Eg plagi at fegnast broytingar í politisku manningini. Tí ert tú ikki nøgdur við verandi manning, vel so onkran annan (gjarna okran betur), og tað er langt síðan, at eg havi verið væl nøgdur við nógvar av okkara politikarum.
Men seinasta valskeiðið hevur víst, at nógv av tí nýggja, ið er komið inn í Løgtingið, als ikki er vert at samla uppá.
Men tað er ikki bara í Løgtingum, at nýggju kustarnir feiga illa. Nú vil nýklakti býráðslimurin í Havn Tróndur Sigurðsson eisini vera við til at feigi skuffa.
Tróndur Sigurðsson proklamerar nú, at super átakið viå ókeypis busskoyring skal avtakast. Argumentini eru ikki heilt burturvið, men tey vísa eisini ein trupulleika við nýggju politikarunum, teir hava ikki altíð nøktandi vitan og evni til at skilja ymisku málini.
Hann vísir á, at bussleiðin er vorðin nógv dýrari at reka, enn hon var fyrr, og tí er neyðugt at taka pening fyri at koyra í bussunum. Kostnaðurin er sambært Trónda farin úr 9 milliónum í 2001, ið var nøkur ár áðrenn bussleiðin bleiv ókeypis, til 24 milliónir um árið nú. Tí heldur hann einastu loysn vera, at taka pening fyri bussleiðina aftur.
Áðrenn bussleiðin bleiv ókeypis kostaði tað 10 kr. pr. busstúr, og sambært Leivi Hansen fyrrverandi býráðslimi vóru inntøkurnar tá bert umleið 4 milliónir. Tvs. at rakstrarkostnaðurin hevur ligið á 9 milliónum + 4 milliónum ella umleið 13 milliónir í mund itl 24 milliónir í dag.
Sostatt er eykakostnaðurin, ið ókeypis bussleiðin gav okkum tær 4 milliónirnar, ið vit tá fingu inn.
Skulu vit seta kostnað á ferðaseðlarnar eru nógv atlit at taka, billetmaskinur skulu keypast, fólk skal setast at umsita inntøkurnar og allar ferðaætlanir skulu broytast til eyka tíðina, ið tað tekur, tá fólk skal rinda ferðaseðil við hvørt steðgistað, hetta merkir longri tíð pr. túr, og fleiri arbeiðstímar til bussførarar.
Skal tað geva nakra meining at hava gjald fyri ferðingina, má tað vera markant hægrið enn tað var fyrru ferðina, tvs minst 20 kr. pr túr, tað loysir seg simpulten ov illa at krevja eina 10 kr. inn. Eru vit super optimistisk frá vit 6-7 milliónir inn í inntøkum fyri bussleiðina.
Eins og ókeypis bussleiðin økti talið av fólki, ið valdu bussin framum bilin, so fer gjaldsleisturin at hava øvugta avleiðing, og vit skulu tí rokna við meira sliti av okkara vegum. Hetta er ikki gott fyri umhvørvið, men kostar eisini pening í viðlíkahaldi av vegunum. Samstundis sum bussleiðin í besta falli kemur at kosta 17-18 milliónir um árið, ístaðin fyri 24 milliónir.
Oman á tað heila verður hetta steinur oman á byrðu hjá okkara veikast stillaðu familjum, ið ikki hava ráð at koyra børn síni til frítíðarítriv og í skúla við bili. Hesar familjur fáa enn eina útreiðslu til sín longu frammanundan hart sperda økonomi.
Jú gamaní, vit kunnu kanska fíggja ein fjórðing ella ein triðing av bussleiðini við brúkaragjaldi. Men tað verður ein tænasta, ið nógv færri fara at brúka, og enn ein byrða omana á herðarnar hjá okkara veikastu borgarum. Tað er fanime ikki góður javnaðarpolitikkur. Henda kustin kundi eg hugsa mær at sett í skápið aftur.