Pecha Kucha um tunlar, filmar, fjøll og muskuløsar homoerotiskar bankalýsingar

Myndin er frá Pecha Kucha hóskvøldið 5. september 2013. Hon er stolin av síðuni hjá Pecha Kucha Tórshavn.
Myndin er frá Pecha Kucha hóskvøldið 5. september 2013. Hon er stolin av síðuni hjá Pecha Kucha Tórshavn.

Eg kenni meg so deiliga mettan av upplivinginum eftir enn einaferð at hava verið til eitt Pecha Kucha kvøld í Tórshavn. 7 framløgur við sera ymiskum evnum, men sama formi og lagdar fram av sera ymiskum fólkum, Pecha Kucha Tórshavn og eldsálirnar Eyðun og Sissal eiga rós uppiborið fyri ikki bert at hava verið við til at sett á stovn Pecha Kucha Tórshavn, men eisini fyri at halda lív í tí, og geva okkum hesi fantastisku kvøldini.

 

Pecha Kucha hevur sín uppruna í Japan. Pecha Kucha merkir snik snakk á japanskum, hetta er ein patentera fyrilestrarskipan, har fyrilestrarhaldarin hevur 20 elementir, hetta er vanliga myndir í einari Powerpoint, ið hvør stendur frammi á skerminum í 20 sekund, og fyrilestrarhaldarin leggur fram, meðan myndirnar koyra. Øll framløgan varðar 6 minnutir og 40 sekund.

Framløgurnar í kvøld vóru allar sera áhugaverdar, og øll ið løgdu fram vístu eldhuga fyri sínum evnum og dugdu væl at greiða frá.

Kristina Christiansen greiddi frá um sínar pílagrímsferðir til Santiago de Compostela, Christa Reynheim vísti okkum teir goymdu skattirnir í Berlin, sum ferðabøkurnar ikki fortelja um, Óluva Zachariassen tók okkum við á ferð niðan í fjøllini, tá hon greiddi frá um  hvat motiverar hana at fara á øll 340 fjøllini í Føroyum og Frank Hansen, verkfrøðingur legði fram sína ætlan um samferðsluútbyggingar, ið ikki umfata ein Eysturoyartunnil, men spara norðoyingum líka nógv tíð at koma til Havnar.

Síðan var ein lítil steðgur, áðrenn Poul Clementsen greiddi frá um Projekt Østrøm, herundir eisini framtíðarætlanir. Sìðan greiddi Sakaris Stóra frá um at arbeiða við stuttfilmi í Føroyum. Áðrenn Eiler Fagraklett legði fram 20 slides við føroyskum lýsingar úr 20. øld, her var alt frá køliskápum til húsmóðurina, til kovboybuksir og homoerotiskar bankalýsingar frá 80’unum.

Hetta var annað offisiella Pecha Kucha kvøldið í ár, og í og við, at tey skulu skipa fyri fýra tiltøkum um árið, so verður longu Pecha Kucha aftur 24. oktober, tað gleði eg meg til. Vit skuldu heilsa tykkum øllum, at um tit hava okkurt uppá hjarta eru til vælkomin at bjóða tykkum fram, tí 8 fólk skulu leggja fram 24. oktober.

Vitjið Facebooksíðuna hjá Pecha Kucha Tórsahvn

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *