Tann dagin Chelsea gjørdist topplið í Onglandi

11. mai 2003 hættaðu tveir Chelsea fjepparar sær inn í Bowlinghøllina, har Liverpoolarar longu tá vanliga hittust at hyggja at dystum.

 

Hendan seinasta leikdagin á kappingarárinum var nógv uppá spæl: Liðið, ið vann dystin, fekk fjórða plássið og Champions League fótbólt árið eftir. Liðið, ið tapti skuldi spæla í UEFA cup.

 

Jesper Grønkjær var dagsins maður fyri Chelsea.
Jesper Grønkjær var dagsins maður fyri Chelsea.

Liverpool var tá eitt topplið, ið altíð kappaðist við um tey stuttligu plássini, meðan Champions League ikki var nakað, ið Chelsea var vant til. Tí fingu teir báðir Chelsea fjeppararnir eisini ilt í hjarta, tá Sami Hyppia í 11. minutti legði Liverpool á odda. Men pínan hvarv skjótt, tá Jesper Grønkjær ein minutt seinni legði bóltin innfyri til Marcel Desailley, ið skallaði bóltin í netið handan Dudek.

 

Tá Grønkjær í 26. minutti legði Chelsea á odda við einum framúrskarandi máli, vóru bert tvær jublandi røddir millum teir nógvu tigandi Liverpoolararnar.

 

Hesi málini vóru tey einastu í einum dysti har núverandi Liverpool liðskiparin Gerrard í seinna hálvleiki fekk seinna gula kortið, fyri eina heiladeyða takling móti Le Saux.

 

Søti sigurin gjørdi, at Chelsea við sínum Champions League plássið ein góðan mánað seinni varð keypt av Roman Abramovich og restin er søga.

 

Vit vóru tveir glaðir Chelsea fjepparar, ið fóru úr Bowlinghøllini hendan dagin, eg sjálvur og Heri Reynheim. Í morgin eru næstan 10 ár liðin síðan hendan dagin. Liverpool er ikki longur at rokna millum toppliðini í Onglandi, meðan Chelsea hevur sligið navn sítt fast, sum eitt av heimsins allar størstu fótbóltsfeløgum.

 

Hesi 10 árini hava vit uppliva ótrúliga nógvar góðar dystir millum Chelsea og Liverpool, og lítið er at ivast í, at dysturin í morgin verður intensur og spennandi, tí hetta er ikki bara ein dystur um stig, hetta er ein dystur um æru og heiður.

 

Eg gleði meg, til at fara niðan í Bowlinghøllina aftur í morgin. Eg vænti, at har verður munandi meira av reyðum liti enn bláum, men vónin er blá, og munnu vit ikki smíla meira enn tey reyðu, tá dysturin er av.

 

Her eru hæddarpunktini úr dystinum handan deiliga dagin í mai 2003.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *