Eg vil ordiliga fegin í betri form, tað er ein góð kensla, at orka væl, og fyri fyrstu ferð í mínum lívið, havi eg fingið ein lítlan búk.
So ætlanin í ár hevur verið at koma ordiliga í gongd við at renna. Tí proklameraði eg fyri nøkrum mánaðum síðan, at nú skuldi rennast 3 ferðir um vikuna, og lovaði eisini, at mín renniloggur skuldi í gongd aftur.
Well, eg havi runnið nakrar túrar í ár 13 tilsamans, og onkur renniloggur er eisini komin burturúr. Men veður, arbeiði og leti hava forða mær.
Men í morgun lá fyri, so eg fór í renniskógvarnar og ein stuttan túr út móti Glyvursnesi.
Kendist deiligt, tí hóast tað var yvirskíggja, so var rættiliga stilt og lýtt . Eg rann út til brunnin og aftur, tað er beint yvir 3 km, so tað er super.
Í oyrunum hevði eg playlistan “Føroyski Superlistin”, ið er ein langur listi, har eg havi savna tað besta innan føroyskan tónleik.
Tónleikurin:
Eivør – Í Gøtu ein dag
Faroe 5 – Tú fert altíð at vera har
Páll Finnur Páll – Viðurkenning
Páll Finnur Páll – Havsins Ríki
MC-Hár – Sangurin um orð, tøl og tøs.