Hetjur detta eisini …

… og tað er ikki altíð at tær klára at reisa seg aftur. Mín vón er, at ein av mínum størstu ítróttarhetjum Michael Schumacher fer at vinna sín størsta sigur, sigurin á deyðanum og avlamni.

 

Michael Schumacher feirar ein sigur, vónandi sleppa vit øll at feira hansara næsta sigur.
Michael Schumacher feirar ein sigur, vónandi sleppa vit øll at feira hansara næsta sigur.

Sjeyfaldi heimsmeistarin og mest vinnandi formil 1 koyrarin nakrantíð Michael Schumacher liggur nú í koma og stríðist fyri lívi sínum. Hann er ikki einans tann mest vinnandi formil 1 koyrarin, hann er nokk tann ítróttarmaðurin, ið eg havi fjeppast mest uppi í, og tað kennist púra ørt, at hann nú liggur við álvarsligum heilaskaða eftir eitt skíóhapp.

 

Tað kennist sum lagnunnar vemmiligasta speisemi, at hann nú skal stríðast fyri lívi og førleikum, tí hann er dottin ár skí. Hetta er ein maður, ið hevur havt eitt somikið vandamikið arbeiði, sum formil 1 koyrari nú einaferð er, ella í øllum førum var fyrst í 90’unum, tá hann byrjaði.

 

Men tað er kanska ikki so undarligt, tí Schumacher er ítróttarmaður um ein háls. Hann elskar rasarakoyring frá gokarti til formil 1, hann elskar fótbólt og elskar at standa á skí.

 

Hann er kendur, sum sera dugnaligur á skí og eigur eina smáttu beint við staðið, har hann datt sunnudagin. Um vit skulu vera erlig, so hevur hann neyvan ræðst høga ferð, tá hann hevur staðið á skí.

 

Mínir tankar eru við familjuni, ikki minst soninum, ið sum skilst var við pápa sínum, tá óhappið hendi. Eg vóni, at Michael Schumacher kemur fyri seg aftur, og fær nógv góð ár við familju sínari.

 

Eg byrjaði at hyggja at formil 1 seint í 80’árunum. Alain Prost og Ayrton Senna stríddust ofta meira enn gott var, og tað var óluksáliga spennandi. Serliga, tá teir í hvør sínum McLaren bili stríddust eitt eljustríð. Eg helt við professaranum, Alain Prost, kanska mest tí, at tað gjørdi beiggi mín eisini. Boðini frá Janus vóru greið, hasin Senna er skítsvakur, so halt tú við Prost. Tað gjørdi eg so.

 

Tá Alain Prost nøkur ár eftir helt eitt sabbath ár úr formil 1 fyrst í 90’árunum, var ein nýggjur maður farin at gera um seg. Ungi Jordan koyrarin Michael Schumacher gjørdi beinanvegin inntrykk, fyrstu ferð eg sá hann koyra. Tá hann so skifti til Benetton og byrjaði at vísa tenn, visti eg, at hetta var maðurin, ið eg fór at halda við. Tað skuldi gerast eitt gott val, tí hann gav mær nógvar gleðiligar sigrar.

 

Eg fylgdi honum í Benetton og í Ferrari. Og minnist eg enn tíðindafundin eftir koyringina í Monza í 2006, tá hann boðaði frá, at hann fór at gevast í formil 1. Sigurin í Monza legði hann væl fyri at vinna 8. meistaraheitið. Men trupulleikar í tveimum teimum seinastu koyringinunum gjørdu hetta ómøguligt, og høvuðsfíggindin hjá flestu Ferrari fjepparum um tað mundið, Fernando Alonso vann meistaraheitið, nakað, ið ikki gjørdi hann betri dámdan av okkum.

 

Schumacher segði tá, at hann kendi, at hetta var rætta løtan at gevast. At tey 30 árini, ið hann hevur verið í motorítróttinum, høvdu verið heilt serlig fyri hann. Og at hann hevði elska hvørja løtu, bæði tær góðu og tær ringu.

 

Well, tað gingu nøkur ár, og í 2010 byrjaði hann aftur, hesaferð í Mercedes. Hetta var ikki eitt gott hugskot, og hann gjørdist ongantíð aftur tann koyrarin, ið hann hevði verið. Um tað var aldur, bilurin ella okkurt annað veit eg ikki, men úrslitini komu ikki, og í 2012 gavst hann aftur, hesaferð fyri well.

 

Formil 1 hevur ikki verið tað sama fyri meg, síðan Michael Schumacher gavst, og tá Ferrari liðið nøkur ár seinni setti arvafíggindan Alonso í starv, so misti eg nógv av huginum fyri hesum slagi av rasarakoyring.

 

Michael Schumacher var í sínari tíð meira enn nakar annar ímyndin av formil 1. Hann var í formil 1 í 18 ár, harav 11 kappingarár hjá Ferrari.

 

Michael Schumacher heldur nærum øllum metum í ítróttinum, frá 7 koyrara heimsmeistaraheitum, luttøku í at vinna 7 liðmeistaraheiti, 91 sigrum, 68 fyrstu byrjunarstøðum, 77 skjótastu umførum, flest meistaraheiti á rað 5 í 2000-2004, flest sigrar eitt kappingarár 13 í 2002 og alt møguligt annað.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *