Nógvir og fjølbroyttir eru jólasangirnir. Í dag fáa tit eitt sindur av reinum jólahugna Ceelo style til tykkum úr kalendaranum í dag.
Góðu fittu Nudlalesarar
Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.
Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.
Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.
Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.
Jólanissi