Fríggjadagin undraðist eg á frávikið í hagtølunum á Vevlistanum hjá Klikk.fo og Vevmátingarlistanum hjá Gallup. Well ein nýggj vika og nýggj undran. Hagtølini fyri portal.fo og alt hitt eru enn líka ymisk á báðum listum, men nýtt er, at heimasíðan vev.fo opinbart er Føroya trið mest vitjaða heimasíða sambært Vevlistanum hjá Klikk.fo, og sambært hesum lista er hon næst ovast á listanum, um vit hyggja at vístum síðum, við 551.553 vístum síðum. Ella einari prosentvísari framgongd á 65.796,4%.
Vev.fo er ein síða, ið eg haldi meg hava hoyrt um onkuntíð áður, og sum eg eftir at hava sæð vevlistan havi vitja. Tað er Portal.fo biðilin, Knassar, ið eigur vev.fo. Hóast hon grafiskt sær nokkso grátilig út, so hevur hon feeds frá øðrum síðum, ið Knassar hava latið skipan til, sosum Norðlýsið, Kristin.fo, Skipini.fo og Trip.fo, umframt, at har eru Pokertíðindi og okkurt annað. Men, at 32.176 fólk skuldu havt vitja síðuna í síðstu viku, tað ljóðar heilt vilt.
Well, eg undrist víðari, til eg aftur síggi nýggj hagtøl, sum maðurin segði, livst so spyrst.
Fyrru greinina um føroysku vevhagtølini finna tit her