Jólakalendarin 21. desember – dagsins gáva til tín

Nakað av tí besta sjónvarpi, ið er gjørt er í Føroyum eru frálíku matsendingarnar hjá Gutta Winther, Spískamarið. Man fær hug at búgva í hesum landinum, tá man sær tær.

Nú jólini í so stóran mun snúgva seg um mat fyri nógv av okkum, er tað upplagt at Spískamarið skal vera millum kalendaragávurnar.

Á heimasíðuni spiskamarid.com ber til at síggja ella endursíggja Gutta fegnast um føroyskar rávørur og annars spjaða jaligar kenslur.

Í løtuni liggja 7 sendingar úti, men seinni koma allar 18 sendingar at liggja her.

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

Jólanissi

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *