Í Føroyum er náttarfriður lættur at finna

Í nítiárunum var eg duravørður í Føroyahúsinum á Vesterbro mitt í Keypmannahavn. Eisini skipaði eg sum formaður í Nærvarpinum fyri nógvum tiltøkum í hesum húsi. Tiltøk har hópin av føroyingum hugnaðu sær, dansaðu, drukku og fegnaðust, ella bara nutu góðan føroyskan tónleik.

Men har hekk øll árini ein myrkur skuggi yvir tiltøkunum.

Eitt par, ið búði í grannahúsinum ringdi í tíð og ótíð til løgregluna, og klagaði um larm. Sum durarvørður var nógv arbeiði við at tryggja, at fólk ikki larmaðu, tá tey fóru úr Føroyahúsinum, og altíð føldist tað, sum um onkur eygleiddi okkum í erva.

Eg var ein ungur maður tá, og hóast eg ikki visti hvørji hesi fólk vóru, so hevði eg veruliga og brennandi andstygd fyri teimum.

Onkra løtu royndi eg at bera yvir við teimum, ímynda mær, at tey vóru sjúk, ella ikki heilt við síni fullu fimm.

Tí hvør flytir inn í eina íbúð í einum miðbýi, mitt inn í náttarlívið, og væntar, at har er friðarligt um náttina í vikuskiftunum?

Ja, sjálvt um man kanska í ovfarakæti velur at gera tað, og verður yvirraskaður av larminum, skilur, hetta var ikki nakað fyri okkum. Hvør er tað so, sum ikki bara tekur í egnan barm og flytir út aftur, um tað altso ikki ber til at venja seg við larmin?

Ja, og hvat fyri menniskja er man, tá man setur sín egna tørv framum gleðina hjá so nógvum øðrum, at man finnur uppá at klaga um larm í náttarlívinum í einum miðbýi?

Eg skilti hetta satt at siga ikki tá, og  eg skilji tað heldur ikki í dag

Tí fái eg eitt sterkt flashback og gamla andstygdin og irritatiónin bylgist innan í mær, tá eg hoyri um hesar grannarnar hjá Blábar, ið klaga um larm.

Sum eg skilji, er talan um vaksin vælútbúgvin fólk, so tað kann ikki vera bíttleiki, ið drívur tey.

Hetta má vera sjálvsøkni, fatanin at heimurin melur rundan um tey. Hetta ósjarmerandi rák, ið vit uppliva íøllum  heiminum, har fólk halda seg hava rættindi til at heimurin innrættar seg eftir teimum, men kenna ikki somu ábyrgd at innrætta seg til heimin.

Føroyar er sprenfult av friðarligum støðum, tað er tað nemmasta í verðini, at finna eitt stað, har náttarfriður er. Hví so velja at búgva har larmur er, um man ikki ynskir larm?

Ja, tað er enntá munandi bíligari at búseta seg í friðarligum umhvørvi! Spyr onkran av okkara dugnaligu meklarum, og teir hjálpa við einum býti.

Øll hava rætt til náttarfrið, og manglandi náttarfriður er skítfarligur. Man kann enda við at gera irrationell ting, og uppføra seg sum eitt ørt, um man støðugt svevur ov lítið.

Men vit hava altso ábyrgd sjálvi eisini, at vit faktiskt ikki útseta okkum fyri umstøðum, ið gera, at vit missa náttarsvøvnin.

In.fo skrivar, at myndugleikarnir brúka tíð og orku uppá at biðja Blábar um at dempa tónleikin. Tí hesir grannar klaga.

Hetta ljóðar eitt sindur sum skipaður  ágangur. Kanska skuldi løgreglan heldur brúkt orku uppá at steðga áganginum, heldur enn at biðja Blábar um at skrúva niður.

Fyri nøkrum árum síðan, tosaðu politikarar í Tórshavnar kommunu nógv um at “fáa lív aftur í miðbýin”.

Borgarstjórin tá, stóð í Degi og VIku og tosaði um at fáa bústaðir í miðbýin.

Tá talaði eg at, og vísti á, at einki kann drepa ein miðbý, sum at grenjutt fólk flyta higar.

Eg førdi eisini fram, at tað einans eru tey mest priviligeraðu og ofta tey mest krevjandi, ið hava ráð til íbúðarprísir í miðbýnum. Tí er tílíkt byggjarí ein deyðadómur yvir ein miðbý.

Nógv vóru tá ósamd við mær, well, hygga nú!

 

Tað er hart á vera hani í boblujakka

Eg eri kanska litaður, sum tjóðveldismaður. Men eg eri errin av at siga, at eg valdi Elsu Berg á seinasta vali. Hon er skilagóð, siðilig, dugnalig og brennur fyri okkara kommunu. 

Eg havi fylgt væl við síðan kommunuvalið, og kann staðfesta, at tað lýsir úr  boblujakkamonnum í andstøðu og samgongu, at teir hava havt sera trupult við at góðtaka, at ein ung kvinna er borgarstjóri. 

Eg havi ikki í nýggjari tíð, sæð so nógvan “toxic maskulinity”, sum eg havi sæð, síðan Elsa Berg bleiv borgarstjóri. 

Sjálvt teir báðir dámligu menninir í hasum selskapinum, ið eg kenni væl frammanundan, hava runnið runt, sum um tað var 1950’ini. 

Tað virkar, sum um yvirskipaða málið er at fáa borgarstjóran at virka veikan, so er tað eitt sindur líkamikið, um tað seinkar og dýrkar mál, ella um teir faktiskt í botn og grund eru samdir við borgarstjóranum í málinum. Hetta er ikki bara ódámligt, hetta er at svíkja tað ábyrgd, ið veljarin hevur givið tær.

Hevði hetta verið ein fyritøka, hevði man ivaleyst gjørt hetta til eitt HR mál. 

Eg haldi, at í øllum hesum hevur Elsa Berg verið siðilig, kanska í so siðilig.

So eg kenni ikki ordiliga tað aftur, tá onkur politiskur andstøðing á Facebook sigur, at hon hevur klandrast illa.

Fleiri mál eru beinleiðis órógvaði og koyrd av sporinum av hesum boblujakkamonnum. 

Eg skal viðganga, at tað virkar nokkso rokaligt nú, og at bæði Elsa og umsitingin kundu havt avgreitt nøkur mál betri. Men soleiðis er tað altíð í býráðnum, eisini í seinastu setu. 

Tá vóru fleiri mál frammi um manglandi útbjóðingar, og enntá megnaði formaðurin í Havnarnevndini, at keypa frá eini fyritøku, ið síðan brúkti helvtina av peninginum frá kommununi, til at keypa aftur frá fyritøkuni hjá formanninum í Havnarnevndini, uttan at nakað varð gjørt við gegnistrupuleikan.

Júst hetta nýggja málið í Kollafirði vísir ein borgarstjóra, ið faktiskt tekur ábyrgd og steðgar einum máli, ið at síggja til líkist í gegnisspurninginum.

Hesin sami nú fyrrverandi formaður í Havnarnevndini er nú ein av “oddvitinum” í arbeiðinum at gera borgarstjóranum mest møguligar ónáðir. 

Tað tykist greitt, at har eru nógvir hanar, ið hava torført við at góðtaka, at tað ikki er ein hani, ið situr ovast á vaglinum. Hetta nívur so illa, at sjálvt barnsliga klandri um hvør hani skuldi sita ovast, ið kleiv Javnaðarflokkin í tvey í valstríðnum seinast, er gloymt.

Í einum heimi, har incel mentanin herjar fram, og tankin um javnrætt ikki longur kann verða tikin fyri givið, mugu vit menn vera betri fyrimyndir fyri okkara børn. 

Eg haldi, at tað er uppá tíðina, at vit vaksnu menn, ið hava fingið við, at kvinnur eru minst líka egnaðar til hægstu sessirnar í politikki, rópa á hesar boblujakkaklæddu og spyrja, hevur mamma tykkara ikki lært tykkum at virða kvinnur?

Duga fólk ikki fólkaskikk?

Eg minnist fyri nøkrum árum síðan á  matstovuni Gandhi í Reykjavík. Har vóru ikki nógvir gestir í hølunum, bert eg, Gunn og so eitt eldri par við eitt annað borð. Men eldra konan bleiv við at spæla Youtube videoir við ljóðinum tendraðum og ivrigt vísa manninum, hvussu stuttligar tær vóru.

Eg undraðist, tí vit hava havst at okkara ungdómi fyri tílíka ljóðdálkan, roynt at greitt frá, at man skal brúka smátalarar, so ikki øll onnur vóru órógvaði. Men har sat eitt eldri par á eini góðari matstovu og uttan nakað altlit til onnur forpestaðu okkum máltíðina við sínum larmi.

Nakrar vikur seinni gingu vit inni í Colorama og keyptu ymiskt upp til høgtíðina; ein jólakalendara frá Chili Claus, onkran vasa ella ljósastaka,  okkurt pynt, og ymiskt annað stuttligt, ið tey hava har. Men alla løtuna meðan vit gingu har, gekk ein miðaldrandi kvinna og hugdi at vørum, meðan hon tosaði eina persónliga samrøðu við onkran, ið vit ikki sóu, men sum allur handilin hoyrdi.

Eg undraðist aftur, mundi hin vita av, at øll inni í Colorama hoyrdu um hennara avbjóðingar við mammu síni og um læknavitjanina, ið hon skuldi til?

Eg undraðist eisini á, um hetta mundi vera á veg til at blíva ein trendur? Men eg bilti mær inn, at hendan við telefonini í handlinum, mundi vera óvanliga illa uppdrigin ella hava staðið aftarliga í bíðirøðini, tá vitið bleiv deilt út. Ella um hon bara als ikki hugsaði um onnur enn seg sjálva?

Síðan tá, er tílíkur atburður spakuliga vorðin alsamt meira vanligur. Ja, nú gongur ikki dagur uttan, at eg møti onkrum, ið gongur við hátalaranum tendraðum á telefonini. Tað er á gøtunum, í handlum, á matstovum, stutt sagt í øllum sosialum samanhangum.

Her heima skeldi eg enn børnini, tá tey gera tað, biði tey sleppa sær inn í kamarið ella fáa sær smátalarar.. Men tað er trupult, tá so óluksáliga nógv onnur gera tað. Sjálvt at síggja til fornuftig menniskju.

Ja, eg havi enntá upplivað, at fólk gera tað, til mentanartiltøk og í arbeiðsstøðum.

Hvat feilar fólki? Hvat fær fólk at halda, at tílíkur larmur og enntá tílíkar privatar samrøður skulu deilast við øll?

Well, eg plagi at hyggja illur at fólki, og kenni eg tey, so biði eg tey gevast.

Duga fólk ikki longur fólkaskikk, ella er hetta tann kollektiva býttleikagerðin, ið vit eru ávaraði ímóti?

Tað tykist, sum um fólk ikki duga at uppføra seg longur.

Tí er kanska neyðugt, at handlar, matstovur og onnur taka konsekvensin, skelta, tala at og hjálpa við at læra fólk at uppføra seg aftur, annars verður endin galin!

Er onkur, ið lesur hetta, ið verður stoyttur, ella kennur seg raktan. Brúkið so høvið, at gerast betri samfelagsborgarar. Keypið smátalarar, ella tosið við telefonini móti oyranum.

Tað er gott at elska

Eg minnist á Zarepta tað eina árið, at ein sera vísur eldri leiðari greiddi mær frá, um Bíbliuna:

“Niels Uni, tú mást minnast til, at Bíblian er sett saman, av Guðs orði og góðum ráðum fyri at fáa eitt samfelag at fungera og standa sterkt, bæði í gerandisdegnum, men serliga um grannalandið leypir á.

Bíblian er skriva í óróligum tíðum, har kriggj valdaði. Tí var neyðugt við einum  frískum og sterkum fólki og hermegi.

Summi ting eru bara góð ráð, t.d. var svínakjøt rættiliga stór orsøk til mateitran og annað í heitu londunum í Miðeystri, um tað mundið, at Bíblian bleiv skrivað. Soleiðis er við so nógvum í Bíbliuni, og tí er tað ikki viðkomandi í Føroyum á okkara døgum, hóast tað var lívsneyðugt í teimum døgum”

Eg hevði verið har árið fyri, og sum ungur tannáringur, hevði eg fingið viðmælt at lesa í Bíbliuni hvønn dag. Eg so gjørdi.

Tá eg kom aftur á Zarepta árið eftir, hevði eg nógvar spurningar.

Serliga var tað hetta um óreinsku, ið fylti nógv.

Hví ótu vit svínakjøt, tá tað var óreint?

Hví blandaðu vit matvørur, ið Bíblian ikki loyvir?

Hvussu skulu eg fyrihalda meg til mínar vátu dreymar, tí útflot av øllum slag var óreint?

Var eg blivin óreinur, tí vit ikki koyrdu kvinnurnar við menstruatión út um bøgarðarnar?

Og ikki minst, hvussu kundu vit sum kristin taka ímóti blóði í sambandi við skurðviðgerðir, tá Bíblian heilt greitt var ímóti hesum?

Eg hevði lagt mítt lív um hetta árið, eg var givin at eta blóðpylsu, sum eg annars elskaði, eg skarð nýtsluna av svínakjøti niður, so langt sum eg kundi, uttan at mamma skuldi blíva skuffað, og eg skuldi í øllum førum ikki í song við nakrari damu, fyrr enn eg var giftur.

Eg bar somuleiðis eina djúpa skomm um teir vátu dreymarnar.

Bíblian var greið, hevði eg útflot, skuldi eg brenna mína song. Hetta kundi eg tó ikki gera, tí sengur kosta nógvan pening. Tí royndi eg heldur at skifta lakið títt.

Men samstundis sá eg, at fleiri av mínum meira markant kristnu vinum livdu heilt uttanfyri tað, ið Bíblian segði. Teir vóru seksuelt aktivari enn tey flestu, og ótu bæði svín og blóð, uttan at hugsa nærri um tað.

Eg hevði tí nógvar sera konkretar spurningar við, tá eg vitjaði aftur á Zarepta.

Eg hevði jú lisið Bíbliuna, sum viðmælt var.

Eg tosaði við fleiri av teimum vaksnu har um míni ivamál.

Onkur nevndi, at hetta við óreinsku bleiv avtikið í nýggja testamenti. Men eg hevði faktiskt lisið bókina, og helt, at tað var ein óluksáliga liberal tulking av teimum versunum í nýggja testamenti, ið viðgera hetta.

Ja, satt at siga, helt eg, at tað var nakað humbukk at siga, ella í besta føri ein undanførsla fyri at fylgja Guðs orði.

Hetta var tá eg so hitti hendan vísa eldra leiðaran, ið bað meg lesa Bíbliuna á ein nýggjan hátt. At hetta ikki var Guðs orð rist í stein, men eitt dokument, ið blandaði gleðiboðskapin við góðum leiðreglum at skipa samfelagið eftir, og fyri at tryggja heilsuna og styrkina í fólkinum í landinum.

Eg hugsi nú øll øsa seg um handan ælabogavegin, at hesi somu bæði eta bacon, blanda matvørur, sova í somu song, sum kona teirra, tá hon hevur menustratión, taka ímóti blóð, tá ólukkan er úti, og eru sum flest okkara upptikin av at samla okkum ríkidømi, hóast Bíblian er greið í síni áskoðan um tað.

Tað eru eisini tey fægstu, ið bíða eftir prestsins hond, áðrenn moydómurin fer, ella fyri sovítt halda seg til ein partnara alt lívið.

Ja, stutt sagt, so eru flestu okkara sera lítið Bíbliutrúgv.

Tí undrar tað meg, um hví samkyndleiki er ein so stór bastión fyri summi. Hví er tað júst henda leiðregla, ið enn fyllir so nógv?

Tað man vera ein sera lítil bólkur, ið enn ikki trýr uppá, at samkyndleiki er til.

Fyri meg er tað eingin ivi um, at versini um samkyndleika, sortera undir leiðreglum fyri at halda tjóðina sterka.

Í teimum døgum, var livialdurin lágur og barnadeyðin stórur, tí var tað viktikt, at fáa fólk at formera seg, so tjóðin stóð sterkt.

Men at halda á við at kroysta hetta niðuryvir okkara samkyndu medborgarar, í eini tíð har fólkatalið í heiminum er methøgt, og læknavísund enntá hevur gjørt tað møguligt hjá samkyndum at fáa børn, er ikki bara ótíðarhóskandi, tað er beinleiðis óetiskt.

Ælabogavegurin umboðar eins og Faroe Pride, at vit eru komin víðari, vit eta bacon, blóðpylsu, elskast og gleðast, koma vit illa fyri, so fáa vit blóð, ið okkara medborgarar hava latið okkum. Vit stuðla hvør øðrum, og hjálpa teimum upp, sum detta, og mest av øllum so minna vit hvør annan á kærleiksboðskapin og medmenniskjaligheitina.

Góða pride, góða ólavsøku og gott summar.

 

Hvussu blívur ein tradisjón ein tradisjón

Annað ár á rað byrjaði eg Lusiudagin 13. desember í Norðurlandahúsinum har Lusiuhald var árla á morgni, aftur í ár saman við mammu og Gunn.

Í ár vóru tað føgru røddirnar í Silvitni, ið gingu Lusiugongu úr tilbygninginum og eftir brúnni oman í forhøllina, eins og Kata gjørdi í fjør, og sungu síðan eina lítla konsert.

Meðan eitt útselt Norðurlandahús leið á við kaffi í koppunum og “Lussekat” (eitt svensk bakilsi, ið sviar eta í sambandi við Lusiuhald) afturvið, sjálvandi nýbakaðir frá Titu.

Eg sat har, sum øll hini í andakt og leið á, og fekk konsentreraða jólakenslu sproytaða inn gjøgnum allar mínar sansir. 

Silvitni komu víða um við jólasálmum á latínskum, svenskum, norskum, enskum og sjálvandi eisini føroyskum, og sungu undurfult. Alt sera væl útsett og skipað.

Forhøllin í Norðurlandahúsinum var hugnalig myrk, lukturin av nýbakaðum og kaffi gjørdu eisini sítt til at hetta kendist so trygt, jólaligt og gott. Huglagið var av aldargamlari tradisjón. Hendan kenslan, at hetta gera vit altíð Lusiudagin, hekk tjúkk í luftini. 

Eg noyddist at minna meg á, at hetta bert var aðruferð, at hetta tiltakið var í Norðurlandahúisnum. Tankin kom til mín, um hvussu ofta okkurt nýtist a vera, fyri at gerast ein tradisjón?

Í fjør var tiltakið fríggjamorgun kl. 8, og í ár var tað flutt til kl. 9.00 eftirsum tað var vikuskiftið, og fyri meg gekk leiðin úr Norðulandahúsinum niðan í FK at keypa inn, ístaðin fyri til arbeiðis sum í fjør. 

Men bæði í ár og í fjør bar eg við mær hesa serstøku jólakensluna út í dagin. 

Gleðiligan Lusiudag øll somul. 

 

Takk fyri sangirnar Hanus

Tá ein rødd tagnar nemur tað altíð tey, ið eru uttanum røddina, familju, vinir, kenningar og onnur.

Men tá ein stór rødd tagnar nemur tað okkum øll.

Tá nú kanska størsta manliga sangrøddin, ið vit hava havt, er tagna, so kennist tað faktiskt sum endin á onkrum stórum.

Míni fyrstu minni um røddina hjá Hanusi vóru frá Ommu Ludvík (1983) og Hundinum brúna (1984). Tað var serliga Omma Ludvík, ið gjørdist ein landaplága av teimum allar størstu, og veruliga brendi hesa serligu røddina inn á føroysku tilvitskuna. 

Longu tá sóust serligu gandakendur evnini at fortelja søgur og bergtaka við sínum sangi, ið føroyingar hava elska Hanus fyri seinastu 40 árini.

Eg sjálvur eri seinni farin at elska sangin Gríma av Nósa plátuni, ið er ein gloymd perla frá hesum tónlistarliga gandakalli. 

Mítt næsta sterka minni um hesa røddina, er frammanfyri sjónvarpsskíggjan, har eg og mamma mín sótu og hugdu at konsert við Hanus úr Klingruni í Norðurlandahúsinum einaferð seint í 80’unum, har Hanus sang Poul F. 

Hansara gandur strálaði úr sjónvarpinum og bergtók okkum.

Man vónar altíð, at ein tónleikari dugir, at koma útum pallkantin, men her kom hann allan vegin útum sjónvarpsskíggjan. 

Eg gjørdist stórur fjeppari í somu løtu og eri tað enn.

Eg hugdi dúgliga eftir VHS upptøkuni av hesi konsertini. Eg byrjaði eisini so smátt at ganga á konsert um hetta mundið, og tá Hanus javnan spældi konsertir í Bládýpinum í Havn, so var eg fastur gestur og onkuntíð kom eisini mamma við. 

Við plátuni “Gaman og álvara” legði Hanus veruliga sjógv millum seg og hinar føroysku trubadurarnar. Hetta var eitt sovorðið vælaverk, at nærum hvør einasti sangur gjørdist fólkaogn. 

Í samrøðu, ið eg gjørdi við Hanus í 1993, í sambandi við mína høvuðsuppgávu í føroyskum á Handilsskúlanum, greiddi Hanus frá, at hann als ikki tók undir við at spæla inn tónleik, tí tónleikur skal upplivast í framførslu. Hetta segði hann, hóast hann sat við eini LP, ið mundi hava ein tann dýrasta framleiðslukostna, ið nøkur føroysk pláta hevði havt tá. 

Ritgerðin kann lesast í Varðanum nummar 61. frá 1994, frá blaðsíðu 258. 

Hóast Hanus ferð eftir ferð sjálvur hevur víst, hvussu stórt mentarligt virði ein útgáva kann hava, ikki minst Gaman og álvara, So skal man bert hava verið til eina framførslu við hesum meistarliga søgusigara og trubaduri, fyri at skilja, at hann hevur eitt sindur av grein í sínum máli. 

Tí Hanus live var nakað heilt einastandandi. Eg minnist hópin av konsertum gjøgnum árini, an, oftast einsamallur, men eisini við bólki. 

Mátin sum Hanus megnaði at trøllabinda eina fjøld, óansæð um talan var um føroyingar ella útlendingar, var ótrúlig. Hóast hann sang á føroyskum, so tók han sær tíð at greiða útlendingum frá, á teirra máli, um hvat sangurin snúði seg um. Hetta gjørdi, at tey bergtikin tey tyktust at skilja, alt, ið hann sang, meðan tey vórðu drigin av hesi ómetaliga stóru røddini. 

Sum fjeppari havi eg hoyrt Hanus í nógvum høpum, og ofta vóru onkrir nýggir sangir. Tí var tað fantastiskt, at Hanus eftir nógv ár av útgávuturki, um aldarskiftið aftur byrjaði at geva tónleik út. Fyrst Bouquet, ið hann gav út saman við Aldubáruni, tá Hann gjørdist hálvthundra, síðan aftur saman við Aldubáruni, norsku plátuna “frå leddigen” í sambandi við 100 ára dagin hjá norska yrkjaranum Jakob Sande.

Í 2010, tá Hanus fylti 60 ár, komu ikki færri enn tvær útgávur, fyrst EP’in “Eitt blað eg á kann skriva”, har hann saman við Jens L. Thomsen tulkar yrkingar hjá Hans Jacob Glerfoss, og síðan Hørpuspælarin, har hann aftur kavar niður í yrkingaskattin hjá Poul F. Joensen. Tvey ár seinni kom “Á fold eru túsund guðar”, ið aftur dokumenteraði løg hjá Hanusi, ið vóru gjørd til yrkingar hjá Poul F. Joensen. 

Tíanverri er “Bouquet” einasta pláta hjá Hanusi, ið er tøk á online stroymingartænastum. Hetta er stórt spell, nú vit ikki longur sleppa at uppliva konsertir við Hanusi. Tí hóast Hanus hevði rætt í síni niðurstøðu um, at tónleikur er betri, tá hann verður upplivdur live, so er Hanus á plátu, munandi betri enn tey allar flestu eru live. 

At bert Gaman og Álvara er tøk á vinyl, ger heldur ikki støðuna betri, tí fløgan er eitt farandi format.

Nýggjaru Poul F. Joensen pláturnar komu í lag, tá Hanus ein dag datt inn á gólvið í Studio Bloch, og nevndi nógvu óútgivnu løgini, ið hann hevði, fyri Jonas Bloch. Tað tók ikki meira enn 14 dagar, so høvdu Jónas  og Mikael Blak sett saman ein bólk, og skipað fyri trimum útseldum konsertum við Hanusi í Sjónleikarhúsinum í Havn, og eitt hálvt ár seinni var Hørpuspælarin útgivin. 

Eg ummældi Hørpuspælaran í 2010, ummælið kann lesast her.

 

Hanus segði í samrøðu við Una Leitistein Hansen í 2010, áðrenn upptøkurnar til Hørpuspælaran vóru gjørdar, at hann hevði í øllum førum 250 løg við teksti liggjandi, harav 70 við yrkingum hjá Poul F.  Á teimum trimum plátunum frá 2010-12, komu 27 av hesum løgum út. 

Síðan samrøðuna, livdi Hanus 15 ár, og tað er nokk eingin ivi um, at nógv onnur løg eru lagst afturat hesa tíðina. 

Eg havi hug at geva Una Leitistein Hansen rætt í, at Hanus átti at verið á fíggjarlógini, soleiðis at hann kundi havt brúkt tíðina uppá at dokumentera alt hetta gullið, ið hann hevði liggjandi, nú hann fór um sýn. Óansæð um hann var fyri upptøkum ella ikki. 

Takk fyri gandin, takk fyri allar ferðirnar eg slapp at uppliva teg á konsert, takk fyri teg Hanus. 

Her eru nøkur av ummælunum, ið eg havi gjørt av Hanusi: 

https://nudlar.net/2013/07/10/hanus-nemur-hjartastreingir/

https://nudlar.net/2010/08/06/hanus-i-festivalhyri/

https://nudlar.net/2011/08/05/eitt-sindur-av-endurnygging-men-ikki-nokk/

https://nudlar.net/2007/08/20/og-lotan-hin-signada-rika/

Lívið sum spælimaður

Á heysti 1993 vóru vit tríggir ungir ósikrir føroyingar, sum hittust úti á “Ungdoms Garantien” onkra staðni úti tætt við Nordhavn Station í Keypmannahavn. 

Allir tríggir vóru fluttir undan kreppuni í Føroyum, og allir høvdu vit verið aktivir í tónleikalívinum her heima.

Eg sjálvur rapprokkari í MC-Hár, Eyðfinn Drewsen í einum av fyrstu elektronisku tónleikaverkætlanunum DMG House Pumpers og poppdrongurin, tann peni og væl friseraði Róin S. Nielsen, helvtin av boyband duo’ini og favorittarnir hjá føroyskum kvinnum Róin og Magna.

Ungdoms Garantien var har fyri, at vit ungu arbeiðsloysu skuldu koma skjótt í arbeiði. Eg endaði sum telemarketing seljari í Jensenius Rengøringsmidler úti í Albertslund, Eyðfinn endaði sum teknikari í einum skúlaprojekti úti á Amager, har næmingar sluppu í studio at arbeiða við radio.

Hvar Róin endaði, veit eg ikki, men í dokumentarinum “Spælimaður við heimsins enda” greiddi hann frá, at tað var um hetta mundi, at hann fyrstu ferð fann seg sjálvan eftir at hava roykt ein joint.

Eg fór at hugsa um Eyðfinn í kvøld, tá eg hugdi at filminum um Róin Siggertson í einum fullsettum Oy. Hevði deyðin ikki tikið Eyðfinn frá okkum alt ov tíðliga, vænti eg næstan, at vit báðir vóru farnir til hendan filmin saman í kvøld.

Eg havi líka síðan hasa løtuna í Nordhavnini í Keypmannahavn fyri 32 árum síðan, altíð følt eitt serligt samband við Eyðfinn og Róin. 

Eg og Eyðfinn høvdu nógv samband, serliga í Nærvarpinum og í Føroya Húsinum. Men Róini fylgdu vit við. Vit sóu hann av og á, og hóast eg og Róin ikki fingu sama vinalag sum Eyðfinn og eg, so var okkurt slag av sambandi, ið er trupult at forklára.

Í kvøld slapp eg so at uppliva filmin, um spælimannin Róin. 

Vit eru langt frá tí poleraða Maxim Club pianistinum, ið eg møtti á “Ungdoms Garantien”.

Róin hevur livið eitt hart lív og tað dylir hann ikki fyri í filminum, og ja, harða lívið verður livað í filminum. Róin hevur stríðst og tað hevur ikki verið lætt, hvørki hjá honum, ella teimum, ið eru rundanum hann. 

Eitt stórt talent, ið hevur valt tónleikin sum sína lívsleið, og sum stríðist við tilveruna, uttan at fáa tað gjøgnumbrot, ið talentið kundi borið. 

Vit sum eru nóg gomul, minnast, tá hann var stór favorittur at gerast vinnari av “Rock Idol á TV3”, fyri síðan at verða valdur frá. 

Í filminum tosar hann eisini um hetta, og um tann niðurtúrin, ið kom aftaná. 

Tað sum rørdi meg mest í filminum, vóru fólkini rundanum Róin, mamman, ið uttan at døma og uttan hóvasták útstrálaði treytaleysan kærleika, pápin, ið við sínum praktiska kærleika, var har og fiksaði hitan í kampingvogninum. Gamli vinurin Magni, ið ikki legði so nógv í, um Róin var rúsaður, tá hann kom á vitjan, ella tá Róin møtti ov seint til konsertina, teir skuldu hava saman. Hann sms’aði bara, “eg byrji bara sjálvur, so kemur tú, tá tú kemur”. Hann letur Róin vera Róin, og eftir konsertina, so tosar hann um serliga sambandi, ið teir hava havt á pallinum, heldur enn um korterið, ið hann mátti spæla einsamallur.
Ella Sissal – vinkonan, ið spyr, um hann ikki hevur tørv á onkrum, tá hann situr uttan streym í sínum kolonihavahúsi í Keypmannahavn.  Og sjálvandi unnustan, ið gjørdist mamma at dóttrini og síðan eks unnusta og ikki minst dótturin, ið smílur og dansar fyri pápanum.

Har var so nógvur treytaleysur kærleiki, at mítt hjarta blotnaði. 

Róin er sanniliga ein heppin maður, at hava tílík fólk um seg.

Pæltur H. Evensson hevur í filmi sínum fylgt Róini í trý ár, filmað upptúrar og niðurtúrar, enntá stóru lívsbroytingina, tá Róin í einum aldri um tey hálvthundra gjørdist pápi.

Hetta er ein rørandi og vakur filmur. Hóast filmur ikki er tann miðilin, ið Pætur er mest vanur at arbeiða við, so hevur hann skapt eitt vakurt verk, ið rørir meg og kennist bæði erligt og viðkomandi.

Pætur hevur eisini duga at valt góðar samstarvsfelagar. Einastandi dugnaligi klipparin Gorm Just, man eiga sín part av hesum verki, eins og gott fólk sum Rúni Friis Kjær, ið hevur litviðgjørt og Ólavur Jákupsson, ið hevur komponerað tónleik og gjørt ljóðmyndina.

Takk fyri Róin, at tú lovaði okkum inn um, takk fyri Pætur, at tú gloppaði hesar dyrnar inn til hesa tilveruna, og takk tit, sum vóru rundanum. 

Lagið “Veruleikin” er ein afturvendandi partur av filminum, hesin sangur, ið Róin spældi inn til fløguna “Rópið á skuggarnar”, stutt fyri, at hann, Eyðfinn og eg hittust úti á “Ungdoms Garantien” í Norðhavnini í Keypmannahavn.

Tá vit fyri nøkrum árum síðan løgdu “Føroysku Rokksøguna” fram í Føroya Húsinum, spældu Róin og Dánjal Gomez hetta lagið. Eg minnist, at eg hugsaði, hvussu nógv betri tað var, nú tað bleiv sungið við eini aðrari bagasju. 

Luksusproblem ella eingin trupulleiki?

Í dag velur Tjóðveldi nýtt forfólk, bæði sum limur í flokkinum í nógv ár, og sum feminist kann eg ikki annað enn fegnast um, at flokkurin nú sum annar flokkur á tingi fer at fáa eina forkvinnu. Eg fegnist sanniliga eisini sum formaður í Demokratia, men henda hugleiðing er latin í mín Tjóðveldihatt. 

Tvær dugnaligar og royndar kvinnur, ið báðar fleiri ferðir hava fingið mín kross, eru boðini, og talan er veruliga um tvey sera góð boð, og ja, í mínari metan tey bæði bestu boðini, ið vit hava.

Hetta eru tvær kvinnur, ið hava virðing millum sínar starvsfelagar, og sum eisini hava virðing fyri hvør aðrari. 

Tær eru somuleiðis báðar somikið sterkar og kjølfestar í Tjóðveldishugsjónini, at tær fara at stuðla hinari 100%, so skjótt valið er av. Kanska er hetta í eiti eitt stríðsval, men hesar stríðast lið um lið fyri føroyskum fullveldi. 

Bert onnur verður forkvinna, og hóast eg fleiri ferðir havi havt atkvøðurætt til floksting, ja, enntá so seint sum seinasta regluliga floksting, so verði eg ikki á Hotel Føroyum í dag.

Nú sonurin heldur 30 ára føðingardag eri eg á flatlondum. Tað er tó ikki sørt, at eg hevði følt, tað sum eitt luksusproblem, at skula valt millum tvær so dugnaligar kvinnur.

Men hetta luksusproblemið er bara gott, tað er eingin trupuleiki. Heldur er tað sunt, at tað er flokstingið, ið skal velja, at tað ikki verður valt fyri okkum frammanundan, men heldur tað umboðandi demokratiið í økisfeløgum, Unga Tjóðveldi, floksstjórn og tingmanning, ið sleppur at atkvøða.

Gott val tit báðar, gott val Tjóðveldi!

Reinsaríið 10 ár

Leygarkvøldið vóru vit í 10 ára føðingardegi hjá Reinsarínum, ein ótrúliga vælspælandi bólkur spældi undir hjá nøkrum av okkara allar bestu tónaskøldum og sangarum. Ein deilig løta, við so øgiliga góðum framførslum, at man hevur trupult við at taka nakran framum annan, og ein hóskandi heiðran av spælistaðnum, ið broytti Havnina.

Eg fekk sjálvur høvið at verða frásøgufólk á kvøldinum, so hetta verður ikki eitt ummæli, men heldur nakrar hugleiðingar um Reinsaríið og um skránna hetta kvøldið.

