Aftur í dag mundi tað gingið galið, tá eg setti sonin av við Skúlan á Argjahamri. Eitt foreldur, ið føldi at barn teirra ikki tolir at ganga nakrar metrar í regndropum, mundi bakka á Tummas, tá hann í regninum rann úr bilinum hjá mær inn í skúlan, lukkutíð var Tummas uppmerksamur og steðgaði fyri bilinum, ið nærum bakkaði í blindum.
Nakrar minuttir seinni koyrdi eg so framvið næstu deyðsfelluni, ið eg møti dagliga, avbrotnu gongubreytini millum Glasir og Bónus. Í morgun var tó eingin, ið leyp út fyri bilin her, so hóast fóturin var klárur á bremsuni, so slapp eg undan at traðka á hana – hesaferð.
Eg seti vanliga synirnar av á ávikavist Argjahamri og Glasi á veg til arbeiðis. Tað gera nógv onnur eisini, tí er ferðslan nógv kring báðar skúlar. Men hóast hetta verður als ikki nóg mikið gjørt fyri at gera økini trygg hjá børnum og ungum at ferðast. Faktiskt tvørturímóti – tað er eftir míni bestu sannføring bara ein spurningur um tíð, áðrenn onkur kemur til skaða ella tað, sum verri er.
Bumm fyri

Skúlin á Argjhamri er millum nýggjastu skúlar í landinum. Her er sanniliga tikin hædd fyri parkering. Eitt stórt parkeringspláss er beint niðanfyri skúlan og niðanfyri barnagarðin beint við síðurnar av skúlanum er eisini eitt parkeringspláss. Sostatt er eingin orsøk at bilar skulu koyra inn á plássið við inngongdina at parkera meðan barnið fer av, og slett ikki um morgunin, tá eini 3-400 børn og lærarar ganga har.
Vanliga mannagongdin er, at bilar steðga í rundkoyringini at seta børn av, børnini skulu síðan ganga/renna alt eftir hvussu veðrið er, yvir til inngongdina. Onnur børn koma við bussi, og eisini tey skulu yvir um hetta plássið. Nú í myrku tíðini er ofta illfýsið og sýnið er ringt. Tá velja fleiri foreldur, ivaleyst í gáloysni, at koyra inn á plássið, at seta børnini av, og síðan bakka út aftur.

Hetta er so ótrygt, sum tað kann vera, tí man bakkar út í ein stríðan streym av børnum, ofta nærum í blindum. Hetta er eisini óneyðugt, tí um tey vilja geva børnunum betri tíð at sleppa úr bilinum, eru ríkiligt av parkeringsplássum við barnagarðin og niðanfyri skúlan.
Eg var foreldraumboð fyri nøkrum árum síðan, og skeyt tá upp fyri foreldraráðnum at fáa ein bumm settan fyri plássið við inngongdina, tí bakkandi bilar og børn, sum renna, eru ikki eitt gott bland.
Góðu tit á kommununi, kunnu tit ikki bara seta in bumm upp har, og góðu foreldur á Argjahamri, latið heldur tykkara børn fáa nakrar regndropar í høvdið, enn at bakka á okkara børn.
Gloymda gongubreytin
Eg havi áður skrivað um ferðsluviðurskiftini kring Glasir, og skilji ikki, hvussu tað ber til, at man ikki hugsar um atkomuviðurskifti fyrr enn aftaná skúlin er latin upp. Eg skilji heldur ikki, hví man skal steingja hálvan Marknagilsvegin í fleiri mánaðir, tí okkurt arbeiði skal gerast, og hví tað skal vera eitt so langt strekki í senn, tá arbeitt bert verður á einum lítlum parti av avbyrgda økinum. Eg meini so við, eg var í Danmark fyri tíð síðan, tá stongdu tey allan H.C. Anderssens Boulevard eina nátt, og øll gøtan varð asfalterað, áðrenn morgunstundin kom. Her er ein ávísur munur á effektivitetinum.
Men tað var ikki hetta, ið eg skuldi skriva um. Har er ein onnur deyðsfella, ið er so løtt at ordna, at eg simpulten ikki skilji at tað ikki verður gjørt beinanvegin.
Beint um hornið við Bónus steðgar gongubreytin knappiliga, frammanfyri er eitt dýkið av grúsi og runu og har er illa gangandi, sostatt mugu øll, ið koma frá hasari síðuni ganga yvirum vegin. Tannáringum so líkt, so eru tey ikki serliga vakin frá morgunstundini, tí kann eg ikki longur telja á einari hond, hvussu ofta onkur hálvsovandi er gingin beint út fyri bilin hjá mær.
Eg eri sjálvur so gamal, at eg eri klárvakin, tá klokkan er farin av 7, so eg havi altíð fótin kláran á bremsuni. Men guð náði okkum, tá tann, sum situr við rættið, er ein hálvsovandi tannáringur.
Her er eingin gonguteigur yvirhøvur, og gongubreytin endar í ongum. Hetta er ikki nøkur stór íløga, og heldur ikki tíðarkrevjandi, so vælsignaðu tit, sum varða av, royni at gera okkurt við hetta, heldur í morgin enn í ovurmorgin.
Myndirnar eru tiknar í dagsljósi fyri betri at vísa umstøðurnar.
