Ein lítil túrur omaneftir minnisgøtuni, til sangin “Letters From a me”. Sangurin verður framførdur live á Jazzfestivalinum 1998. Onkur kennur hann ivaleyst frá føroysku útgávuni “Undrandi”, ið vit spældu á Prix Føroyum 2003.
Men tað er semja í MC-Hár um, at enska útgávan av sanginum er betri enn tann føroyska.
Framførslan er á Tórshavnar-, Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali í Norðurlandahúsinum 16. oktober 1998. Hetta var seinasta konsert har manningin av “Framvegis uttan vit” fløguni øll var á palli saman.
Hallur Thomsen filmaði og klipti. Ljóðgóðskan er farin nakað, tí hetta er tikið av einum heldur slitnum VHS bandi.
MC-Hár hetta kvøldið var:
Allan Mortensen, rapp
Niels Uni Dam, rapp
Tróndur Bogason, tangentar og sang
Torkil Olsen, gittar og sang
Jónas Bloch Danielsen, gittar
Heri Reynheim, bass
Petur Dalsgaard, trummur
Malan Eyðunsdóttir, sang
Katrin Olsen, sang
Ragnheiður B. Hansen, sang
Petur Jensen, skrál
Ólavur Olsen, trompet