MC Restorff hevur verið partur av soundtrackinum til mítt lív. Kvøðuljómar og útvarpið annars var altíð har, og MC varð nógv spældur.
Tað er ikki uttan orsøk. Sum lagskrivari hevur hann lagt ein standard, ið var í toppinum innan fyri føroyskan tónleik, og tað var satt siga eisini væl omanfyri nógv tað mesta innan kristiligan tónleik, serliga í 80’unum, tá kasettubondini og dansbandscountry gjørdi sína innrás innan kristnan tónleik, kanska enn meira enn í verðsligum tónleiki.
Tí var tað við spenningi, at eg fór niðan í Lívdina til tiltakið Meistarans Hond, leygarkvøldið, har eitt stórt og breitt úrval av sangarum og tónleikarum, skuldu tulka brot úr rúgvismikla lagaskattinum, ið var komin frá meistarans hond.
Meðan eg sat har og lurtaði, og skeitti yvir á MC, ið sat og nýtti løtuna í einum kongastóli til høvið. Kundi eg ikki lata vera við at hugsa um teir báðar stóru tónleikasmiðirnir, ið vit hava mist seinastu tíðina. Jóan Jakku Guttesen og Hanus G. Johansen, eisini teir hava lagt nógvar steinar afturat føroyska tónleikavarðanum.
Tað kendist deilitt og rætt, at høvuðspersónurin faktiskt var har, og kundi sóla sær í sínum lívsverki, og MC sólaði sær veruliga.
Fyrireikararnir høvdu eisini veruliga rulla tað stóra showið út, við frálíkum húsorkestri við strúkarum, sum eyka drússi. Einum risa stórum blandaðum kóri úr Ebenezer, og einum sera fjølbroyttum blandi av sangarum, ið teir flestu eru kendir úr kristnum høpi, men eisini við fólki, ið mest eru kend úr verðsligum høpi.
Alt kendst sera væl fyriskipað, niður í næstan hvørja detalju, og næstan øll á pallinum vóru framúr góð.
Um eg skal taka nakað serligt fram, so var byrjanin heilt einastandandi góð. Gø legði fyri við nøkrum løgum, fyrst einsamallir og síðan saman við Guðruni og Annu Háberg,
Hetta var aðruferð, at eg hoyrdi Gø hetta vikuskiftið, og halt kipp teir eru góðir.
Tað var eisini fantastiskt, tá MC endaði framførsluna, og tá bæði kórið og allir solistarnir komu á pallin at syngja Føroyingar og Møtast og skiljast.
Tað gjørdi bara løtuna enn meira MC’utta, at MC, eftir síðsta lag fór offroad og hálaði ein sangara úr kórinum á pall við sær, fyri at geva okkum eina spontana framførslu, av einum gomlum kristiligum sangi.
Men har vóru sum sagt nógvar góðar framførslur, ikki minst tann hjá Bárði á Lakjuni, har hann sang saman við strúkarunum til eina so øgiliga vakra útseting av Meistarans hond.
Tað slepst neyvan heldur uttanum Terja Rasmussen, ið var tann, ið absolutt rokkaði harðast. Hann er pallavandur sum fáur, so hóast fjøldin ivaleyst ikki var tann typiska fyri havnamannin í Nólsoy, so sást tað ikki á honum.
Country parturin var eisini væl umboðaður av Kristinu Bærentsen, Magna Christiansen og Svein í Prestgarði, ið veruliga slapp at utfolda seg.
Samanumtikið eitt flott kvøld, har eisini ljósparturin má takast fram. Villiam Soo Joensen er ein annar meistari, og ljós og video var meistarligt.
Man kennur seg vælkomnan í Lívdina, minst fimm fólk, spurdu meg, um tey skuldu hjálpa mær við at finna ein sess, áðrenn eg fekk sett meg niður.
