Í Degi og Viku í gjár varð ein spurnarkanning hjá Spyr.fo víst, hon segði eina søgu um eitt land við 53.000 koronaserfrøðingum.
Ovasti fyri hetta land er mín fyrrverandi flokksfelagið og samanumtikið, fitti tó heldur seigligi drongur, Bárður Nielsen, ein drongur við stórari drívmegi og ambitiónum, og ein sera arbeiðssamur drongur.
Eg eri óluksáliga glaður fyri, at útsýnið av míni skrivstovu er yvir á Tinganes og ikki av Tinganesi í hesum døgum, tí tað er ikki nemt at sita har.
Oddvitar av alskyns slag standa í røð í miðlunum fyri at prædika um at steingja landið. Fyrst og fremst eru hetta læknar, ið jú hava uppgávuna, at hava meining um tað læknaliga.
Her hevur nokk Shahin Gaini verið tann mest bastanti. Hetta er ikki nakað nýtt, hann málaði fanan á veggin í apríl í fjør, tá vit so smátt lótu eitt sindur uppaftur í einum nærum smittufríum landi.
Nú 20 mánaðir seinni hendi hetta, ið hann tá ávaraði ímóti.
Tað er neyvan nakar av okkum, sum í dag hevði ynskt, at vit høvdu lurtað eftir honum tá, og hildið á við totala lockdowninum, allar hesa tíðina, ið vit hava liva rættiliga frítt.
Læknar hava sum sagt eittans atlit at taka, og tað er í heilsumálum. Farsóttarnevndin skal harafturímóti síggja alt í einum størri samanhangi, og taka atlit til alt samfelagið og øll samfelagsviðurskifti. Tað skal løgmaður eisini.
Vit vita, at smittan er komin fyri at vera í drúgva tíð, kanska altíð. So sjálvandi mugu vit nærkast eini normal støðu.
Tí eigur ein avgerð um at steingja alt aftur, ikki at verða tikin lættliga, og tí situr løgmaður við eini lorta uppgávu nú, og tað er ikki nemt hjá honum.
Men man kann tó undrast á, hví fólk í so lítlan mun góðtaka avgerðirnar hjá løgmanni?
Hóast alt so roynir hann bara, at steingja minst møguligt niður og at taka so stórt atlit til okkara persónliga frælsi sum gjørligt.
Eg haldi, at hetta snýr seg um samskifti og trúvirðið, ið samstundis eru tveir av størstu veikleikunum hjá løgmanni.
Tað kemst ikki uttanum, at allur heimurin, tað er tíðindaheimur, politiskir og aðrir myndugleikar, hevur nú í næstan tvey ár, havt somu dagsskrá, at vísa hvussu vandamikið Covid19 er.
Tí er ei undur í, at nógv fólk eru rædd, og at døma útfrá Spyr.fo kanningini í gjár, so eru nógv, ið ynskja nógv strangari átøk.
Eg havi sjálvur havt sjúkuna, og eg má siga, at eg sjálvur ræðist summi av hjáárinunum, fyri meg eru tey tó við at hvørva aftur, men, tað er heilt víst, at hetta er ikki bara ein vanlig influensa.
Í dag fer so fakligi myndugleikin Farsóttarnevndin at taka støðu, og eftir hetta fer landsstýri, leitt av einum løgmanni, ið man vera tann veikasti og minst skikkaði, ið vit nakrantíð hava havt, og við einum lallandi antivaxara við sína lið, at taka støðu, um hvat skal gerast.
Eg ivist sjálvur í, um eitt lockdown er vegurin fram, og sum onkur spurdi: “Skulu vit eisini gera tað næstu ferð og triðju ferð og fjórðu ferð?”
Well, eg veit ikki svarið, haldi heldur ikki, at eg eri nóg klókur til at finna svarið. Men eg hevði ynskt, at onkur, ið var bæði klókari og dugnaligari enn eg, skuldi tikið hesa avgerðina. Tað ivist eg í, er tilfeldið beint nú.