Hvat er hetta fyri klukka

Eg var úti og leitaði eftir feskari føði til mín skeggdreka, og fann nakrar klukkur, tær flestu vanliga stödd, men tvær vorú nógv størri og ekstremt aggressivar. Á myndini síggja tit aðra saman við eini vanligari klukku.

20140801-121414-44054529.jpg

Eg meti, at stóru klukkurnar vóru yvir 2 cm til longdar, akkurát til pass hjá einum svongum fýrbeini. Men nógv størri enn nakað, ið eg fann undir nøkrum av teimum nógvu hundra steinunum, ið eg lyfti, tá eg sum smádrongur leitaði eftir maðkum til agn.

Hvat er hetta fyri ein klukka?

Eg sá eina tílíka klukku berjast við ein snigik fyri nøkrum árum síðan, eru tær kjøtetandi?

20140801-121511-44111985.jpg

Leave a Reply

Your email address will not be published.