Fyrstu ferð, at vit í FUT nevndini sóu skálvíksbólkin Saxony var á eini Futti á Ferð konsert í Ungmannafelagshúsinum Virkinum á Sandi á vetri 2002.

Bólkurin spældi heimagjørdan tungmálm við íblástri frá fyrst og fremst Black Sabbath. Sangarin Jens Jón skarðaði framúr millum hinar sangararnar í Virkinum hetta kvøldið, og eg sjálvur og Jón Gaasedal sáli, vóru samdir um, at hetta var eitt navn, ið vit áttu at deila við restina av føroyingum. Saxony bleiv beinanvegin biðin um, at koma við til aðrar Futti á Ferð konsertir og spældi eisini á prestigufyltu Nýggjárskonsertini, har bara bestu og kendastu føroysku nøvnini sluppu at spæla. Tí var bólkurin sjálvskrivaður til skránna á Tungmálmi ’93.
Teir, ið mannaðu Saxony á Tungmálmi ’93 vóru Jens Jón Jakobsen, sang, Arngrím Jacobsen, gittar, Ragnvald Joensen, gittar, Leifur av Trøð Trondesen, bass og Janus Nicolajsen, trummur.
Í mars 1993 skipaði FUT fyri konsertini Tungmálmur ’93. Ein konsert við teimum bestu málms- og harðrokk bólkunum í Føroyum. Tungmálmur ’93 tók tráin upp eftir eftir Tungmálmi ’92, ið nakrir av harðaru føroysku bólkunum tóku stig til í 1992. Fyrsta árið vóru tað eg og Torkil Olsen, ið vóru høvuðsfyriskiparar, men av tí, at tiltakið ikki bar seg fyrsta árið, og tí eg var farin upp í nevndina á Føroya Undirhaldstónleikarafelag, FUT, so valdu vit at lata FUT yvirtaka tiltakið, ið hesaferð varð hildið í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Framførslan hjá Lisa Sær Dupult