk miðlafólk”