Jólakalendarin – 14. desember – Dagsins gáva til tín

Í 1992 koyrdi eg ein túr út til Trónd Bogason, eg hevði júst fingið koyrikort. Tróndur var komin uppí MC-Hár um heystið í 1991, og vit høvdu eftir eina væleydnaða konsert í útvarpshøllini í februar 1992 fingið blóð uppá tonnina, og skrivaðu tónleik. Ætlanirnar vóru stórar, so føroysku tekstirnir vóru skiftir út við enskar, og eg og Tróndur arbeiddu við avíkavist tekst og lagskriving. Nú skuldi heimurin takast.

Á veg heim aftur eftir Landavegnum, umleið við krossin, komu orðini “Symphony of Irony, a crazy mans reality, symphony of irony an orgy in the sky” til mín. Eg var ikki meira enn komin inn gjøgnum dyrnar, tá eg ringdi til Trónd, og segði:

– kom vit gera eina rapp/rokk symphony, og kalla hana: Symphony of Irony!

Well vit fingu so í øllum førum eitt lag burturúr tí, sum vit framførdu fyrstu ferð á Tungmálmi 1992, við risakórið í munkakápum við okkum á pallin. Hetta lagið skuldið samstundis blíva tað fyrsta vit spældu inn, tað var á Rock í Føroyum fløguni, ið kom út í 1996. Lagð gjørdi ótrúliga nógv fyri okkara bólk, ið tá var nokkso gloymdur, og var orsøk til spennandi konserttilboð og enntá eisini til okkara fløguinnspæling, ið varð gjørd í 1997, og endaði við Framvegis uttan vit.

Jólakalendarin í dag, verður eitt youtubeklipp við lagnum, myndirnar eru frá ymiskum konsertum gjøgnum árini. Hóast tað eru 20 ár síðan vit skrivaðu lagið, so dámar mær tað enn.

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.

Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *