Eg havi í fleiri ár skrivað greinar um at legalisera rúsevni. Eg má eisini siga, at eg síggi onga orsøk til, at cannabis er ólógligt, tá vit samstundis loyva sølu av rúsdrekka. Alt hatta kunnu tit lesa meira um t.d. her.
Tí er nærliggjandi at halda, at eg eri hampafólk, og hóast eg stuðli legalisering av cannabis og yvirskipaðu 420 rørsluni, so havi eg sera torført við at góðtaka leistin, ið odda-hampafólkini leggja fyri dagin, og satt at siga tími eg illa, at vera eitt av hampafólkunum, tá tað nú er blivið til okkurt, ið líkist einum kriminellum felagsskapi.
Sum sagt, eg haldi, at rúsevni eisini cannabis skulu vera lóglig. Men hesi stuntini við, at Hallur Hjalgrímsson Djurhuus fer út og beinleiðis biður fólk bróta lógina, og at felagsskapurin nú boðar frá, at um eg meldi meg sum lim, so fái eg eitt cannabisfræ sendandi, er við til at flyta fokus frá veruliga málinum. Tað er harmiligt og skaðiligt fyri eina søk, ið eigur at vera so líkatil. Hetta merkir, at um eg meldi meg sum lim, og síðan eri opin um mín limaskap (eg eri altíð opin um mín limaskap í bólkum), so kann eg vænta, at løgreglan í næstum kemur at buka á mínar dyrð, tað er sku ikki kul mínir harrar og damur.
Kom og fái kjakið aftur á beint. Hampafólk haldi uppat við at eggja til lógarbrot, argumenteri fyri tykkara søk, tí hon er so greið!