Jólakalendarin 4. desember – dagsins gáva til tín

IMG_2737.JPG

 

Gleðiligan 4. desember. Eg lesi í løtuni bókina Here Comes Trouble – The making of an american agitator. Hetta er ein sjálvbiografisk bók, um ungu dagarnar hjá dokumentarfilmmakaranum Michael Moore. Dagsins kalendaragáva er fyrst og fremst eitt viðmæli, um at tit ogna tykkum hesa frálíku bók. Men gávan er eisini fyrsta síðan í bókini, har Michael leggur premissirnar fyri bókina:

IMG_2738.JPG

 

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Jólanissi

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *