Lippukassin – Myspace hevur strikað Høgna Lisberg

Tað var ein rættiliga ónøgdan Høgna Lisberg, sum eg fekk orð á. Myspace síðan hjá Høgna var uttan ávaring og uttan frágreiðing strikað av Myspace.

– Hetta er eitt ár av arbeiði, sum er mist. Eg havi brúkt síðuna sum mítt visitkort, og nú er alt arbeiðið burturi, greiddi Høgni frá.

Høgni hevur nú fingið endurstovnað síðuna, men teir 768 vinirnir, ið hann hevði á Myspace eru burturi, eins og tey frálíku hagtølini við 12.000 spældum løgum, eru burturi. Nógvir av vinunum vóru týdningarmikil sambond hjá føroyska trubadurinum.

 

Les greinina um tað ferðina, tá alnetið var ónt við Høgna Lisberg

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninu

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *