Sat her við dreingjunum og hugdi at Chuck á Netflix, eitt av okkara yndisítrivum at gera saman, men so við eitt, steðgaði parturin 6 minuttir og 32 sekund inni í 2. parti í 4. sesong.
Eg helt, okkurt vera galið við Netflix og royndi at sløkkja, men einki hjálpti, so sløkti eg Apple TV, einki hjálpti, tá varnaðist eg reyða ljósið á rootaranum. Sløkti rootaran, men einki hjálpti. Tá varnaðist eg nakað ræðandi, 3G riggaði heldur ikki.
Eg var við øðrum orðum heilt offline.
Eina løtu seinni var 3G aftur.
So var wi-fi eisini aftur, Vit hugdu víðari at Chuck, komu til 7 minuttir og 10 sekund, tá wi-fi aftur var vekk.
So var 3G eisini aftur vekk.
Eg var aftur offiline.
At døma eftir, at hetta nú er komið á bloggin hjá mær, so er wi-fi komið aftur og lívið heldur á.