Eg haldi, at tað er eitt sindur synd í løgmanni. Hann veit væl, at við at stuðla Jørgen í tollmálinum, so skaðar hann sítt trúvirði uppaftur meira, og styggir uppaftur fleiri sambandsveljarar frá sær.
Sambandsveljarin er í stóran mun hampafólk, og hevur tí ikki líka lætt, sum fólkafloksveljarin, við at góðtaka tílíkan atburð frá einum landsstýrismanni.
Men samstundis trúgvi eg veruliga ikki , at Kaj Leo sjálvur heldur, at Jørgen skal frá. Hetta er eitt gamalt mál, og hann var nokkso virkisfúsur, raskur og alt hatta har, og tað gerst ikki við, um hann leyg í januar, hann leyg um okkurt gamalt.
Trupulleikin er, at Kaj Leo als ikki skilur størra problematikkin við áliti á politisku skipanina. Hann sigur sjálvur við in.fo í dag, at inflasjón er farin í orðið “álit”. Áhugavert poeng, ið sigur meira um løgmann enn um hetta málið.
Samstundis byrja sambandstingmenn (ja, higartil bara menn) at vísa tenn. Hetta eru tingmenn, sum skilja problematikkin við áliti, og eisini vita, hvat hetta ger við teirra flokk og teirra veljarar.
Helgi Abrahamsen, ið eg ikki eri samdur við í nógvum málum, men sum tykist at vera ein maður drivnin av sannføringum heldur enn valdsgreði, segði tað sera væl við Kringvarpið í gjár:
“Í longdini verður tað keðiligt at dálka sær fingrarnar við at vaska øðrum. Tað vilja vit ikki standa model til í longdini”.
Hetta er Helgi neyvan øssemallur um at halda. Eitt nú hevur býráðslimurin Anfinn Brekkstein umleið somu fatan, og Lisbeth L. Petersen, nevndi hetta málið, sum eitt av teimum, ið fekk fyrrverandi løgmanskandidatin hjá Sambandinum at melda seg úr flokkinum.
Kaj Leo veit eisini, at koyrir hann Jørgen heim, so setur Fólkaflokkurin ivaleyst fram misálit á Løgmann. Jørgen stendur so eftir sum pínslaváttur, júst sum Kallsberg gjørdi, tá hann varð fangaður í kreativari bókføring. Og tað einasta sum fólkafloksfólk dáma betur enn virkisfýsni, eru pínslaváttar.
Sambandsflokkurin og serliga Kaj Leo stendur harafturímóti uppaftur veikari. Tí flokkurin skal út til eitt val, við sera lágari undirtøku og eftir at hava ført fólkaflokspolitikk í nógv harrans ár.
Nei, tað er ikki nemt at vera Kaj. Men við eini løgmansløn, so nýtist starvið heldur ikki at vera nemt, og í síðsta enda er tað Kaj, sum bestemmar. Men fyri Helga, Bárð, Jóhan, Reimund og Eivin, umframt møguliga onkran annan, sum skilur problematikkin til fulnar, so er hetta sku ikki serliga nemt.
Hvat skulu tey gera, kunnu tey bukka seg niður enn einaferð, og kunnu tey fara til val, við Kaj Leo sum frontfiguri, ella er hetta síðsti dropin, ið ger hann ov dálkaðan til at vera oddamaður fyri ein hampiligan flokk, ein flokk sum ikki longur orkar at dálka sær fingrarnar av at vaska øðrum.
One thought on “Einki nemt at vera Kaj”