Tann Stóra Skinnúlpan

Sjónvarpslýsingar hava seinastu vikurnar bygt spenningin upp, heimsnavnið “Tann Stóra Skinnúlpan”  skuldi á pallin á Summar Festivalinum, og hon var beinleiðis upphiting fyri Brian McFadden. Tað var eisini greitt, at tann stóra ikki kom einasmøll, hinar úlpurnar vóru við, og tær fóru at bjóða ektað playback.

 

Summarfestivalurin

Nógv troðkan var framman fyri pallin, tað vóru serliga tannáringar, summir av teimum vildu ivaleyst tryggja sær pláss til Brian McFadden konsertina, men eingin ivið var um, at hesa løtuna var tað Úlpan, sum var samrøðuevnið, herrópini “Úlpan! Úlpan!” rungaðu um festivaløkið longu áðrenn fyrsta úlpan kom á pallin.

 

Byrjanin av framførsluni var eitt sindur løgin, ein fyri og onnur eftir komu úlpurnar á pallin, tó vóru tær ljóðleysar inntil ein pannubandsúlpa settist á eina kondisúkklu, og súkklaði ljóði í gongd og við úlpudancetónleikinum brakandi úr hátalarunum, kom hon endiliga á pallin: “Tann Stóra Skinnúlpan”,og hon legði festivaløkið fyri sínar føtur.

 

Við herligum dansi og dansivinarligum tónleiki fingu Úlpurnar veruliga lív í fólkið, eina løtu mest, sum kókaði tað framman fyri pallin. Men so var tað av, og friður valdaði, úlpurnar vóru farnar aftur til Úlpuland.

Besta rokkkvøld nakrantíð

Fríggjakvøldið gjørdist eitt tað besta rokkkvøldið á Roskilde Festivalinum nakrantíð. Tríggjar ófatiliga góðar framførslur á appilsingula pallinum av Audioslave, Black Sabbath og D:A:D mettaðu væl.

 

Allir rokkelskarar kundu trygt leggja seg mettir og væl settir at sova klokkan trý í nátt. Audioslave gjørdu tað sum Velvet Revolver ikki megnaði, nevniliga at vísa at bólkurin er annað og meira enn Rage Against the Machine við Soundgarden sangara.

 

Black Sabbath góvu áhoyrarunum eina ferð í tí minni kenda partinum av teirra lagaskatti. D:A:D sparkaðu reyv við einum herligum rokksjovi.

Roskilde annað enn tónleikur

Á Roskilde festivalinum er nógv annað enn bert tónleikur, her eru eisini nógvar ymiskar framførslur av ymiskum slag kring alt økið. Tá vit gingu ein túr á festivaløkinum, møttu vit knappiliga einum flokki av Mr. Beans, sum vóru úti og runnu í undirklæðum. Mangt er løgið.

 

 

Røða til uppstillingarfund hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 2003

Orsøkirnar til at eg bjóði meg fram sum valevnið fyri tjóðveldisflokkin eru fleiri, tað gevur seg sjálvt, at eg takið undir við stevnumið flokksins,  um einar frælsar Føroyar, annars hevði eg ikki bjóða meg fram her. Eg velji tjóðveldisflokkin av somu orsøk, sum flestu sambandsfólk velja Sambandið, orsaka av tryggleikanum.

 

Vit hava fyrr brent okkum av falska tryggleikanum í ríkisfelagsskapinum, og tað er ótrúligt at ein flokkur sum bara hevur henda falska tryggleika at bjóða er stórsti flokkur á tingið. Tryggleikin er í mínari verð, at sjálvur avgera sína lagnu, í einum fullveldi eru tað vit, og bert vit sum taka avgerðirnar, og hetta er neyðugt fyri at skapa ein virðiligan og tryggan gerandisdag, sum tjóð, sum fólk og sum einstaklingar í tjóðini.

 

Eg vil verða við til at tryggja at hetta samfelagið sum vit skulu byggja verður eitt gott samfelag. Eg havi mannarættindini sum hjartamál, og vil eg arbeiða av heilum hjarta fyri at skapa eitt samfelag har pláss er fyri øllum, og øll fáa somu rættindi.

 

Eitt annað hjartamál er umhvørvið, Sjálvstýrisflokkurin hevur umsitið Umhvørvismál seinastu seks árini, og eg havi sera trupult við at síggja tær stóru hugsjónirnar á umhvørvisøkinum hjá Eyðun Eltør. Umhvørvið er eitt tað mest týdningarmikla málið í heiminum, og eg vil arbeiða fyri at einar frælsar Føroyar heldur ikki verða eftirbátar á tí økinum.

