Ein sigur og tveir ósigrar

Nú er Dana Cup farið í gongd, og fyrsti dysturin hjá HB 2 er spældur. Fyrri hálvleikur var javnur, men týska liðið Olfen Sus 1 kom út sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki, meðan bakandi hitin ávirkaði okkara dreingir nógv, og tað skuldu ikki meira enn 3 minuttir av spæli til tíðliga í seinna hálvleiki fyri at Olfen Sus kom framum við trimum málum. Hóast HB kom við aftur spælmessiga, gjørdist 0-3 endastøðan.

HB 1 hevur júst vunnið sín dyst móti Pansdorff TSV 5-2. okkara dreingir spældu ein fínan dyst. Við góðum álopsspæli, men eisini Anton í málinum stýrdi verjuni við autoriteti. Hann hevði eisini fleiri góðar bjargingar. Málini hjá okkum vóru skotin í hesari raðfylgju av Dánjal, Sveinur, Símin, Sigmund og Dánjal.

Hepni var slett ikki við HB 3, tá teir taptu tepurt 0-1 móti Olfen Sus 2.

Dysturin var sera javnur og tað leikaði hart á frammanfyri bæði mál. Tíðliga í fyrra hálvleiki legði Olfen Sus seg á odda eftir at Olfen Sus vann bóltin á miðjuni.

Hóast okkara dreingir trýstu nógv seinastu løtuna, so kom útjavnandi málið ikki.

Leave a Reply

Your email address will not be published.