Mín kalendaragáva til tykkum í kvøld er sangurin, ið Sirkus All Stars spældi inn fyri nøkrum árum síðan. Eg havi ikki hoyrt hann í ár, og helt tað var vert at finna hann fram til tykkum aftur.
Sirkus All Stars – Jól for fanin
Í salari jóla peppan uppfordraðu Sunneva Háberg Eysturstein og Joel Briem fyri tveimum árum síðan teir báðar Benjamin Petersen g og Vetur Jólson at gera eitt jóla lag til Sirkus. Hetta var áðrenn AVE var á skránni, men skal nokk í dagsins ljósi, síggjast sum eitt AVE preludium.
2 dagar eftir inniligu áheitanina i fóru Benjamin og Vetur og keyptu sær ein pakka av pipparnøtum og skrivaðu hetta lag.
Við sær høvdu teir nakrar av bestu song røddum í Føroyum.
Hans Marius Ziska, Rebekku Petersen, Lisu Í Dali Bárð Næs Lyon Hansen Pætur Zachariasson og Finn Koba
Góðu fittu Nudlalesarar
Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.
Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.
Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.
Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.
Jólanissi