 

Eg væntið at eg kann geva flokkinum nakrar atkvøður sum hann annars ikki kann verða vísur í, sum rappari í MC-hár, popp vertur í ÚF, Klummuskrivari á Sosialinum og almennur persónur sum heild, eri eg eitt kent annlit, og mínar meiningar um t.d. mannarættindini og umhvørvismál eru kendar millum manna. Eg meti eisini, at eg kann taka atkvøður frá hinum stuttliga flokkinum. Seti navnið hjá mær á listan, fyri mína skuld, fyri tykkara skuld og fyri Føroyar.

 

 

Find dig i Eidesgaard og find dig i hvad som helst

Árið er 1997, dagurin er 20. februar – hetta seina vetrarkvøldið koyrir leiðarin fyri Det Konservative Folkeparti fullur á eina beton-vegforðing. Ein lovandi politisk lívsleið endar við hesum stoyti. Væl vitandi at spælið er spilt, ringir Hans Engell sjálvur til løgregluna. Hann sigur sum er, og skrivar beinanvegin tíðindaskriv til fjølmiðlarnar um vanlukkuna og støðuna, sum hann var í, tá hon hendi. Sum drivin politikari veit hann, at fjølmiðlarnir fara at válka sær í søguni, og tí er best at vera erligur.

Á fundi í det Konservative Folkeparti dagin eftir, 21. februar, verður skriv sent til fjølmiðlarnar: Flokkurin stuðlar sínum leiðara. Á tíðindafundi stutt eftir fundin, leggur Hans Engell frá sær.

Áðrenn hetta vetrarkvøld var Hans Engell spáddur at gerast næsti statsministarin. Hesin dámligi, dugnaligi og samstundis fólkaligi politikarin, hevði breiðan stuðul í nógvum flokkum, og hann hevði spakuliga bygt flokkin uppaftur eftir Tamil gøluna sum noyddi Schlüter at leggja frá sær. Men nú var ein lovandi politisk lívsleið kvett.

Hans Engell gavst tó ikki í politikki, árini eftir hetta, vóru fleiri kvettroyndir gjørdar fyri at fáa Engell aftur í leiðarasessin í Det Konservative Folkeparti. Tað gjørdist skjótt greitt, at uppsøgnin neyvan mundi vera so sjálvboðin, sum fyrst var hildið. Nógv klandur var í flokkinum, heilt til Hans Engell í 2000 fór burturúr politikki og gjørdist blaðstjóri á Ekstra Bladet.

Eitt sindur av lagnunnar speisemi; Ekstra Bladet stendur fyri júst tí slagi av fjølmiðlasiði sum gjørdi, at Hans Engell mátti frá sum leiðari fyri Det Konservative Folkeparti, og soleiðis endaði við at gerast blaðstjóri á blaðnum. Undir Hans Engell hevur blaðið profilerað seg við slagorðinum “Find dig i Ekstra Bladet, eller find dig i hvad som helst”.

Mær dámdi væl Hans Engell, men eg haldi ikki, at ein flokkur skal finna seg í, at leiðarin ella annað umboð ikki megnar at halda skil á sínari alkoholnýtslu. Hevði Hans Engell sloppið at sitið, hevði hetta sent tann boðskapin út, at flokkurin fann seg í slíkum atburði.

Nú høvdu vit eina líknandi støðu í javnaðarflokkinum nýliga.

Flestu fjølmiðlarnir funnu seg ikki í hesum, og tordu at siga frá um hendingina. Eisini sóu vit Jóannes Eidesgaard á sjónvarpskíggjanum, tó ikki fyrr enn hann varð noyddur til hetta, tí tvey bløð longu høvdu prentað søguna. Eg má viðganga, at eg gjørdist heilt rørdur av Jóannesi, hann kláraði seg væl í samrøðuni við Dag og Viku, og tað var frískt, at ein politikari ikki royndi at snúgva sær undan. Mín virðing fyri manninum vaks.

Spurningar sum, um Jóannes veruliga angraði, at hann hevði gjørt Føroyar fyri skommum, ella um hann bara angraði tí fjølmiðlarnir skrivaðu um hendingina, melda seg sjálvandi.

Men tann mest áhugaverdi spurningurin kom, tá javnaðarflokkurin gav formaninum álitisváttan á fundi fáar dagar eftir. Hvønn boðskap sendir javnaðarflokkurin út við at finna seg í hesum? Hvussu skal flokkurin nakrantíð kunna seta mørk fyri atburðin hjá umboðum sínum, tá hann finnur seg í hesum frá formanninum?

Aðrir flokkar hava havt líknandi gølur. Tjóðveldisflokkurin hevur taklað sínar drukk gølur líka illa, ella verri enn javnaðarflokkurin, meðan sjálvstýrisflokkurin hevur sligið hart niður á slíkt.

Persónliga haldi at eg, at tað er ein stór eyðmýking av javnaðarflokkinum, ja av sjálvari javnaðarhugsjónini, at tað ikki longur eitur timburmenn, men nú eitur javnaðarmenn.