Seinasta árið hevur støðið á tí tilfarið, ið hemmiliga HUXA hevur latið úr hondum, verið á ótrúliga lágum støði. Bæði etiskt og í intellegensi. Eg skilji tí væl, hví Huxa hvørki á heimasíðuni ella á Facebook síðuni vísur hvør er í nevndini, eg hevði heldur ikki tora at staðið við tílík orð.
Eg eri satt at siga ikki so yvirraskaður yvir støðið. Meðan eg fegnist um politiskt ungdómsarbeiði sum heild, og haldi, at tað er sunt, at ungdómurin hevur hvassar meiningar, so havi eg trupult við at síggja nakað sunt í mátanum Fólkaflokkurin virkar, og Huxa er sum skitin úr Fólkaflokkinum. Tey slúka øllum rátt, ið teirra fólkarvaldu siga og gera, tað verið seg bæði av borgarligum slag, men eisini, tá talan er um vanliga vina- og kenningaavgerðir.
Nýggjasta lesarabrævið tekur tó gullheiðursmerkið innan politiska idioti.
Hesin ungdómsfelagaskapur brúkar hagtøl frá Hagstovuni, um at ójavnin eisini vaks fram til 2011, tá henda samgongan tók við, til at leggja eftir Tjóðveldinum og Javnaðarflokkinum og geva teimum skuldina fyri ójavnan.
Well Fólkaflokkurin hevur sitið í Landsstýrinum síðan 1996, líka burtursæð frá tí løtuni CHE samgongan sat, og undir minnilutasamgonguni upp til síðsta val. Tí er hetta tann flokkurin, sum í størstan mun eigur ábyrgd av alsamt vaksandi ójavnanum. Tað er nokk heldur eingin ivi um, at Fólkaflokkurin í sera stóran mun hevur verið tann flokkurin, ið hevur havt mest stýrandi leiklutin hetta tíðarskeiðið.
At Huxa kemur sær, at ákæra Tjóðveldi fyri nakað viðvíkjandi ójavnanum er burturvið. Tjóðveldi bleiv koyrt úr Landsstýrinum av júst Fólkaflokkinum í 2004, og burtursæð frá einari løtu í CHE samgonguni, hevur flokkurin ikki sitið við valdið síðan, og hevur tí neyvan stórvegis ávirkan á støðuna í dag.
Javnaðarflokkin kunnu tey nokk av røttum kritiseta, tí flokkurin undir Eidesgaard legði seg skerflatan fyri Fólkaflokkinum, og við m.a. asosialum skattalættum vóru teir við til at økja ójavnan. Men hetta var altso saman við móðurflokkinum hjá Huxa, sum tí kastar við steinum í einum vakstrarhúsið.
Verandi manning í Javnaðarflokkinum er nógv broytt síðan tá, og nýggjur formaður hevur leitt flokkin inn aftur á eina meira samhaldsfasta leið.
Tað er syrgiligt, at ung fólk fara upp í tílíkt sum Huxa, tílíkt ynskir man ikki fyri foreldur, ið vónandi hava gjørt sítt besta fyri at uppdraga síni børn.
Les nýggjasta asosiala sprellið hjá Huxa
Seinasta nevnd sum tordi at leggja navn til Huxa var tann frá 2011
(Eftir henda bloggin valdi Huxa at avdúka nøvnini á nevndarlimunum, alla virðing fyri tí)