Bygdasligur uppá tann mest kula mátan

Morgunin í morgun bar sorgarboð. Vinmaðurin Kaj Klein er farin frá okkum. Hann er farin úr maskinrúminum uppá brúnna fyri at jamma við Karl Anton, Jimmy Hendrix, Leonard Cohen og øllum hinum.

Minningarorð

Tað er bert hálvur annar mánaði síðan, at Elin ringdi til mín, og segði mær, at Kaj var sjúkur. Tað ein skelkur, men boðini komu saman við boðunum, um, at Kaj ikki visti, at hon hevði fortalt mær hetta, og at hon ikki var vís í, at hann vildi hava, at hon segði fólki frá. Tí bíðaði eg nakrar dagar, og sendi honum so eini boð á Messenger, har okkara samskifti hevur verið tey seinastu nógvu árini. Men tað vardi meg ikki, at støðan var so ring, og at tað fór at ganga so skjótt.

Eg møtti fyrstu ferð útisetavestmenningunum Kaj og Karl Anton, tá Plastnoist spældi í Føroyum í 1992 ella 1993. Teir vóru á eini minitour, ið minnist meg rætt taldi tríggjar konsertir í Havn, eina í gongugøtuni undir hálvtekjuni í Handilskjarnanum, eina í SMS og eina í Bládýpinum og onkra á bygd eisini. Eg fór til allar tríggjar konsertirnar í Havn, tí hesir beiggjarnir og teirra bólkur fasineraðu meg.

Tað bleiv til eitt vinalag við Karl Anton, ið eins og eg hevði eina sera stóra passión fyri føroyskum tónleiki.

Tað var tó ikki fyrr enn seinni í nítiárunum, at eg veruliga kom at kenna Kaj gjøgnum Niels Arge Galán. Vit vóru á konsert saman á 5 Øren á Amager, eg haldi kanska, at Deep Purple spældi, ein deiliga hugnaligur dagur, har eg innsá, hvussu fitt menniskja Kaj var.

Seinni sluppu vit at venja við MC-Hár í upptøkuhølinum hjá Kaj í Århus, tá vit skuldu spæla á Spot Festivalinum í Århus í 1999.

Eftir, at Karl Anton doyði gjørdist tilknýti til Kaj enn tættari, og eg man hava verið til flest allar konsertir hjá honum í Føroyum seinastu 15 árini ella so. Ikki bert tí, at vit vóru vinmenn, men tí at Kaj í mínari metan er ein av Føroya allar størstu sangskrivarum. Fløgurnar “Úr Maskinrúminum” og “Í andglettinum” eru báðar í mínari metan meistarverk. Tað hevur ofta undra meg, hví sangir sum “Pallas Pengar”, “Sigi sum er”, “Sawyer” og aðrir ikki hava fingið størri rúmd í føroyskum útvarpi.

Kaj var sum sangskrivari serstakliga fólksligur, ja, faktiskt næstan bygdasligur, men als ikki á ein kiksaðan máta, tí Kaj var so ólukksáliga kul, at hann sjálvt dugdi at vera bygdasligur uppá tann kulasta mátan.

Eg havi savnað nøkur av bestu løgunum á hesum playlistanum.

Eg minnist nógvar ótrúliga góðar konsertir, og ein av teimum heilt góðu, var tá eg og Niels fóru til Nólsoyar eitt sunnukvøld í januar í ár, at lurta eftir Kaj Klein and The Force Majeures, ið spældu nøkur av bestu løgunum hjá Kaj og Karl Anton.

Ein fantastisk konsert og eitt festligt og váttligt kvøld fyri meg og Niels, ja, satt at siga kendist tað mest sum ein partur av sanginum “Pallasa pengar” tað einu løtuna. Men sum Kaj segði nakrar dagar seinni, “Tað var bara gevaldigt, haldi eg”, og tað var nettupp gevaldigt. Kaj var gevaldigur.

Fantastiski Terji Rasmussen hevur skjalfest konsertina á film, og vit kunnu tí uppliva ella enduruppliva part av henni á Youtube.

Man kann ikki tosa um Kaj, uttan eisini at tosa um Elina, og eg kann ikki ímynda mær, hvussu tú hevur tað Elin. Tit hoyrdu saman, og nú er annar parturin farin frá okkum. Eg hugsi um teg, og øll tykkum í familjuni. Eg vóni, at tíðin fer at lekja sárini, so frætt, at gleðin um minnini fyllir meira enn saknurin.

Eg gjørdi eina samrøðu við Kaj til Sosialin í januar 2014, tá vóru fleiri fløguætlanir á skránni, og hann hevði longu fleiri enn 50 sangir klárar, men avleiðingarnar av ferðsluóhappinum, ið hann hevði verið fyri, vóru ein stór forðing. Men bæði árræði og ætlanir vóru stórar. Tíanverri eru hesar tó ikki komnar út.

Sjálvt um eg sjálvandi syrgi um Kaj, so kann eg ikki annað enn fegnast, um tað fantastisku lagaskjáttu, ið hann legði eftir sær. Her koyrir mín playlisti á repeat og eg má smíla, tá eg hoyri hesa røddina, saman við hansara gittarspæli, kórrøddini hjá Mariu Guttesen og hammond spælinum hjá Palla Hjort, hetta er lívsjáttandi tónleikur.

Verðin er munandi fátækari, nú djúpa røddin úr Vestmanna/Toustrup Mark er tagnað.

Fólkaflokkurin er sum alkopops

Fólkaflokkurin drívur eitt ótrúliga flott valstríð, flottar lýsingar og bleytir boðskapir. Familjan er í fokus siga tey, í einum filmi, ið er so reinur og penur, at um eg ikki visti betri, so hevði eg hildið tað verið eina lýsing fyri Scientology. 

Seinasta nýggja eru realitysendingar við valevnunum, ið sita og svara spurningum, ið tey ikki kenna frammanundan. Nógvur dentur verður lagdur á, at spurningarnir verða svaraðir erliga. Eg veit ikki, um hetta skal skiljast, sum ein sonevndur disclaimer:

*Fólkaflokkurin ger vart við, at í júst hesi sendingi svara okkara valevni erliga.

Sendingarnar eru ivaleyst fínar, og vit koma inn undir húðina á hesum valevnunum. Eg eri sum marknaðarføringsmaður sera imponeraður. 

Men heilt erligt, Fólkaflokkurin er ikki broyttur innast inni, hóast innpakkningurin er ein annar. Hetta er enn flokkurin, sum virkar fyri tey fáu. Hetta er flokkurin, ið skal tryggja, at nakrar heilt fáar hendur hava alt økonomiska valdið í landinum. Flokkurin sum gevur meira til tey, ið hava nógv, og skerð inn á bein hjá teimum, ið ikki hava nokk.

Hugsjónin um, at tá tað regnar á prestin, so dryppar tað á degnin, og av honum niður á altardreingin og so víðari, er ikki heilt burturvið, men tá prestur hevur bygt eina takarennu, ið gongur beint niður til Hollands, so er ikki nógvir dropar eftir til altardreingin, klokkaran og gravaran. 

Eg kann ikki lata vera við at hugsa um, at Fólkaflokkurin í hesum valstríðnum er eitt sindur, sum hesar sonevndu alkopops. Brennivín latið í pakkning sum bomm, sær søtt og ófarligt út og smakkar eisini søtt og ófarligt. Eitt nú Bacardi Breezer, Smirnoff Ice og annað líknandi. 

Man drekkur tað uttan at vita, at tað er skítfarligt, og áðrenn man veit av liggur man og spýr tarmanar úr sær. 

Man átti jú at vita tað, hugsar man dagin eftir, tí man hevur jú bæði roynt Bacardi og Smirnoff áður, og tá var støðan tann sama.

Aja, tað sær út í øllum veljarakanningum, sum um kampanjan hjá Fólkaflokkinum riggar væl, man fær valuta fyri pengarnar. 

Vónandi verða timburmennirnir ikki so øgiligir, sum eg ræðist fyri.

 

Vit síggjast aftur komandi G!

Enn eitt G! er farið afturum – hesin festivalurin er altíð eitt hæddarpunkt á summarinum, og so var eisini í ár. 

Leygardagurin var at hyggja til fyri meg ikki so øgiliga áhugaverdur tónleikaliga. Jú, gamaní visti man, at Fatboy Slim uttan iva fór at levera ein góða DJ veitslu á sandinum, og Hans Andrias er aftur tøkur við nýggjum tilfari, hesaferð á føroyskum, tí kundi tað eisini gerast gott. Men persónliga var eg mest spentur um Gretu Svabo Bech. 

Fór Greta at klára at fylla sandin við fólki? Fór hon at bera á mál? Fór hon at fáa fatur í áhoyrarunum? Skapa neyðuga sambandi og stemningin? 

Greta hevur í mun til hini føroysku nøvnini á skránni við “Raise your Weapon”, eitt multimillióna hitt  at dúva uppá. Eitt lag, ið enntá varð tilnevnt til ein Grammy. 

Men tað eru immervekk 9 ár síðan, at Greta hittaði saman við Deadmau5, og ofta hava konsertirnar seinastu árini verið low key, og uttan bólk. Tí tyktist tað meira enn djarvt at seta hana á stóra pallin. 

Katastrofal feilbóking?

At síggja til, var eisini talan um eina katastrofala feilbóking, tá konsertin byrjaði. Sera fá fólk vóru á sandinum, neyðuga atdráttarmegin var opinbart ikki har. 

Væl bakkað upp av Per Ingvaldi Højgaard Petersen, Sakariasi Joensen og Matthiasi Kapnas, og sera flottum visuals, stóð Greta mitt á risastóra pallinum, frammanfyri tómligu strondini.

Poppveitsla

Hetta tyktist tó ikki at darvað teimum á pallinum. Tey blástu eitt popshow av sera høgum støði í gongd, og tað vardi ikki leingi, so høvdu tey drigið nógv fólk oman á sandin. 

Tey tóku avbjóðingina og vunnu á henni. Fólk, ið hevði ivast bleiv drigið oman í popveitsluna, og vit sluppu at uppliva eina langa røð av vælskrivaðum poppløgum, m.a. omanfyri nevnda “Raise your Weapon”. 

Greta og vælspælandi bólkurin leveraði eina av allar bestu framførslunum í ár, og tað er eingin ivi um, at hetta er tað slagið av pallum, ið Greta eigur at spæla á.

Vælskipað DJ Show

Høvuðsnavnið í ár var uttan samanbering Fatboy Slim, og hann skuffaði heldur ikki. Vit fingu eitt væl komponerað DJ show, við orku og megi. Alt hekk væl saman, ljós, skermar, løg og framførsla. Hesi DJ showini hava seinastu árini tikið yvir festivalarnar, fyri gamlar menn sum meg, ið elska rokkin, er tað næstan hugstoytt, at stóru rokkshowini ikki eru tað berandi á festivalum longur. Men tá man upplivir hvussu gott lív er í, má bara staðfestast, at hetta riggar, og tað riggaði eisini hjá Fatboy Slim. 

Eitt pluss eitt, kann gott geva meira enn tvey

Sum altíð á G! so eru upplivingarnar nógvar og ymiskar. 

Eitt nú var leygardagurin eitt studium í hvussu tvímansbólkar kunnu rigga ella ikki. Eitt nú var samanrenningin millum Hans Andrias við sangi og kassagittara og Torleik Mortensen á kontrabassi, rættiliga magisk. Teir komplementeraðu hvønn annan so ómetaliga væl, og fínu løgini hjá Hans Andriasi stóðu sterkari enn nakrantíð. Tað ljóðaði hamrandi væl. 

Somuleiðis frálík var konsertin hjá sama Torleiki og Andreasi Tykjær Restorff, ella Hettaher, ið teir kalla seg. Saman skaptu teir ein stórfingna ljóðmynd í fjósinum.

Tað kennist ótrúliga nøktandi við tílíkum góðum tónleikaupplivingum har tú upplivir, at hetta er júst tann rætta samanrenningin millum tónleikarar. Ein annar bólkur, ið eisini royndi seg við tveimum ljóðførum var enska duoin Ferris & Sylvester. 

Tvey ung fólk, við hvør sínum gittara. Eingin ivi um, at serliga bergtakandi røddin hjá songkvinnuni er góð og nokk mest berandi elementið hjá teimum. 

Sparsommiliga instrumenteringin er teirra stílur. Eg helt tó ikki, at hetta helt líka væl á konsertpalli, sum á upptøku. Meðan eg stóð og lurtaði, so saknaði eg ein bólk at bakka tey upp, kom við einum trummuleikara og einum tangentleikara, so kundi hetta verið ordiliga gott. Tí meðan Hans Andrias og Torleik við tí minimalistiska megnaðu at skapa júst røttu ljóðmyndina til síni løg, so kendist tað næstan, sum um Ferris & Sylvester desperat royndu at kompensera fyri, at tey ikki høvdu bólk við sær. Teirra roynd tyktiskt at vera at skapa ein ljóðmynd, ið leiðir tankarnar til White Stripes, men meðan Jack White og Megan White meistra hetta, so kendist hetta meira sum ein roynd. 

Hip hop dugir okkurt

Eg mátti so eisini enn einaferð staðfesta, at hip hop dugir okkurt, ið hini ikki duga. Aftur leygardagin, var tað íslendskt hip hop, ið fekk alt uppá kók. Emmsje Gauti megnaði veruliga at seta lív í, eins og Jóipé X Króli gjørdu fríggjakvøldið, Noah Carter hóskvøldið og UndirGrundin mikukvøldið. Gott at G! hevur latið skránna upp fyri hip hop.   

G! lærir og G! roynir

Har hendur so nógv á G!, fyri nøkrum árum síðan, var maturin stutt sagt redsilsfullur, hetta tók man hond um, og saman við Gist & Vist, ið var stóri matsyndarin, hevur man vent gongdini, so festivalgestir nú kunnu velja millum alskyns lekkrar rættir, her má eg nevna Brioche burgaran, ið var framúr góður, tá eg royndi hann fríggjakvøldið, og rættiliga góður, tá eg fekk mær ein afturat leygarkvøldið. 

Enn eitt fjós var latið upp, og har var stúgvandi full drinks barr, og hinumegin vegin var Mikkeler við ymsum betri ølum, enn tær, ið man fekk í nógvu vanligu ølteltunum. 

Hetta er sama við øllum tí nógva, ið hendur í fjósinum frálík ting.

Í ár gjørdi G! so eisini eina roynd at apa eftir Summarfestivalinum, við at leggja langar steðgir inn millum konsertirnar. Hetta oyðilegði flowið, og fekk í øllum førum meg at rýma heim fyri tíð, tí eg ikki tími at standa í reginum og bíða. Men hetta havi eg longu bloggað um.

Forbannaðir steðgir og ein ukulele – annars fínasta slag

Leygarmorgun – eg eri nýliga vaknaður í húsunum vit hava lánt í Fuglafirði. 

Fyri meg er hetta 4. dagurin á G!, ið so smátt byrjar. 

Nakrir tjaldarar við meira enn vanligum árræði, valdu at byrja festivalin við eini konsert mikukvøldið, og tá sonurin skuldi spæla har, endaði eg í leiklutinum sum sjafør og roadie – hetta er nýggi leikluturin. 

Sonurin heldur tað vera nokkso stuttligt, at meðan pápin gongur við sínum keypta ljósareyða og hvíta G! armbandi, so hevur hann fingið eitt svart og blátt VIP armband. 

Tíðin er nokk komin, at eg skal venja meg við hesa støðuna. Tí um tit ikki vita tað enn, so er sonur mín Marius heilt óluksáliga dugnaligur. Eg ivist ikki í, at komandi ár verður lítli heimagjørdi tjaldingarpallurin skiftur út við størru pallarnar á G!.

Hóast ljóðumstøðurnar á tjaldingarøkinum mikukvøldið vóru avbjóðandi og tað regnaði rættiliga illa, so fingu Marius og Jonas, ið er hansara DJ, veruliga lív í fjøldina. 

Tað er nokk lítil ivi um, at henda konsertin forpliktar, og at G! komandi ár mugu punga út til eitt ordiligt annlegg, tí glaðu tjaldingargestirnir hava nú fingið smakkin fyri tí.

Men tað fer tíðin at vísa. Nú er leygadagur og mjørkin liggur enn ein dag argandi kring bygdina, og eg hugsi um hesar dagarnar, ið eru farnir. Hvør er G! kenslan í ár?

Mangli at trokast

Sandurin er rættiliga stórur í ár, og tað kann vera avbjóðandi. 

Ikki avbjóðandi á sama hátt, sum tá sandurin er lítil, og man ikki veit, um stóri pallur verður avlýstur. 

Men ein stórur sandur ger tað trupult at savna eina nóg stóra mannamúgvu til at tað ordiliga kókar. Jú gamaní all stars konsertin, ið lat pallin upp, Phlake og eisini Eivør savnaðu nógv fólk, men har gjørdist ikki trongt uppá tann góða mátan. 

Spæliplássið vinnur

So er betri lív í á spæliplássinum, ið aftur í ár stendur fyri bestu konsertupplivilsunum. 

Eg fekk tíanverri bert um endan á Jasmin konsertini, men tað eg hoyrdi var framúr gott. Eisini danska hip hop navnið Noah Carter fekk spæliplássið uppá kók, á ein hátt sum nøvnini á stóra pallinum mugu misunna honum. 

Áleið somu kenslu fekk eg, tá íslendsku rappararnir Jópé x Króli við bólki skaptu villastu veitslu higartil á spæliplássinum. 

Men spæliplássið dugir eisini onnur ting, tær friðarligu konsertirnar fyrr um dagin, har fólk á onkran hátt bara situr og kemur fyri seg eftir dagin fyri, her má Marius Ziska nevnast fyri eina sera góða framførslan. 

Eitt annað dømi um tað friðarliga var konsertin hjá Rebekku Petersen. Við einum framúr góðum bólki stillaði stillføri sandingurin upp. Eg havi í nógv ár verið fjeppari av Rebekku, hennara stillu løg, øðrvísið tekstir og dragandi rødd eru heilt serlig. 

Hon hevur uttan iva arbeitt nógv við sínum úttrykki seinastu árini, men tíanverri ikki bert til tað betra. Konsertin var (uttan iva heilt tilvitað) so friðarlig og at eg endaði við at keða meg. Vit hava longu Leu Kampmann, Døgg Nónsgjógv og Elinborg Pállsdóttir, ið spæla hetta melankolska, og á stórum konsertpallum er tað ein altíð ein avbjóðing. 

Eivør gandaði

Her kunnu Rebekka og allar hinar hyggja at Eivør og læra ein heilan hóp. Eivør hevði eina ótrúliga dynamiska, hugtakandi og gjøgnumførda framførslu á sandinum. Bæði við atliti til løg, ljóðmynd, uppbygging av skrá, dynamikk og alt tað visuella, so munnu vit sjáldan hava sæð ein føroyskan bólk, ið er so gjøgnumførdum sum Eivør var í gjár. Men tað hevur sanniliga eisini tikið Eivør nógv ár, at gerast so gjøgnumførd sum hon nú er. 

Sprellimenninri í Joe & The Shit Boys góvu eitt orkufult spark í afturpartin til okkum øll. Konsertin á spæliplássinum var bæði herlig og stuttlig. Tað er torført ikki, at hugsa um 200, tá teir vóru 20 ár yngri, tá man hoyrir Joe & The Shit Boys. Føroyski tónleikapallurin hevur tørv á hesum slagnum av bólkum. 

Forbannaðu steðgir

Well, 4. dagurin byrjar nú. G! hevur higartil verið heilt ok. Tó hevur eitt nýtt og sera keðiligt rák rakt festivalin í ár. 

Júst eins og vanligt er á Summarfestivalinum, hevur G! í ár valt at leggja langar steðgir millum konsertirnar. 

Hetta er stutt sagt av helviti til. Føroyska veðrið er als ikki gott nokk, til at man skal ganga og keða seg millum konsertirnar, tað oyðilieggur flowið, og t.d. valdi eg at fara heim í nátt, tá tað fór at regna, og steðgurin millum Jópé x Króli og Týr var so langur. 

Vónandi verður hetta broytt aftur næsta ár. G! tit áttu altso ikki at apa eftir teimum keðiligu rákunum norðanífrá.

Vaksnir menn spæla ikki ukulele

Sum sagt, eitt fínt G! annars, men eitt lítið hjartasuff tó. Í gjár var 3. dagur. nakrar øl vóru farnar niðurum hóskvøldið, uttan tó at nakað vet av timburmonnum vístu seg fríggjamorgunin, altso ikki fyrr enn eg á spæliplássinum hoyrdi nýggja bólkin hjá Pálli Brim, Lunacci & The Lunatics. Ljóðið av eini ukulele fekk timburmennirnar at vísa sína ljótu síðu. 

Harra Guð altso, eitt er at smágentir og menn av Hawai, ið viga 200 kilo, spæla ukulele, men vaksnir vestevropeiskir menn mugu for tramin taka seg saman. Keyp ein gittar ella lat vera! Eingin tímir at lurta eina heila konsert eftir einum grannvaksnum manni, ið klimprar á tað sum í roynd og veru er eitt BR ljóðføri. 

At tú onkursvegna slapst avstað við tí í Danny & the Veetos, er ein vitnisburður um, at løgini hjá Danny & The Veetos vóru sera sterk, og at Danny var ein frontfigurur í serflokki. 

Gleði meg til Gretu

Nú er 4. dagur, høvuðsnavnið Fat Boy Slim er á skránni, og munnu vit ikki eisini fáa fleiri aðrar góðar konsertupplivingar?

Fyri meg eru nøkur “must” í dag. Ein av okkara bestu popplagasmiðjum Greta Svabo Bech fer á stóra pall við einum framúr góðum bólki aftanfyri seg. Hetta hevur potentiali til at gerast ein tann besta konsertin í Føroyum í ár. 

Eisini gleði eg meg til Hans Andrias á spæliplássinum, og søguna um G! í fjósinum. Eg ynski tykkum øllum ein framhaldandi góðan G!

Illtonkt stinkaði í gjár

Nú úttalaðu eg og Marius okkum um Illtonkt í sendingini Lyst í gjár.

Hetta var útfrá framførslunum hjá Silvurdrongi og Allahn. Tvær fínar framførslur, ið bygdu brandið Illtonkt, sum nakað spennandi nýtt og gott.

Men harra mín guð altso, alt, sum hasir báðir bygdu upp, bleiv væl og virðiliga brotið niður í gjár, tá annar partur av Illtonkt kom út. Fyrireikararnir áttu veruliga at sett eitt lítið góðskukrav til tilfarið, ið teir leggja út. Míni nossir krupu hálvavegna uppaftur í kroppin, og eg havi gingið og hoppa allan dagin fyri at fáa tey niður aftur.

Tað var serliga Bárður DC, ið skaraði framúr í síni vánaligheit í hesum beint út sagt elendiga partinum av Illtonkt.

Fy for helviti sigi eg bara!

Bárður hevði so torført við at ríma á føroyskum, at minst 40% av orðunum vóru útlendsk, hansara artikulering var so ring, at man næstan ikki skilti hann, og so hevði hann bara tveir vinklar, ið hann helt vera stuttligar “Hehe, eg havi mogga mammu tíni” og “Hehe, tú ert bøssi”

Javel, ikki beinleiðis kreativt val av vinklum, men hevði hann so kunna gjørt okkurt kreativt við vinklunum, so hevði tað kanska verið ok. Men nei, punchlines vóru ongar, og tað er einki stuttligt at kalla ein ungan mann, ið gongur í Sirkus og er partur av tí alternativa partinum av ungdóminum fyri bøssa, tí faktiskt skíta tey ungu á um onkur er bøssi, tað er ikki sum, tá eg (og Bárður) var ungur, og tað var stuttligt í sær sjálvum at onkur er bøssi.

Eg segði í gjár, at eg helt meg vera for gamlan til at luttaka. Bárður, sum er væl yngri enn eg, vísti veruliga hvussu galið tað kann ganga, tá ein roynir at spæla yngri enn man er.

Solow, var ikki nógv frægari, kvaldist í orðinum og gloymdi sín part, so hansara 2 minuttir blivu heldur stuttir. Rímini vóru tvungin ofta við at umskipa setningnarnar, so teir kennast heilt konstrueraðir. Eitt sindur sum ein 12 ára gomul genta, sum júst byrjar at yrkja.

Tó so, Solow var nakað væl frægari enn Bárður, ið annars førir í atkvøðugreiðlsuni beint nú. Vónandi fara mínir skilagóðu lesarar at atkvøða, soleiðis at vit sum land ikki siga, at hatta sum Bárður gjørdi var betri enn nakað annað í verðini.

Eg tosaði við ein, ið royndi at siga mær, at tað var mín smakur, og at eg ikki kundi siga, at Bárður var vánaligur, tí onkur helt tað vera stuttligt. Tað er so eisini sjón fyri søgn, Bárður er frammanfyri Solow í atkvøðugreiðsluni. Farið inn og broyti tað her.

Men vita tit hvat, tað passar ikki, at Bárður var eitt sindur stuttligur, ella at tað snýr seg um smak.

Eksekveringin var ómetaliga ring, heilt galið, sum eg havi sagt omanfyri, bæði í framførslu og í tilfari.

Har eru tveir møguligar orsøkir til at halda tað vera stuttligt. Eitt er at man bara hatar bøssar, og tí heldur tað vera stuttligt, at onkur brúkar bøssi sum nakað fornermandi. Hin orsøkin er um tú ert skápsbøssi, og okkurt kitlar í tær, tá onkur kallar ein annan bøssi.

Nú onkur øsir seg, um at eg eri for bersøgin her, so hava hesir báðir stilla seg upp til Illtonkt, og mugu tola sama tóna aftur.

Mynd: Illtonkt

46 er eitt tal

Tavadenn so var man 46 ár. Aldur er bert eitt tal, vilja tey vera við. Eitt annað tal er 393, tí 393 heilsanir fekk eg  á Facebook í sambandi við føðingardagin.

Eg havi nú sitið og lisið allar heilsanirnar, summar eru kreativar, summar rørandi, einkultar langar og nógvar eru stuttar, og kanska sum man í karakterbókini segði “Av handahógvi merktar”, men hóast hetta so betýður hvør einasta heilsan nakað fyri meg.

Hvørt navn og hvør mynd vekir onkra kenslu. Oftast er tað eitt minni, hugin at smíla, antin um minni, ella um persónin. Men eisini onkuntíð vekir heilsanin eina undran, hvør er nú hatta? Handan sær gott út, man hon vera gift? Ella hvar tramin minnist eg teg frá?

46 er eitt tal og 393 eitt annað tal, og skal man gera upp í tølum, so havi eg 1 hús, 4 børn, 1 skeggdreka, 1 fyritøku, 2 bilar, og hópin av fittum fólki rundan um meg.

Júst hetta við at hava góð fólk rundanum seg er so ótrúliga viktikt.

Sjálvandi fyrst og fremst synirnir, ið geva mær so nógva gleði og so nógvan stoltleika í gerandisdegnum. Men sum sanniliga eisini avbjóða mínar førleikar sum menniskja, og hendan kenslan av, um man er ein nóg góður pápi er altíð sterk. Men tá eg samstundis síggi, hvussu væl tann elsti sonurin klárar seg, so man tað ikki vera heilt galið.

Eg havi eisini fantastisk foreldur, ið hóast eld nokkso fitt eftir nøkur heilsuliga strævin ár, enn eru mær dyggir stuðlar.

Og so eru tað vinirnir, eg havi ein flokk av sera tøttum og góðum vinum, summar síggi eg kanska ikki so ofta, men tá eg síggi teir, so er vinalagið líka tætt. Men har eru eisini góðir vinir, ið eg brúki nógva tíð saman við, tað er viktikt og hitar mítt hjarta.

Frítíðin sum einligur pápi við trimum heimabúgvandi synum, ber kanska í so nógv brá av at vera ein renning millum uppvaskimaskinu, vaskimaskinu, snórum, komfýri og øðrum húsarhaldstólum. Umframt sjónvarpið, ið nokk eisini á onkran hátt er eitt húsarhaldstól. Men tá er gott eisini at hava vinir, ið koma á gátt, lokka meg í býin, í Gundadal ella bara ringja og siga hey.

Í dag kunnu tøl eisini ávirka lagið, Chelsea spælur beint nú móti Fulham, og seinni í dag er stórsteypadystur millum HB og B36, eg havi hoyrt, at B36 hevur so nógvar skaddar leikarar, at teir umhugsa at byrja við 9 monnum, livst so spyrst.

Nú fer uppmerksemið til sjónvarpsskíggjan.

Oyje – eitt sindur kensluborið hetta her

Í kvøld var eg á Landavegnum 70 og las málaran av. Foreldrini hava í dag latið lyklarnar inn í Betri Heim, tann seinasta lykilin hevði eg, tí eg skuldi framvið at siga farvæl við barndómsheimið.

Eg hevði avtalað við Tummas, yngsta sonin, at hann skuldi sleppa ein síðsta túr runt í húsinum, áðrenn tey endaliga vóru latin til nýggja eigararnar Elisabeth og Hergeir. Tá so málarin eisini skuldi lesast av, so bjóðaði eg, at vit gjørdu hetta um somu leið. 

Tummas liggur við krími, men lat seg væl í, og so fóru vit báðir. 

Eina síðstu ferð bakkaði eg inn í garðin, henda bakking, ið varð gjørd við bivandi hjarta, tá man júst hevði fingið koyrikortið, gongur í dag nærum uttan at hyggja (ikki minst tí, at innkoyringin er víðka eitt sindur fyri nøkrum árum síðan).

Seinastu tíðina hava vit borið nógv út av Landavegnum, bæði smáting og stór ting. Íbúðin á Heimasta Horni er nú á tremur við heimligum tingum, eins og bæði Rótikassin, Reyði Krossur og Sandvíkarhjalli hevur fingið sítt. 

Mín hjallur er eisini skítfullur av ymiskum, ið babba helt at vit fóru at fáa brúk fyri, alt frá trykkspularum til kúbein, frá grindakaggum til kunsttøð og frá penslum til høggijarn. Men hendan kenslan av at vit tømdu barndómsheimið hevur ongantíð veruliga sligið meg. Fólk hava spurt meg, hvussu tað kennist, og eg havi svarað, at skápini kendust tung at bera, ella okkurt annað smart ass svar, tí eg kendi tað als ikki sum nakað serligt. 

Men tá eg í dag gekk inn eftir flisunum, lat úthurðina upp seinastu ferð, vitjaði øll kømur, hugsaði um øll minnini, og luktaði luktin av hesum húsunum eina seinastu ferð, tá slóg kenslan meg, av hvussu serligt hetta í veruleikanum er.

Í gongini var heitt, sum vanligt, hatta fantastiska gamla tapetið við blómumynstrinum. Tær heitu flisarnar, ið eg so ofta havi traðka á, eftir at hava latið meg úr váta karminum á trappusteininum, tá eg var dottin í Rættará ella í bassengið, ella kanska enntá Matará ella Sandá.

Køkurin har so nógvir drekkamunnar eru druknir, har Magnus tann elsti av mínum synum plagdi at grulva, tá hann sum fyrst fødda ommu- og abbabarn vitjaði á Landavegnum, og har sum allir hinir eisini hava grulvað. Bonkurin har eg havi sovi so mangan lúrin. 

Stovan har øll jólini eru hildin og har babba plagdi at lesa Sølvpil fyri okkum systkjum, og har vit drukku drekkamunn og ótu heimabakaðar smákakur, tá gestir, ið ikki vóru sum húsfólk, vitjaðu. 

Stóri gangur har sjónvarpið hevur staðið øll árini, síðan tað kom í húsið. Eg mátti hugsa um fyrsta sjónvarpið, tað var av slagnum Fisher, haldi eg. 

Eg fór inn í kamarið, mítt kamar, hetta kamarið, ið plagdi at vera tvey kømur, men bleiv gjørt til eitt, tá Mathilda flutti til Danmarkar og Janus fekk hennara kamar í kjallaranum. Eg mintist nógvar langar nætur, har eg sat uppi og spældi Pirates á Commodore 64 har. Eg hugdi at kamarshurðini, har hurðaplakatin við Samanthu Fox plagdi at hanga. Hetta kamarið, har eg havi havt so nógvar stuttligar og góðar løtur saman við vinum. Eg kom at hugsa um 18 ára føðingardagin, ið eg helt har, hetta kvøldið, ið eisini var, tá eg fyrsti ferð hevði eina damu at yvirnátta.

Við síðurnar av, kamarið hjá mammu og babba, eisini við blomstruttum tapetið, og merkjunum í teppinum av songini, ið hevur staðið í sama stað í eini 35 ár. Henda songin, ið nú stendur á Heimasta Horni. Tey gjørdu sku’ kramm back in the day. Eg minnist, hvussu eg ofta sum barn kreyp inn í kamarið um náttina at liggja ímillum tey, soleiðis sum mínir dreingir eisini hava gjørt eftir meg. 

Ein klumpur vaks í hálsinum, og tá eg fór út í køkin aftur, og legði lykilin til húsini í vindeygakarmin, kom eg at hugsa, at eg nú fyri fyrstu ferð í eini 40 ár, ikki kundi læsa meg inn aftur í húsini.

Hóast eg langt síðan havi fingið mítt egna heim, og mína egnu familju, so hevur Landavegurin 70 altíð kenst sum heim eisini, sjálvt nú innbúgvið var farið, so kendist hetta sum heima. Tað var kensluborið, tá eg tók í lási á úthurðini seinastu ferð, og fór út í tún. 

Alt mítt lív hava vit átt Landavegin 70. Í morgin eigur ein onnur familja hesi húsini. Eg vóni, at tey fara at fáa líka nógva gleði av húsunum sum vit, og at tey eisini verða líka góð við húsini, sum vit hava verið – Tí vita tit hvat? Eini hús eru ikki bara eitt ting, tey eru eitt heim. 

Deyðsfellur í morgunferðsluni

Aftur í dag mundi tað gingið galið, tá eg setti sonin av við Skúlan á Argjahamri. Eitt foreldur, ið føldi at barn teirra ikki tolir at ganga nakrar metrar í regndropum, mundi bakka á Tummas, tá hann í regninum rann úr bilinum hjá mær inn í skúlan, lukkutíð var Tummas uppmerksamur og steðgaði fyri bilinum, ið nærum bakkaði í blindum. 

Nakrar minuttir seinni koyrdi eg so framvið næstu deyðsfelluni, ið eg møti dagliga, avbrotnu gongubreytini millum Glasir og Bónus. Í morgun var tó eingin, ið leyp út fyri bilin her, so hóast fóturin var klárur á bremsuni, so slapp eg undan at traðka á hana – hesaferð. 

Eg seti vanliga synirnar av á ávikavist Argjahamri og Glasi á veg til arbeiðis. Tað gera nógv onnur eisini, tí er ferðslan nógv kring báðar skúlar. Men hóast hetta verður als ikki nóg mikið gjørt fyri at gera økini trygg hjá børnum og ungum at ferðast. Faktiskt tvørturímóti – tað er eftir míni bestu sannføring bara ein spurningur um tíð, áðrenn onkur kemur til skaða ella tað, sum verri er.

Bumm fyri

Mynd í dagsljósi, har tit síggja, hvussu tætt við skúlan parkeringspláss eru, har tú uttan vanda kanst seta fólk av.

Skúlin á Argjhamri er millum nýggjastu skúlar í landinum. Her er sanniliga tikin hædd fyri parkering. Eitt stórt parkeringspláss er beint niðanfyri skúlan og niðanfyri barnagarðin beint við síðurnar av skúlanum er eisini eitt parkeringspláss. Sostatt er eingin orsøk at bilar skulu koyra inn á plássið við inngongdina at parkera meðan barnið fer av, og slett ikki um morgunin, tá eini 3-400 børn og lærarar ganga har.

Vanliga mannagongdin er, at bilar steðga í rundkoyringini at seta børn av, børnini skulu síðan ganga/renna alt eftir hvussu veðrið er, yvir til inngongdina. Onnur børn koma við bussi, og eisini tey skulu yvir um hetta plássið. Nú í myrku tíðini er ofta illfýsið og sýnið er ringt. Tá velja fleiri foreldur, ivaleyst í gáloysni, at koyra inn á plássið, at seta børnini av, og síðan bakka út aftur. 

Myndin er tikin í dagsljósi, og vísir rundkoyringina har tey flestu steðga bilinum og lata børnini sleppa av, umframt (parkerings)plássið, har børnini ganga inn í skúlan.

Hetta er so ótrygt, sum tað kann vera, tí man bakkar út í ein stríðan streym av børnum, ofta nærum í blindum. Hetta er eisini óneyðugt, tí um tey vilja geva børnunum betri tíð at sleppa úr bilinum, eru ríkiligt av parkeringsplássum við barnagarðin og niðanfyri skúlan. 

Eg var foreldraumboð fyri nøkrum árum síðan, og skeyt tá upp fyri foreldraráðnum at fáa ein bumm settan fyri plássið við inngongdina, tí bakkandi bilar og børn, sum renna, eru ikki eitt gott bland. 

Góðu tit á kommununi, kunnu tit ikki bara seta in bumm upp har, og góðu foreldur á Argjahamri, latið heldur tykkara børn fáa nakrar regndropar í høvdið, enn at bakka á okkara børn. 

Gloymda gongubreytin

Eg havi áður skrivað um ferðsluviðurskiftini kring Glasir, og skilji ikki, hvussu tað ber til, at man ikki hugsar um atkomuviðurskifti fyrr enn aftaná skúlin er latin upp. Eg skilji heldur ikki, hví man skal steingja hálvan Marknagilsvegin í fleiri mánaðir, tí okkurt arbeiði skal gerast, og hví tað skal vera eitt so langt strekki í senn, tá arbeitt bert verður á einum lítlum parti av avbyrgda økinum. Eg meini so við, eg var í Danmark fyri tíð síðan, tá stongdu tey allan H.C. Anderssens Boulevard eina nátt, og øll gøtan varð asfalterað, áðrenn morgunstundin kom. Her er ein ávísur munur á effektivitetinum. 

Men tað var ikki hetta, ið eg skuldi skriva um. Har er ein onnur deyðsfella, ið er so løtt at ordna, at eg simpulten ikki skilji at tað ikki verður gjørt beinanvegin.

Beint um hornið við Bónus steðgar gongubreytin knappiliga, frammanfyri er eitt dýkið av grúsi og runu og har er illa gangandi, sostatt mugu øll, ið koma frá hasari síðuni ganga yvirum vegin. Tannáringum so líkt, so eru tey ikki serliga vakin frá morgunstundini, tí kann eg ikki longur telja á einari hond, hvussu ofta onkur hálvsovandi er gingin beint út fyri bilin hjá mær. 

Eg eri sjálvur so gamal, at eg eri klárvakin, tá klokkan er farin av 7, so eg havi altíð fótin kláran á bremsuni. Men guð náði okkum, tá tann, sum situr við rættið, er ein hálvsovandi tannáringur. 

Her er eingin gonguteigur yvirhøvur, og gongubreytin endar í ongum. Hetta er ikki nøkur stór íløga, og heldur ikki tíðarkrevjandi, so vælsignaðu tit, sum varða av, royni at gera okkurt við hetta, heldur í morgin enn í ovurmorgin.

Myndirnar eru tiknar í dagsljósi fyri betri at vísa umstøðurnar. 

Mynd í dagsljósi, har tit síggja hvussu gongubreytin endar í ongum.

Nei, tú eg ummæli ikki longur…

12. juni í ár valdi eg at gevast sum ummælari eftir 28 ár. Hugurin var ikki til tað longur. Men eftir eina konsertuppliving, sum hana eg fekk í kvøld, var hugurin aftur har – í øllum førum eina løtu. 

Men nei, stúrið ikki, slappið bara av – eg byrji ikki at ummæla aftur nú.

Men kanska eg bara hugleiði eitt sindur her í kvøld, her um árskiftið, hetta er jú tíðin har man hugleiður um tað brátt farna og tað, ið stendur fyri durum. 

Bergtekur enn

Eg veit ikki, hvussu ofta eg havi verið á konsert við Høgna Lisberg, tað er heilt óluksáliga ofta, men enn klárar leirvíkingurin at bergtaka. Tað gerst ikki verri av, at hann seinastu árini hevur funnið júst røttu manningina at flyta sín tónleik fram. 

Høgni eigur nakrar av bestu føroysku útgávunum. Eg havi í ummælum kallað Haré Haré, Con Man og Call For a Revolution fyri meistaraverk, og báðar fyrstu útgávurnar Morning Dew og Most Beautiful Things vóru góðar útgávur, líka sum føroyska EP’in EP var. 

Løgini Bow Down og I See God Through You hava bæðið verið brúkt í sjónvarpsrøðum og telduspølum, og Bow Down, man vera eitt tað mest útbreidda føroyska lagið nakrantíð, eftir at tað var við í spælinum NBA 2K11.

Gev mær eitt eykalag

Eg minnist afturi í 2003, eg var vertur í “15 teimum bestu” í útvarpinum. Trummusláarin í Clickhaze setti seg í samband við meg, hann hevði gjørt eina fløgu, og vildi gjarna hava eitt lag á 15 tær bestu. Eg bað hann koma framvið við eini fløgu, so skuldi eg lurta, um okkurt lag hóskaði seg til hetta. Tá hann kom inn á gólvið, spurdi hann, um lagið fór at koma sum eykalag komandi leygarkvøld? Eg royndi at forklára, at eg líka mátti tjekka góðskuna, og um har var nakað, sum var nóg gott. Hann virkaði heilt ovfarin, at eg yvirhøvur ivaðist í góðskuni. 

Well, tá eg hoyrdi fløguna, hoyrdi eg beinanvegin, at hetta var ein sangskrivari við heilt serligum evnum, framleiðsla og ljóðbland vóru eitt sindur so sum so, men gávurnar kundu ikki fornoktast. 


Eg haldi, at tað var lagið “When You Get Home”, ið slapp at royna seg sum eykalag í næstu sending, og tað kom eisini inn á listan, eins og fleiri onnur løg av útgávuni. 

Í vætu, NASA og biografum

Við hesum var mín áhugi vaktur – og síðan tá, havi eg verið á einum ótali av konsertum hjá Høgna Lisberg. Umframt at eg í fleiri umførum hava gjørt samrøður við hann. Eg kundi nevnt eina frálíka góðveðurskonsert á G!, eina seina kvøld konsert á G! 2009, við eini aðrari trio og eina framúr biografkonsert í Keypmannahavn, eina konsert á Meiarínum í Havn, eina konsert á einum dýggjvátum Roskilde Festivali og ikki minst eina fantastiska framførslu á Atlantic Music Event í NASA í Reykjavík. Allar hesar framførslur vóru sera góðar, eins og nógvar aðrar konsertir, ið eg havi upplivað við Høgna.  

Fór kanska ov langt

Men eg minnist eisini eina konsert í Gimle í Roskilde, og eina aðra á G! Festivalinum, báðar í 2005. Hetta var um tað mundið, at onnur útgávan Morning Dew kom út. Bólkurin hevði sera torført við at flyta løgini út á konsertpallin í nøktandi góðsku. Eg minnist, at Jonhard Hammer, ið eg arbeiddi saman við tá, helt meg vera farnan ov langt, tá eg gav ummælinum av konsertini hjá Høgna á G! 2005 yvirskriftina “Høgni Lisberg skuffaði aftur”. Kanska hevði Jonhard  grein í sínum máli. Men samstundis so vísir upplivingin í kvøld av onkrum av somu løgum, hesaferð við rætta bólkinum, hvussu rætt eg hevði. Høgni livdi ikki upp til potentialið tá, men sum tað kennist gott at staðfesta, at tað ger hann nú.

Høgni, Knút og Jan Rúni

Ja, sum mín góði vinur, tónleikanørdur og porkerningur Eiler Sørensen segði í kvøld: “Høgni er nógv betri live enn á fløgu”

Tað sigur nógv, tí fløgurnar eru meistaraligar, men eg haldi at Eiler hevur rætt. Henda trioin: Høgni Lisberg við rødd og á kassagittar, ið eisini virkar sum ásláttursljóðføri, Knút Háberg Eysturstein á tangentum og tøkni av ymiskum slag og rødd og so Jan Rúni Poulsen á trummum og ásláttri – er ómetaliga góð. Teir hava allir framúrskarandi góðan smak, og spæla væl, umframt, at teir kennast og rigga saman. 

