Jólakalendarin 15. desember – dagsins gáva til tín

Tigandi tala

 

Góða møt mær í mjørkanum

lat okkum leita eftir gleði í tí gráa

hoyra heiðafuglin ið vit ikki síggja

syngja orð ið vit ikki skilja

í mjørkanum

 

Eg vil hvíla í lynginum

í tí gráa, bleyta, váta

síggja seyð sum neyt

og eingi neyt

og føla támið kína mær um ennið

meðan eg kíni tær

liggjandi í mjørkanum

 

Kyss meg

lat varrarnar tala

ikki við orðum

men kossum

ið siga nógv meira enn orð

lat meg kyssa teg

í dag í mjørkanum

 

Mínar varrar móti tínum hvíta hálsi

tínum bróstum

tínum kroppi

ið rópar eftir kærleika

meðan eg kyssi hann

í mjørkanum

 

Legg teg í lyngin

og hoyr varrarnar tala

lýð á taluna

og lat kropparnar møtast

renna saman í eitt

við mjørkan

ið ballar okkum

á ferð til Nirvana

 

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *