Gandakendur Cohen í Kvívíkarkirkju

Í støðum var løtan gandakend, men alla tíðina hugnalig og vøkur, tá kirkuráðið í Kvívík og prestur Theodor Eli Dam Olsen bjóðaðu til Leonard Cohen kvøld í Kvívíkar kirkju nú fríggjakvøldið.

 

20130224-181208.jpgVit komu í kirkjuna næstan hálvan annan tíma áðrenn konsertina, tí vit vildu tryggja okkum pláss til hesa forkunnugu mentanaruppliving. Tað vísti seg at vera eitt gott hugskot, tí tá konsertin byrjaði kl. 20.30 var kirkjan á tremur við fólki. Hvørt pláss var tikið, og hóast stólar stóðu framvið øllum bonkunum og forkirkja og loft vóru á tremur, so kundi Heini Holm frá kirkjuráðnum boðað frá, at eini 100 fólk vórðu vend í hurðini. Hesi og onnur hava møguleika at uppliva konsertina, tá hon verður endurtikin í kvøld.

 

Heini Holm legði sjálvur fyri við at biðja inngongubøn, og henda bøn legði støðið fyri kvøldið. Eg veit meg ikki hava hoyrt eina betri inngangsbøn, so nærverandi og viðkomandi borna fram, at man kendi seg veruliga vælkomnan í kirkju. Tað sama kann sigast um útgongubønina hjá Heina, ið savnaði tiltakið upp, og á ein hugnaliga hátt sendi okkum heim uppfylt av tónleiki og eisini andaliga ríkari.

 

Millum inngongubøn og útgongubøn var kvøldið bygt upp við tónleiki og hugleiðingum, bólkurin legði fyri við frálíka Suzanne, og The Story of Isac, áðrenn Theodor Eli hugleiddi um tekstirnar hjá Cohen, andaligheitina í tekstunum og innihaldið. Framløgan var hugtakandi, vitug, men eisini stuttlig. Theodor er ein framúr forteljari og vitugur maður, og hann vísti stórt innlit í tekstheimin hjá Cohen.

 

Hanus G. Johansen, Edvard Nyholm Debes, Kim Hansen, Petra Iversen og Anna Maria Olsen skiftust at syngja og í besta Cohen stíl vóru kvinnuligu kórrøddirnar markantar í ljóðmyndini, og tað skal eingin ivi vera um, at songkvinnurnar stóðu fyri bestu avrikunum. Kórrøddirnar vóru forførandi og góvu songunum flog. Men besta løtan var tá Anna Maria Olsen sang eina so ófatiliga vakra útgávu av Hallelujah, at tárini trillaðu niður eftir nógvum kinnum. Anna Maria hevur øgiliga gott tak á sínari rødd og sang sangin við eini blandi av skroypiligheit og totalari kontrol, sum tyktist nærum gandakent.

 

Hvørki Hanus, Edvard ella Kim hava røddir, ið minna um Cohen, so teirra útleggingar av songunum blivu teirra egnu, og soleiðis skal tað eisini vera. Allar framførslurnar vóru tó inniligar. Hanus er tann av hesum, ið hevur sterkast karakter í røddini, og tí var tað eisini hann, ið sang flest sangir, og av mannfólkarøddunum eisini tann, ið hóskaði best til hendan tónleikin, ið vanliga verður sungin av sera markantu røddini hjá Cohen.

 

Lagavalið fór altíð at vera trupult, tá man hevur við ein listamann, sum Cohen at gera. Hann hevur verið virkin síðan miðskeiðis í sekstiárunum, so lagaskatturin er so stórur í vævi, at trupult er at velja út. Av teimum ellivu løgunum, ið tey spældu, vóru sjey av fyrstu útgávunum hjá Cohen, ið komu út í árunum 1967-71. Av hinum vóru trý av Various Positions frá 1984 og eitt av Dear Heather frá 2004.

 

Hetta merkti, at ikki ein sangur var av kanska trimum teimum sterkastu og nógv best dámdu útgávunum hjá Cohen, I’m your man, The Future og Ten New Songs. Hetta er uttan iva eitt tilvita val, men hvussu skilagott valið var, loyvi eg mær at ivast í. Hesar tríggjar útgávur eru á tremur við sangum, har samspælið millum røddina hjá Cohen og kórkvinnurnar er berandi. Meðan tað sama ikki kann sigast, um fleiri av songunum, ið tey valdu at spæla. Tá júst kórkvinnurnar vóru sterkasta pettið í hesum putlispælinum, var tað eitt sindur harmiligt.

 

Men tað sagt, so var tiltakið sera væleydna og styrkin í løgunum, gjørdi, at sjálvt tá onkur av meira ókendu løgunum vórðu spæld, sótu vit bergikin og lurtaðu.

 

Tílíkar kirkjukonsertir eru framúrskarandi, tí tær eru við til at geva kirkjunum relevanst í einum heimi, har andaligheitin ofta verður sett afturum okkara materiella trummirum. Stórt rós til prestar og kirkjuráð í Norðurstreymoy, ið skipað fyri tílíkum tiltøkum.

 

Bólkurin var mannaður av:
Hanus G. Johansen á gittara og sangi
Edvardi Nyholm Debes á kontrabassi, klokkuspæli og sangi
Kim Hansen á klaver og sangi
Petru Iversen á slagverki og sangi
og Annu Mariu Olsen á slagverki og sangi

 

Hesir sangir vórðu spældir á konsertini:

 

Útgáva: Songs of Leonard Cohen 1967
Suzanne
One of us cannot be wrong
So long Marianne

 

Útgáva: Songs from a Room 1969
The story of Isac
Bird on a wire
It seems so long ago Nancy

 

Útgáva: Songs of Love and Hate 1971
Famous blue raincoat

 

Útgáva: Various Positions 1984
If it be your will
Hallelujah
Dance me to the end of love

 

Útgáva: Dear Heather 2004
Undertow

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *