Jólakalendarin 6. desember – Dagsins gáva til tín

Í dag er kalendaragávan ikki so rúgvismikil í umfangi, men talan er um eina tí størstu løtuna í donskum filmsskatti. Tá slaktarin Eigil úr De Grønne Slagtere greiður frá um sínum serliga forholdi til yrkið sum pylsumakari. Klippið er bert 37 sekund, so njóti tað í síni dýrabæru heild.


 

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Jólanissi

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *