Kári tosaði ikki um flúgvandi bilar!

teleportkariEg taki frástøðu frá øllum tykkara illgitingum um, at landsstýrismaðurin í Innlendismálum tosaði um flúgvandi bilar í Degi og Viku í kvøld. Hesar gitingar  eru uttan iva fyri at seta Kára P. Højgaard í ringt ljós, nú hann kostar okkara landi nakrar milliardir. (Hvat eru nakrar milliardir millum spekulantvinir)

Tað átti at verið greitt fyri øll, at landsstýrismaðurin ikki tosaði um flúgvandi bilar ella nakað tílíkt tvætl. Kári tosaði sjálvandi um teleportering, ið allar Trekkies vita væl ber til longu nú, eins og vit hava sæð tað í øllum teimum ymisku Star Trek sendirøðunum. Go Kári! Gott at havi ein trekkie í landsstýrinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *