Rokka fyri góðum tokka

Jólakalendarin í dag verður brúktur til at gera vart við eitt frálíkt tiltak hetta komandi vikuskiftið, nemmiliga popp og rokk konsertina fyri Í menniskjum góður tokki, ið verður hildin í REX fríggjakvøldið og inn í leygarnáttina. Hetta er ein dupult gáva, eg bjóði tykkum til eina einastandandi mentanaruppliving, samstundis, sum tit kunnu hjálpa illa støddum føroyskum børnum at fáa eini serliga gleðilig jól.
Fríggjakvøldið 14. desember fara nøkur av fremstu popp og rokknøvnunum á pall, tá REX skipar fyri stuðulskonsert fyri í menniskjum góður tokki.
Rúni Djurhuus fyriskipari sigur, at konsertin í fjør var væleydna, og tí spurdi hann aftur í ár føroyskar tónleikarar, um teir vildu hjálpa við at geva illa støddum føroyskum børnum eini betri jól, og beinanvegin meldaðu fleiri bólkar og einstaklingar seg til.
Dyrnar lata upp kl. 21.00 og lata aftur kl . 4.00.
21.30 Signar í Homrum
22.00 Jens Marni
22.25 Hans Andrias Jacobsen
22.50 Lív Næs
23.15 Eyðun Nolsøe
23.40 Bárður á Lakjuni við bólki
00:05 Jákup Eli
00.30 Rebekka Petersen
01.00 MC-Hár
01.30 Petur Háberg við bólki
02.00 DJ heldur lív í náttini
Góðu fittu Nudlalesarar
Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.
Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.
Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.
Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.