Eg minnist væl gyltu vónirnar, tá vit stóðu í sama høli fyri 10 árum síðan, Men eg minnist eisini væl, hvussu tað var fyri 9 árum síðan, tá vit til eitt ára føðingardagin kundu hyggja aftur á fyrsta árið, og staðfesta, at Reinsaríið var blivið enn meira, enn nakar tordi at vóna.

Tilsamans høvdu yvir 300 tiltøk verið fyrstu 365 dagarnar
Stóra mongdin av tiltøkum hevði prógvað stóra tørvin, ið var á hesum spælistaðið. Saman við Perluni og Ostahúsinum var Reinsaríið vorðið hjarta í mentanargøtuni í Havn.

Her høvdu verið bæði fólkslig mentan og smalri tónleikur. Nøkur av bestu føroysku nøvnunum høvdu framført, og ung sum gomul høvdu tikið staðið til sín, sum t.d. tá nú so sera aktuelli Beinir helt 4 útseldar barnakonsertir á rað, ella tá Rainbow sangarin Joe Lynn Turner fylti hølini, eins og Tinganest, Hanus, Kári P. Sum vit eisini hoyrdu í leygarkvøldið, Bollarnir, Eivør, AVE og nógv onnur høvdu gjørt. Longu tá var Perlutorgið tikið í nýtslu, og m.a. hevði Teitur fylt økið við syngjandi gestum.

Nú eru fleiri túsund tiltøk komin afturat, har øll tey, ið fara á pall í kvøld hava roynt at fylt karmarnar heilt út.

Tórsgøta fevnir enn sum tá um Reinsaríið, Perluna, Ostahúsið og Perlutorgið, men aftuarat eru komin Garasjan, Finsen, Listahøllin, Perlugarðurin og Smiðjan í Lítluvík. Alt undir felags regnskjólinum Tórsgøta.

Hetta hevur ríka okkara bý mentanarliga og sosialt, og nú fleiri onnur spælistøð eisini eru sprottin í kommununi, so er ikki trupult at síggja, at hetta eru ringvirkningar av virkseminum í Tórsgøtu.

Leygarkvøldið kundu vit skála fyri Reinsarínum og øllum teimum dugnaligu starvsfólkunum, ið hava starvast har seinastu 10 árini, tey flestu av teimum vóru eisini har. Vit kundu eisini skála fyri teimum nógvu listafólkum, ið høvdu víst okkum sína list har seinastu 10 árini.

Tað kendist eisini rætt, at feira hendan stóra dag, við at bjóða nøkrum av hesum listafólkum á pall.

Til høvið var eitt húsorkestur sett saman, við fýra listamonnum, ið hava staðið á hesum pallinum ofta áður: Heðin Ziska Davidsen, Bjarni Lisberg, Eyðun Johannesen og Jan Rúni Poulsen, teir spældu undir hjá serligu gestunum Kára P., Jazzygold, Marius Ziska, Lenu Anderssen og Guðrið Hansdóttir.

Lagt var fyri við einum av okkara royndastu trubarum, ein av okkara bestu orðasmiðjum og eini livandi legendu, eitt slag av føroyskum Bubba, Leonard Cohen og C.V. Jørgensen blandaðum saman í einum potti, takið væl ímóti. Kára P. Sum hetta kvøldið var hesumegin ringvegin.

Meðan Kári P. longu fyrsta árið fylti Reinsaríið, var næsti serligi gestur, eitt listafólk, ið er vaksið upp við Reinsarínum, hon hevur spælt til Open Mic har, vunnnið Sement har, og spælt hópin av konsertum í Tórsgøtu. Røddin hevur altíð verið millum tær størstu, ið vit hava átt, men í Tórsgøtu er hon vaksin upp sum listafólk, búnað og vorðin eitt av okkara allar størstu tónleikanøvnum, fyrst sum Jasmin og nú sum Jazzygold!

Tað munnu vera fá, um nakar, ið hevur selt líka nógv atgongumerki til konsertir í Reinsarínum, seinastu 10 árini, sum Marius Ziska. Kanska okkara besti sangskrivari í nýggjari tíð, og ein rødd, ið spælir beinleiðis á hjartastreingir. Eg havi ofta hugsað um, hvussu Marius Ziska megnar at velja sangir frá, tá hann bert skal spæla í 45 minuttir ella ein tíma, tí hann hevur so ómetaliga nógvar perlur. Men í hettta kvøldið, tá talan bert var um 3 sangir, so má uppgávan hava kenst ómøgulig.

Tá vit tosa um Føroyskar sangskrivarar í serflokki, so er trupult at koma uttanum Marius Ziska, men tað er sanniliga eisini trupult at koma uttanum Lenu. Lena hevur seinastu 26 árini givið nakrar av bestu føroysku útgávunum út, og at døma eftir øllum heiðurslønunum, ið hon hevur fingið hesi árini, so er ivaleyst brúk fyri einum tilbygningi til húsini í Hoyvík. Fríggjadagin gav hon so sítt fyrsta føroyskt mælta lag út, sum ber boð um, at vit skjótt fáa enn eina framúr útgávu frá Lenu.

Teir góðu sangskrivararnir vóru veruliga í fokus hetta kvøldið, tí Guðrið Hansdóttir slapp at enda kvøldið. Guðrið er ein av stóru fyrimyndum, tá vit tosa um kvinnur í tónleiki. Umframt at vera ein heilt serliga gávaður sangskrivari, og songkvinna av guðs náði. So hevur Guðrið bæði sum solistur og í bólkinum Byrta, víst vegin fyri kvinnur í Rokki. Hetta gjørdi hon eisini, tá hon var ein av oddvitunum í átakinum Gentur Rokka, og Guðrið rokkaði veruliga hetta kvøldið, tá hon bant eina sloyfu á tiltakið við lagnum Pegasus.

Til lukku við teimum 10 árunum Reinsaríið

 

Verkætlanin babba

Í gjár fóru allir míni fýra synir heim aftur úr Moss. Tað kennist onkursvegna bæði sum endin á onkrum og byrjanin av onkrum nýggjum. Her hugsi eg ikki bert um, at vit “vaksnu” fóru beint av tokstøðuni á Øyafestivalin, meðan familjuferðin endaði.

Magnus tann elsti verður 30 seinni í ár, Mikal verður 23 ár, Marius 21 ár, og Tummas er blivin 16 ár. Báðir teir elstu hava maka og eru so smátt við at skapa eitt lív saman við teimum. Tveir av teimum búgva í Keypmannahavn, og tann triðji flytir væntandi niður seinni í ár. 

Tí er hetta ivaleyst seinasta uttanlandsferðin saman, uttan, at verbørn og við tíðini eisini abbabørn, koma við. 

Vit vóru øll í Oslo mánadagin, og rendu okkum í plakatina omanfyri: “Projekt pappa”. Hon virkaði nokkso beinrakin til støðuna. Ikki tí, at mín pápa verkætlan endar nú, tá børnini fara úr reiðrinum, hon varðar alt lívið. Men pápa verkætlanin broytist heilt vist, tá tey fáa sítt egna flog. Tað er soleiðis, at tað eigur at vera. 

Seinast eg og allir mínir vóru á eini uttanlandsferð saman var í 2017, tá vit fóru til WWE glíming í Dusseldorf. Onkur konfirmantiónstúrur til Danmarkar hevur eisini verið, og ein túrur til ein barnadóp í Banja Luka. Men ein tílík ordilig uttanlandsferð, uttan annað endamál enn at ferðast, saman, hevur tað ikki verið. So hetta var uppá tíðina. 

Tað var Gunn, sum fekk hugskotið seinasta ár, tá vit vóru Moss. Hon staðfesti, at um eg skuldi hava eina ferð við synunum øllum saman, bert sum brøður og synir, so mátti tað vera nú. 

Hon var skjót at bíleggja Air BNB bústaðin, úti á Framnes á Jeløya, eitt steinkast frá raðhúsinum, har hon sjálv vaks upp. 

Dreingirnir fingu so innbjóðing at koma við, og ein fyri og annar eftir játtaðu teir.

Lívið lagaði seg soleiðis, at eg gjørdist einsamallur við teimum trimum yngstu dreingjunum fyri 12 árum síðan. Hesi tólv árini havi eg havt alt tað dagliga trummirummið og uppdragilsi av teimum, pá gott og ónt. Eingin ivi um, at tað eisini er deilitt, og at nógvar fantastiskar løtur eru. 

Eg havi eisini ferðast bæði til fótbólt, tónleik og skíferiu við teimum hvør sær. Men hetta, at bara vera saman allir í eina heila viku, er heilt einastandandi gott. 

Eg var, sum stakur pápi, at fýra heimabúgvandi smádreingjum, í somu støðu, sum flestu onnur støk foreldur. Har tað ofta eru primeru tørvirnir, ið fylla tað mesta. 

Men seinastu árini, eri eg ikki longur stakur, og tingini eru vorðin lættari. Tá er gott, at onkur minnur meg á, at hetta er broytt, og at man gott kann gera okkurt serligt, so sum at fara eina ferð til Noregs øll somul. 

Hetta hevur verið ein vika pakkað við upplivingum, frá tí, at vit hittust í Gardemoen fyri eini viku síðan, til Magnus, nú sum tann seinasti, segði farvæl og fór umborð á flogtokið á Oslo S.

Vit hava svomið, siglt oynna runt og etið ís í Son, fiska krabbar og makrel (eitt sindur ógreitt um tað var makrel vit fiskaðu, eftirsum vit ongan fisk fingu), staðið á SUP, vitja mítt bryggjarí, lopið av stubetårnet, fanga pokémonar, spælt flogbólt, spike ball, stiga golf, paddle, backgammon, dart og telva og bowla. Vit hava koyrt Bolt, el-sparkihjót, etið so ómetaliga nógv gott, og drukkið minst líka nógv gott, sóla okkum, verið í Oslo og í náttarmyrkrinum hava vit leita eftir murreldi. Men mest av øllum hava vit hugna okkum saman og møtt ómetaliga blíðsskapinum frá familjuni hjá Gunn.

Saman hava vit skapt minnir og upplivingar. 

Men eg havi eisini havt møguleika at uppliva mínar dreingir í øðrum karmum. Hvussu teir hava umgingist familjuna hjá Gunn, hvussu teir bera seg at, og hvussu teir eru í nýggjum selskapi. Tað hevur frøtt meg at síggja, hvussu væl liggur fyri hjá teimum øllum. Teir eru fittir, klókir, raskir og fólkaligir. 

Teir hava duga væl við stórum og smáum og ikki minst innanhýsis. 

Eg bleiv ordiliga rørdur longu fyrsta kvøldið í Norra. Marius keypti tvey kort hjá Kiwi keypmanninum, og skrivaði mær og Gunn hvør sína sera hjartanemandi takkarkvøðu fyri, at vit høvdu gjørt hendan túrin.

Seinasta kvøldið áðrenn fráferð skrivaði Mikal vegna brøðurnar, enntá á norskum, eina so sera vakra takkarkvøðu, til tvíburðasystir Gunn, Helen, mann hennara Geir og fosturdóttir teirra Emma, ið øll hava tikið so væl ímóti okkum og rúma okkum øllum. Heilsanin varð givin saman við eini vertsskapsgávu, og eg var ikki sørt rørdur, tá hon bleiv lisin upp.

Ein frálík vika av familjuferiu er farin afturum, nú hugna vit gomlu okkum eina viku afturat, til nøsin verður vend heim aftur næsta mikudag. 

Verkætlanin babba koyrir enn, men eg kann staðfesta, at hóast tað onkuntíð hevur verið rokaligt hesi seinastu 30 árini, so er tað eydnast bara heilt væl higartil.