Tað er einki undarligt í, at málið um rúsdrekkakoyringina hjá Jørgen Niclasen fyllir nógv í miðlum, í sosialum miðlum og í samrøðuni millum fólk.
Jørgen er ein polariserandi figurur, og hann sat í einum av landsins hægstu størvum.
Tá hann so ger nakað álvarsamt kriminielt, og velur at leggja landsstýrissessin frá sær, so eru nógv, ið síggja møguleikan at herja á, eisini eru tað nógv, ið heilt legitimt eru sera ill.
Tí lat tað vera sagt beinanvegin, at rúsdrekkakoyring er álvarsom.
Tað sum harmar meg mest í øllum hesum, er at fólk faktiskt royna at bagatellisera rúsdrekkakoyring.
Eg havi lisið vanlig skilafólk siga, at rúsdrekkakoyring ikki hevur stórvegis uppá seg, at hetta er nakað, sum so nógv gera. Onnur siga, at hetta ikki er tað versta, ið hann hevur gjørt, at onnur uppaftur onnur rógva fram í móti, at hetta er ein fella, eitt karaktermorð og mangt annað.
Eg helt, at vit sum samfelag vóru komin longur enn hetta.
Eftir drúgva arbeiðið hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd, so helt eg, at vit vóru samd um, at rúsdrekkakoyring er ábyrgdarleys.
At rúsdrekkakoyring er óacceptabul uppførsil, ið setur onnur lív í vanda.
Tað er ikki ok at koyra skít! Tað er ikki ok at skít! Tað er ikki ok at koyra skít!
Um tað er so, at onkur hevur meldað Jørgen, so er tað ikki ein fella, tað er tað rætta at gera!
Eg vóni veruliga, at vit øll melda ein persón, ið hevur so høga promillu, og ætlar sær í ein bil. Hetta er ikki eitt hálvt glas av víni ella ein promilla, ið á nakran hátt liggur tætt at tí lógliga, hetta er at vera sjónliga ávirkaður.
Tað sagt, so er tað menniskjaligt at gera mistøk, og tí føli eg eisini við manninum. Mennsikja Jørgen, heldur neyvan, at øll hesi nógvu meme’ini eru stuttlig. Tað ger familjan hjá honum heilt víst heldur ikki. Hann hevur gjørt nakað kriminelt, og lógarinnar langi armur fer at taka sær av tí, og lat Føroya Rætt um tað.
Jørgen hevur sjálvur valt at leggja frá sær, og tað er væl skilt og ivaleyst eisini tað rætta at gera. Fíggjarmálaráðharri er ein tungur sessur, og krevur stórt trúvirði, tí har ert tú altíð undir trýsti, og tá eg best, um man ikki kann trýstast ov nógv.
Tað sum undrar meg mest, er tó hendan stóra øðin, um at fólk finnast at honum fyri rúsdrekkakoyringina.
Eg havi fingið eini 3 meme sendandi, og havi sæð nøkur heilt fá innlegg, har fólk gotta sær um støðuna.
Men eg havi sæð 10 ferðir so nógv, ið skelda um, at onnur finnast at Jørgen.
Tað virkar løgið nokk, sum um politikkarin Jørgen kemur styrktur burturúr hesum. Sjálvt politisk mótstøðufólk stuðla honum heilhjartað.
Eg giti, at var val í morgin, so varð Jørgen toppskorari hjá Fólkaflokkinum, øll elska eitt offur, og tað er Jørgen enn einaferð vorðin.
Sjálvgjørt er væl gjørt siga tey.