Lippukassin: Etikkur hevur lítlan áhuga millum føroysk miðlafólk

etikkurEinans 10 føroysk miðlafólk tímdu at møta upp, tá teirra yrkisfelag Føroysk Miðlafólk setti etikk á dagskránna. Áhugin fyri etikki er opinbart ikki serliga stórur millum okkara miðlafólk.

Tað var alt í alt ein fínur dagur, men tað, sum skelkaði meg, var uppmøtingin. Hetta er eitt so týdningarmikið evni, og eitt evni, ið fjølmiðlafólk í Føroyum mugu vera serliga uppmerksom um, tí miðlarnir hjá okkum eru so sperdir fíggjarliga og  sostatt við kvalifiseraðum ressoursum, at lætt er at missa prinsippini burt.

Dagurin var ókeypis fyri limir í Føroysk Miðlafólk, so tað er ófatiligt, at so fá luttóku. Kringvarpið  átti  seks av teimum tíggju, meðan hini arbeiddu á Dimmu og Sosialinum. Meðan einasti miðilin, ið sendi tíðindaleiðsluna var Sosialurin.

 

Bloggur, ið eg skrivaði eftir tiltak hjá felagnum føroysk miðlafólk í oktober 2012. Greinin gjørdist serliga aktuell aftur í morgun, tá hetta tiltakið varð nevnt í kjakið millum Liljuna Weihe tíðindaleiðara í Kringvarpinum og Ingrid Bjarnastein forkvinnu í Føroysk Miðlafólk. Tað var fúl skomm at hoyra tíðindaleiðaran í Kringvarpinum loypa á Felagið Føroysk Miðlafólk, fyri at duga illa at leggja skeið hjá sær, tí at hon ikki kundi luttaka á tílíkum skeiði kl. 10 ein leygardag, tí hon hevur børn. Mær vitandi hevur hon tvey børn, eg havi fýra og fann mær tíð at luttaka. Um tíðindaleðarin hevði nakran áhuga í etikki møtti hon upp, tí m.a. fleiri av hennara tíðindasøgum vóru gjøgnumgingnar. Les allan bloggin her

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *