Jólakalendarin – 13. desember – Dagsins gáva til tín

Seinastu nátt svav vætturin Sofus heima hjá okkum, hann býr í barnagarðinum hjá Tummasi, og skiftist at fara heim við børnunum. Í morgun komu vit upp til eitt øgiligt órudd og hetta brævið lá á til okkara:

 

11.-12. desember hjá Tummasi

Í nátt havi eg sovið heima hjá Tummas, á denn fest, eg havi næstan ikki fingið blund. Alla náttina hava eg og vættrarnir har heima dansa og hoppa, meðan vit hava lurtað eftir Gangnam Style.

Tað byrjaði annars friðarligt, pápi Tummas kom eftir okkum í barnagarðinum. Hann koyrdi okkum í SMS, eg slapp at bíða í bilinum, tað var so stuttligt, tí eg koyrdi tónleikin for frá, og so setti meg við róðrið og spældi, at eg var ein rasarakoyrari.  Tað var líka við, at eg ikki uppdagaði, at teir komu aftur, men í síðstu løtu fekk eg sløkt tónleikin og hoppa aftur á baksetrið.

Í bilinum heim hevði Tummas fingið ein ís, sum dryppaði nokkso illa, tá hann hugdi burt royndi eg at slikka droparnar upp, tað smakkaði so væl.

Heima hjá Tummas fingu vit nátturða, vit fingu pylsir, kips, kjøtfrikadellir og fiskafingrar, nokkso løgin blanding haldi eg, Men eg fekk tikið mær 3 fiskafingrar, tvær pylsur, eina kjøtfrikadellu og nógv kips, so var eg so stappandi mettur. Tað smakkaði væl, men ikki líka væl sum rísingreytur ger.

Kvøldið var hugnaligt. Tummas hevur tveir beiggjar: Mikal og Marius, teir eru ordiliga fittir og roksa nokkso illa.

Tá vit skuldu í song, so bleiv eg nokkso spentur, tí pápi teirra skuldi lesa fyri okkum úr Mín Jólabók, eg og Tummas skundaðu okkum uppá at lurta, men tá mundi eg doyð, tí Tummas hevði lagt meg í ein sekkjastól, og so kom pápi Tummas og setti seg á meg, og hann er ein ræðuliga tjúkkur maður, sum vigar minst eitt tons. Tað var so tungt, at eg helt eg bleiv flatur sum ein pannukøka.  Men heldigvís kom Tummas og bjargaði mær.

Tá øll vóru sovnaði fór eg inn til dinosaurin hjá Tummas, hann var voksin nokkso nógv frá seinast. Eg tordi ikki ordiliga at vera har, tí hann hugdi nokkso svangur at mær. so eg skundaði mær út úr tí kamarinum aftur, og rendi meg beint í tríggjar aðrar vættrar. Firvaldur og Árvakur, sum eg eisini heilsaði uppá í fjør, og so eina ordiliga stuttliga gentu, sum eitur Arghild.

Hon segði, at hon var systkinabarnið hjá Árvaki og Firvaldi, og vitjaði úr Íslandi, har sum hon annars býr. Tað var hon sum fann uppá, at vit skuldu halda fest.

Fyrst tók hon skógvarnar hjá pápa Tummas og fylti perlur í teir, og so hongdi hon teir upp í eina lampu.

Aftan á tóku vit allar púturnar úr sofunum hjá teimum, og løgdu tær í ein stóran bunka mitt á gólvinum, og so tendraðu vit iPaddin hjá Tummas og fóru á okkurt sum eitur youtube og funnu Gangnam Style. Arghild dugdi ordiliga væl við iPaddinum, so hon skrúvaði hart frá, og so hoppaðu vit oman á pútubunkanum, tað var ikki fyrr enn vit hoyrdu vekkarin hjá pápa Tummas vekka í morgun, at vit máttu gevast, og tá høvdu vit lurta eftir Gangnam Style minst 50 ferðir.

 

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.

Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *