Eg havi uttan iva sum flest onnur rættiliga góðan hug til at ilskast inn á Dia Midjord, nú hann hevur avtikið stóran part av sendiflatuni hjá útvarpinum, 3-2 og eina Dag og viku sending. Men eg kann tó ikki lata vera við at undrast yvir, at støðan kann vera vorðin so ring, sum hon er í dag. Hetta eigur Dia Midjord ikki allan heiðurin fyri.
Fyri at so nógv skal mangla í nú til síðst, má Annika Mittún hava stýrt óvanliga illa fyrra partin av árinum, kanska tí hon visti, at hon var á veg út gjøgnum hurðina, ella kanska valdi hon hurðina, tí hon sá hvar leiðin bar. Óansæð, er hetta ótrúliga vánaligt av henni. Stýrisformaðurin fyri Kringvarpið viðgekk, at eisini tey høvdu verið kunnaði um fíggjarstøðuna mána fyri mána.
Eg havi tí hug at spyrja, hvussu eitt stýri kann lata alt fara av sporinum, væl vitandi um hvat hendur. Hetta tykist sum nevndararbeiði á støði við gomlu Eik nevndina.
Men nú ljóðar Dia Midjord heilt ósekur, men tað er hann heldur ikki, hann hevur verið partur av stýrinum, so hann hevur sostatt sambært formanninum kent støðuna alla tíðina, men hevur einki gjørt við hana frá 1. august til nú um miðjan november. Hann segði sjálvur tá, at tað bar til at reka Kringvarpið við verandi fíggjarætlan.
Óansæð, er hetta so ótrúliga illa avstað farið, at eg hoyri fólk, sum ivast um hetta veruliga er kleyvarskapur.
Nógvar eru konspiratiónsteoriirnar, so sum, at samgongan ynskir at steðga kritisku fjølmiðlunum, og hevur brúkt politiskt setta stýrisformannin at tryggja hetta.
Ein onnur er, at Dia og stýrið hava latið staðið til, so tey kundu geva okkum sjokkviðgerð. So politiski myndugleikin skal kenna seg noyddan at hækkað játtanina ella Kringvarpsgjaldið.
Eg veit ikki hvussu og hvat, men helli meg til tað, at her er talan um kleyvarskap heldur enn gjøgnum spekuleraðar ætlanir.
Hetta er onkursvegna endin á einari tilgongd, Kringvarpið hevur dúvað uppá stovnsfæið, ella pengakassan hjá gamla útvarpinum, meðan man frá politiskari síðu ikki hevur vilja hækkað Kringvarpsgjaldið í fleiri ár, og ikki hevur vilja lagt tað umvegis skattin, og sett eina ordiliga upphædd á fíggjarlógina.
Nú eru uppsparingin brúkt, eftir øllum at døma av Anniku Mittún og stýrinum. Tí er Dia ein kroystur maður í dag. Men sum fyrrverandi limur í Kringvarpsstýrinum, so er hann eisini onkursvegna samsekur, tí hann sum stýrislimur, átti at havt steðga Anniku Mittún.