Nú árið bert hevur tríggjar tímar eftir, kann eg hyggja aftur á eitt hendingaríkt ár, bæði á persónliga, mentarliga og yrkisliga økinum. Man er vorðin eitt ár eldri, og lívið gerst bestemt ikki verri við árunum.
Eg havi hetta árið upplivað at finna kærleikan aftur, eftir nógv ár sum stakur, eru Tinder og Happn strikaðar, limaskapurin í Single í Føroyum og Faroe Dating eru somuleiðis strikaðir, og ístaðin er komin ein ótrúliga deilig, fitt, klók og fantastisk kvinna úr Moss inn í mítt lív. Tað kennist gott, spennandi og deiligt.
Dreingirnir eru nú blivnir 25, 18 og 16 ár, meðan tann yngsti verður 12 ár um 8 dagar. Teir eru tey mest fantastisku menniskjuni, ið eg kenni, og um ikki annað kann eg gleðast um, at hava givið heiminum teir, tí teir fara uttan iva at gera heimin betri á síni lívsleið.
Nudlavirkið er eisini vaksið, vit eru nú 9 fólk, og hølini í gamla slaktarínum í Smæruni eru skift út við J.H. Schrøters 13, har Carl Vilhelm Weihe plagdi at búgva. Har liggur lítla Nudlavirkið millum teir báðar risarnar Skansi Offshore og SMJ. Hábærsligt selskap og frálík høli. Vónandi fara vit at skapa nógv gott samskifti til okkara kundar í 2020 og árini frameftir.
Hetta var eisini árið, har eg bleiv Roadie Dad, eg havi koyrt Marius og hansara DJ Jonas, kring landið, har teir hava framført undir navninum Marius DC, fyrsta EP’in er eisini útgivin, og móttøkan hevur verið so sera góð.
Marius tekur táttin sum rappari uppeftir mær, men hevur so øgiliga nógv betri gávur enn eg, so tað er stuttligt at síggja. Tað verður spennandi at fylgja honum í 2020.
Men 2019 gjørdist eisini árið, har MC-Hár aftur fór á pall. Vit eru ongantíð givnir, men hava ikki spælt nakra konsert síðan 2016, tá vit høvdu 25 ára jubileumskonsertir í Reinsarínum, á Tórsfest og í Maggies.
Í ár var tað ein stúðstappað Perla, ið var karmur um konsertina. Tað kendist fantastiskt aftur at standa á palli við mínum ótrúliga dugnaligu og fittu vinmonnum, og at spæla fyri fólki, ið flest øll hava eitt forhold til tónleikin, ið vit hava skrivað gjøgnum árini. Ein serlig tøkk til yvirkroppaballið á fyrstu rekkju.
Her er sum vant fiskasúpan í kvøld og hurðin er opin og útsýnið er fantastiskt, ja, sjálvt í hesum veðrinum ber til at síggja fýrverkið, ið onnur hætta sær út at skjóta. Vanliga plaga fólk at koma á gátt, og lagið gerst støðugt betri sum náttin líður, kanska síggjast vit?
2020 stendur nú fyri framman, eg takki fyri árið, ið fór og gleði meg til tað, sum nú kemur.