Eg haldi ikki, at Kringvarpið røkti sína uppgávu, sum public service stovnur í dag, tá Høgni Hoydal fyrrverandi fólkatingslimur og Dánjal Poulsen úr Føroyskt Ísraelskt vinarfelag skuldu lýsa støðuna millum Ísrael og Palestina. Nei, tað bestu lýsingina havi eg funnið í bókini Álvur og hermannapápin hjá Gunnillu Bergström
Kringvarpið royndi enn einaferð at lýsa stríðið í Ísrael og Palestina, og enn einaferð var holdningurin hjá Føroyskt Ísraelsk vinafelag tikin við, uttan stórvegis viðgerð, hetta hóast felagið byggir á tann heldur klikkaða holdningin, at vit hava ein guð, sum ger mismun á fólki og velur, at Ísraels fólk er tað útvalda fólki, og at tey tí ikki kunnu gera nakað galið, óansæð hvussu nógv palestinsk smábørn verða bumbaði sundur. Tað er ikki nóg gott, at hesin holdningur sleppur at vera framborin uttan kritiska viðger frá journalistinum.
Høgni Hoydal royndi at lýsa støðuna so objektivt, sum hann kláraði, men í og við, at hann er formaður fyri minst kristna flokkin í Føroyum sambært politisku landslagskrosskipanini, ið Sjúrður Højgaard mest sannlíkt gjørdi á sinni. So verður hansara trúvirði litað av hesum, serliga tá hann verður settur, sum mótpartur hjá einum andaligum ekstremisti.
Eg sakni serfrøðingarnar, tey sum kenna til støðuna frá einum objektivum sjónarhorni. Eg haldi, at hermannapápin í bókini Álvur og hermannapápin hjá Gunnillu Bergström lýsur bæði hetta stríðið og so nógv onnur stríð, so ótrúliga væl, so eg fari at loyva mær at sitera hann í týðingini hjá Niels Jákup Thomsen fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags. Álvur Ákason spyr pápa vinmann sín Hamdi, um hann ikki kann siga frá, um hvussu tað var at vera í kríggi, og hermannapápin svarar soleiðis:
– Tú mást skilja at kríggj, tað er so syndarligt, at tað ber ikki til at tosa um tað. Tað er ikki sum í filmi, har tey góðu vinna til síðst. Oftast er tað ruðuleiki. Hvør er vinur? Og hvør er fíggindi? Eitt ræðuligt óskil… Einasta, sum er vist, er: Tað eru tey, sum byggja upp og tey sum sorla niður. Tvey sløg. Tey eru altíð. Eisini millum fíggindarnar! Meira er ikki at siga. Tað ber ikki til at fortelja um kríggj.