Jólakalendarin 1. desember – dagsins gáva til tín

Gleðiligan 1. desember til tykkum, vit seta jólamánaðin í gongd við einum vøkrum fittum sangi úr nokk besta jólakalendaranum, sum er gjørdur, Jul på Vesterbro hjá Anders Matthesen. Gløggir gestir fara at varnast, at hetta er júst sama byrjan, sum eg vanliga havi á jólakalendaranum. Tað er tí, at sumt er somikið gott, og somikið … Continue reading Jólakalendarin 1. desember – dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 24. desember – Dagsins gáva til tín

Gleðilig jól tit øll, takk fyri, at tit hava vitja mín jólakalendara allan desember, og eisini takk tit, ið av tilvild eru komin inn her í dag. Nú føroysku heimini lukta av røstum kjøti ella fiski, av dunnu, gás, reyðkáli, lambi, brúnkaðum eplum, granni, gløggi, holukøkum ella bara onkrum øðrum hugnaligum, so fari eg at … Continue reading Jólakalendarin 24. desember – Dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 23. desember – dagsins gáva til tín

Gløgt er gestsins eyga sigst, og vit elska eisini at sleppa at síggja okkum sjálvi gjøgnum eyguni hjá gestunum. Italski skotin Jock Zanfrillo eigur tvær matstovur í Adelaide í Avstralia og ferðast kring heimin fyri at finna nýggjar matupplivingar, við sær hevur hann eitt filmslið, og verða sendingarnar senda á Quest TV. Herfyri var hann … Continue reading Jólakalendarin 23. desember – dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 22. desember – Dagsins gáva til tín

Amerikanski skemtarin Weird Al Yankovic er best kendur fyri sínar parodiir, har hann ger spott burturúr kendum sangum, eitt nú hevur hann havt risa hitt við løgum sum “Smells like Nirvana”, “Eat it”, “I’m fat” og “Like a surgeon”. Men Yankovic ger eisini egin løg, og felags fyri hesi er, at tey eru øgiliga klikkaði. … Continue reading Jólakalendarin 22. desember – Dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 21. desember – dagsins gáva til tín

Nakað av tí besta sjónvarpi, ið er gjørt er í Føroyum eru frálíku matsendingarnar hjá Gutta Winther, Spískamarið. Man fær hug at búgva í hesum landinum, tá man sær tær. Nú jólini í so stóran mun snúgva seg um mat fyri nógv av okkum, er tað upplagt at Spískamarið skal vera millum kalendaragávurnar. Á heimasíðuni … Continue reading Jólakalendarin 21. desember – dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 20. desember – Dagsins gáva til tín

Eg arbeiði við marknaðarføring, og tí er upplagt, at onkur av kalendaragávunum, ið eg gevi tær er hoyrir til mítt virksøki. Herfyri vóru bestu lýsingarnar funnar, eg saknaði tó onkrar ímillum tær tilnevndu, og serliga tær sum Dávur Djurhuus gjørdi fyri WTF á G! vóru framúr. Nú veit eg væl, at eg kann tykjast eitt … Continue reading Jólakalendarin 20. desember – Dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 19. desember – Dagsins gáva til tín

Jólafløgan hjá Shu-Bi-40 hevur átt sítt fasta pláss í mínum jólahugna, síðan hon kom út, reggae jól eru góð jól, má eg bara staðfesta, og tað geri eg aftur í ár. Dagsins kalendaragáva til tín er teirr útgáva av White Christmas. Góðu fittu Nudlalesarar Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær … Continue reading Jólakalendarin 19. desember – Dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 18. desember – dagsins gáva til tín

Dagsins kalendaragáva er ein nýggjasta lýsingarátakið, ið stuttligasti núlivandi føroyingur Jákup Veyhe hevur gjørt. Tað er fyri frálíka umhvørvisátakið “Ert tú til green”, ið skipar fyri konsert við Orka, Gretu og Teiti leygarkvøldið í Tórsgøtu. Tveir teir fyrstu lýsingarfilmarnir fyri “Ert tú til green” eru lagdir á netið og síggjast her. Góðu fittu Nudlalesarar Nú … Continue reading Jólakalendarin 18. desember – dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 17. desember – Dagsins gáva til tín

Hetta kundi verið ordiliga ringt, og er eisini gjørt áður við gyseligum resultatum, men hendan tungmálms jólaútgávan er faktisk fín, kanska tí hon er á tremur við feitum tónleikarum og sangarum.   Well, upplivið tað sjálvi! Eg leggi hana út sum ein Spotify playlista.   Her eru Metal Xmas, við m.ø. Alice Cooper, Dio, Lemmy, … Continue reading Jólakalendarin 17. desember – Dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 16. desember – dagsins gáva til tín

Í hesum jóltíðum, har næstrakærleikin blómar, sæst tíanverri uppaftur størri munur á ríkum og fátøkum enn vanligt. Felagsskapurin “Í Menniskjum góður tokki”, hevur við síni jólahjálp bjarga jólunum hjá mongum familjum, og man vera eitt tað mest jaliga og ja, kristna, átakið, ið vit hava uppliva í longri tíð í okkara samfelag. Tjóðin hevur bakkað … Continue reading Jólakalendarin 16. desember – dagsins gáva til tín