Eg trýsti á valigu Facebook leinkjuna, skuldi lesa hvat Eiler Sørensen skrivar um The Road hjá Knút Háberg Eysturstein, men tað riggar ikki. Fyrsti tanki var: “er internetsambandi farið?” Men nei, Nudlar.net riggar, tó er hesin lítli rúturin undir hvørjari grein, ið sigur, at Facebook er horvið.
Tað man fara at ganga yvir sigur ein innara rødd, men so er tað hin røddin, ið sigur: Hvat nú, um Facebook er horvið? Hvat nú, um tað ikki kemur aftur? Hvat gera vit so?
Jú, jú sólin skínur, men er tað nokk, eg kann fara út á altanin at sóla mær, men um eg ikki fái eina uppringin, ein mail ella eitt sms, so verður telefonin kúrr.
Men til alla lukku, so kom Facebook aftur nú, ella er tað til alla lukku?