Kringvarpið hevur lagt út øll tølini frá veljarakanningini, og tað er sera áhugavert. Stutt sagt vísa nágreinaðu tølini ein veruligan frammaná til bæði løgmann og samgongu. Ikki færri enn 69% eru undir miðal nøgd við løgmann, og 75% eru undir miðal nøgd við samgonguna.
Tað er deiligt, at Kringvarpið gevur okkum innlit í tølini handan kanningina, tí har er nógv áhugavert, og tað sigur so ræðuliga nógv meira enn nøkur miðaltøl.
Serliga áhugavert er at síggja, hvussu fá eru væl nøgd við samgonguna og løgmann. Hetta er sigandi og átti at verið ræðandi fyri bæði Sambandsflokkin og Fólkaflokkin.
Bara 13% eru ordiliga væl nøgd við løgmann, meðan 20% eru beint yvir miðal nøgd.
Harafturímóti eru 39% sera misnøgd við løgmann, og 30% beint undir miðal nøgd.
Tað er eisini áhugavert, at ikki ein einasti av teimum atspurdu, 0%, helt samgonguna vera framúrskarandi. Og einans 6% eru ordiliga væl nøgd við hana, meðan 18% halda hana vera beint yvir miðal góða.
Harafturímóti eru 42% ordiliga illa nøgd, og 33% beint undir miðal nøgd.
(samanlagt eru tølini ikki presis 100%, men hetta eru avrundingarnar, ið gera tað)
Hesi úrslit høvdu uttan iva fingið flestu statsleiðarar at rist í buksunum. Men Kaj Leo sigur við Kringvarpið, at hann ætlar at finna seg í minnið og vera minnið hampiligur við andstøðuna.Veit hann veruliga ikki av, at hann hevur verið óhøviskur, arrogantur og sera lítið hampiligur seinastu tíðina?
Kanningin liggur á Kringvarp.fo trýst her fyri at síggja hana