Nú 10 ár eru fráliðin síðan seinastu ferð, at eg luttók í Prix Føroyum, so kann eg ikki annað enn gerast eitt sindur nostalgiskur. Hetta var samstundis eisini seinastu ferð, at Prix Føroyar bleiv skipa við einari stórari finalu í Norðurlandahúsinum. Í 2005 var Prix Føroyar ein lítil partur av stóra Atlantic Music Event sýnisglugganum.
Tað var ein ótrúliga mennandi og gevandi uppliving at luttaka í Prix Føroyum bæði í 1999 og í 2003, og sum blaðmaður í 2005.
Eg hugsi ofta, um hvat Prix Føroyar gjørdi við føroyska tónleikapallin. Men eisini, um, hvat ein tílík kapping hevði gjørt við tí talentmassa vit hava í dag. Har eru so nógv fólk, ið sita inni við strórum talentum, ið tey áttu at blivið motiveraði til at brúka.
Sjálvandi er alt tað upplagda, at sakna við Prixnum t.d.:
At eini 900 nýggj løg blivu skrivaði til Prixið, tey 10 árini tað var.
At nakrar av bestu mentanarsendingunum í Sjónvarpið hevur gjørt, vórðu gjørdar í sambandi við Prixið.
At vit sluppu at uppliva okkara fremstu talentir á palli í Norðurlandahúsinum.
At vit tónleikarar sluppu inn í stovurnar hjá nærum øllum føroyingum í gjøgnum Sjónvarpi og Útvarpið.
Men so er tað eisini spenningurin, kenslan rundanum og motivatiónin, ið vit øll fingu til at gera tónleik, fyri at kunna luttaka, vísa okkum fram fyri einum kvalifiseraðum dómarapaneli, fyri at blíva vigaði, og vónandi funnin nóg tung til at sleppa í Norðurlandahúsið, at luttaka í tí størsta showcase tiltakinum, ið vit høvdu.
Venjingarlegurnar, ið vit fóru á, áðrenn finalurnar vóru eisini ómetaliga góðar, og eisini gevandi. Well, all in all, so eri eg ómetaliga glaður fyri, at eg slapp at uppliva Prix Føroyar og vera partur av tí.
Eg haldi at í hesum sponsor tíðum, hevði verið framúr, um Kringvarpið og Norðurlandahúsið kannaðu møguleikan fyri at finna sponsorar til at gjalda fyri eitt nýtt Prix Føroyar, eitt við finalu í Sjónvarpi úr Norðurlandahúsinum. Við innleiðandi umførum, gjarna kring alt landið (tað var sku sjarmerandi), gjarna sent beinleiðis í útvarpið ella við simplari sjónvarpsstreaming (2-3 kamera) og finalu í Norðurlandahúsinum, undanumfarssjónvarpssendingar við Johan í Kollafirði ella Tróndi Vatnhamar, og annars bara bunkum av tónleiki.
Á Facebook er ein bólkur, ið vil hava prixið aftur á skrá, fari í hann so standa vit sterkari.