Nú sleppa vit at hótta hampafólk

biblianÍ dag kunngjørdi ákæruvaldið sambært útvarpinum, at tey ikki  fara at ákæra Sjúrð Højgaard fyri hóttanina ímóti Fuglafjarðaprestinum Anne Mette Clementsen.

Grundgevingin sambært útvarpinum var, at man ikki kundi ákæra hann, tí hann siteraði úr Bíbliuni.

Hetta sjálvt um Sjúrður blandar sitatið við gerandistalu og spesifikt nevnir navnið Anne Mette mitt inni í harðendasta partinum av sitatinum.

Eg vildi hildið, at ákæruvaldið við at staðfesta, at tað er í lagi at hótta, so leingið, sum tú siterar úr Bíbliuni, skapar eitt púra ørt precedens.

Serliga havandi í huga, at tú enntá kanst tillaga sitatini, og seta fólkanøvn inn, har sum onkur bíbilskur er nevndur, soleiðis sum Sjúrður ger.

Tekur tú t.d. Hoseas 14.1, “Samaria skal bøta fyri at hava sett seg upp móti Guði sínum, fyri svøri skulu tey falla, smábørn teirra skulu vera sora sundur, og kvinnurnar, ið eru við barn skulu vera kruvdar.” Her kann man nú broyta Samaria til onkran ávísan bólk, politiskan, átrúnarligan ella geografiskan, og sostatt fáa ein heilt ókeypis hóttan móti onkrum, ið man ikki dámar, uttan at ræðast avleiðingarnar.

1000 takk fyri ákæruvaldið, sum hetta landið bleiv nógv stuttligari at liva í, nú einhvør idiotur hevur fingið fríkort at hótta hampafólk.

Vit liva í einum samfelag, har lógin skal virka almenn preventiv, vit revsa sostatt ikki fyri at hevna okkum inn á ein illgerarmann ella illgerarkvinnu, men fyri at senda eitt signal til restina av okkum, um at tílíkt ikki verður góðtikið og er revsivert, fyri á tann hátt at tryggja okkum, at eingin annar ger hetta.

Tá ákæruvaldið so velur, at siga, at man ikki kann ákæra nakran fyri hóttanir, tá tær verða blandaðar inn í Bíbliuvers, so er signalið, til restina av okkum, at hetta slagið av lógarbrotum eru heilt í lagi, ja, hetta er almenn eggjan til Bíbliuhóttanir.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *