Eins og Tungmálmur ’92, endaði Tungmálmur ’93 við at tónleikarar úr øllum luttakandi bólkum fóru á pallin og framførdu Smoke on the Water, ikki var tað pent, og hugurin er bestur ikki at leggja tað út, men friður verði við tí.
Í mars 1993 skipaði FUT fyri konsertini Tungmálmur ’93. Ein konsert við teimum bestu málms- og harðrokk bólkunum í Føroyum. Tungmálmur ’93 tók tráin upp eftir eftir Tungmálmi ’92, ið nakrir av harðaru føroysku bólkunum tóku stig til í 1992. Fyrsta árið vóru tað eg og Torkil Olsen, ið vóru høvuðsfyriskiparar, men av tí, at tiltakið ikki bar seg fyrsta árið, og tí eg var farin upp í nevndina á Føroya Undirhaldstónleikarafelag, FUT, so valdu vit at lata FUT yvirtaka tiltakið, ið hesaferð varð hildið í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Framførslan hjá Lisa Sær Dupult