Fyrstu ferð eg hoyrdi teir spæla saman við júst hesum setuppinum var á G! fyri nøkrum árum síðan, haldi eg.  Eg hugsaði, at hetta var tað. Endiliga hevði Høgni sett røttu manningina saman. Í Jan Rúna hevur hann funnið ein trummara, ið kann geva tónleikinum tann dynamikk og tað lív, ið hann skal hava, og í Knúti hevur hann funnið gandakallin, ið skapar so stóran part av ljóðmyndini, ikki bert við tangentum og elektroniskum snildum, men eisni við eini rødd, ið gevur løgunum rætta litin.

Knút er eins og Høgni royndur sum frontfigurur, hansara rødd er góð og ljóðar sum eina forsangari, ikki sum ein kórsangari, og tá Høgni sjálvur ofta syngur kórræddirnar á fløgunum og tær ofta virka meira sum dialogur enn sum kór, er tað fantastiskt at kórræddirnar eisini á konsert verða sungnar av eini rødd við forsangara karakteri. 

200, nei 300

Tað er torført ikki at draga paralellir til 200, tá man hoyrir trionina Hogni. Her er eisini rokkur, væl spældur tónleikur, politiskir tekstir, uppróp til kollvelting og enntá eyðkendu rópikórini, ið 200 hevur gjørt til sítt vørumerki. 

Men hetta er ikki 200, og fyri tey eldru, so er hetta heldur ikki Musketerarnir.  Hetta er kanska heldur 300. Skálkabrosið hjá 200 sæðst og hoyrist ikki her. Hetta er ramasti álvari. Tónleikurin er eisini munandi meira fjølbroyttur og ljóðmyndirnar ikki líka einfaldar, her eru fleiri tempo og fleiri løg av tónleiki. Alt sum spælt verður tykist væl umhugsað, og allir partar av ljóðmyndini komponeraðir til at geva løgunum rætta tónan og rætta litin. 

Killer in me

Høgni hevur so ræðuliga nógv løg at velja ímillum, tí er torført at seta saman ein lista við 16 løgum, og velja hvørjar darlingar man skal killa, og fyri ein gamlan fjeppara sum meg, koma altíð at mangla nøkur løg. Men samstundis haldi eg, at skráin var góð, og sett saman á rættan hátt, so stemningur bleiv bygdur up.

At byrja við Killer in Me av Call For a Revolution var djarvt, men riggaði væl, intensiteturin var beinanvegin í topp, og ikki minst samspælið millum røddina hjá Knúti og tí hjá Høgna varð servara frá fyrstu løtu. Lagið er sera intenst, hóast tað ikki telist millum tey villastu hjá Høgna. 

Guð er í kærleikanum

Tað vóru serlig løg av Call For a Revolution, ið fingu pláss fyrstu løtuna, tí eftir Killer in Me kom frálíka lagið Back Against the Wall, um chilenska protestsangaran Victor Jara, ið bleiv píndur og dripin av herinum. Vit sungu við hesa løtuna “There must be some kind a way out of here”. Síðan kom tittullagið á fløguni, protestsangurin, ið átti at verið slagsangur hjá Anti Wallstreetrørsluni, ið saman við okkum kundu rópt: “Raise Your voices and take what’s yours all you anonymous.”

Fjórða lagið legði kollveltingina til viks eina løtu, vakra lagið I See God Through You, her stóð Høgni á pallinum við einum sera inniligum og vøkrum útrykkið, og sang um at missa trúnna, bert Høgni við kassagittari og Knút á tangentunum. Hetta er ein vøkur kærleiksballada, um at hóast trúgvin á himmalin og einglar er mist, so skilir hann, at guð finnist í kærleikanum millum fólk. 

Call For a Revolution er hóast yvir 4 ár á bakið nýggjasta útgávan hjá Høgna, og hon átti ikki færri ein 7 av teimum 16 løgunum, ið Høgni framførdi. 

Fantastiska vakurt

Høgni helt fram í friðarliga sporinum við sveimandi balladuni Under Streetlights av Con Man, áðrenn teir aftur leitaðu til Call For a Revolution og spældu Of Fear to Fear, Justice For All og Things You Need to Work Out on Your Own. Tað síðsta av hesum løgum er fantastiska vakurt, ein nærum Anthony and the Johnson kend sveimandi ballada.

Einasta føroyska lagið á skránnið var Fólkið í Sprekkunum av EP, og var hetta við til at byggja stemningin upp til ein meira lívligan og larmandi part av konsertini. Hetta byrjaði við lagnum How High av Haré Haré, eitt lag, ið vaks og gjørdist eitt slag av jam, ið var so vilt, at eina dama, ið sat tætt við okkum okkum, datt av stólinum, so nógv hon klappaði. 

Settu lív í

Big Personality, Burstin Bubble og Soul Company allir av Haré Haré fingu veruliga sett lív í Reinsaríið, og vístu hvussu væl hesir triggir Høgni, Knút og Jan Rúni duga at rokka. Hetta eru funky løg, og tú kanst illa annað enn vagga við og syngja við. 

Ringt at velja

Tað er løgið at hugsa sær, at fyri 10-13 árum síðan var nógv størsta hittið hjá Høgna, tað kontrikenda Just Dig, men í dag sleppur lagið ikki eingongd upp í part. Heldur ikki nakað lag av fyrstu útgávuni sleppur við, og sjálvt meistaraverkið Con Man fær einans 2 løg við á skránna. Annað av hesum løgum Sea of Mercy slapp at liggja sum ein buffari millum lívligu funkuttu løgini av Haré Haré og endalagið, stóra hittið, ið eisini er av Haré Haré: Bow Down (To no Man). Her var ikki neyðugt hjá Høgna og bólkinum at bukka, tí teir blivu klappaðir skjótt og væl inn aftur, at spæla vakra sveimandi tittullagið av Morning Dew. 

Fantastiskt

Hetta var ein fantastisk konsert, við einum fantastiskum solisti, ið hevur funnið júst tann rætta bólkin at spæla við sær. Hetta er synergi, tá hon er best, saman eru teir so ræðuliga nógv meira enn summurin av einstaklingunum. 

Umheimurin hevur í ein mun varnast Høgna. Hansara løg eru í sjónvarpsrøðum, og telduspølum, men satt at siga, er tað undarligt, at hesin bólkurin ikki spælir útseld stadion kring USA ella Evropa, tí hetta er í heimsflokki. 

Ein av teimum størstu er farin

Føroyar hevur mist ein av sínum mest gávaðu synum og mítt yrkisøkið, samskiftisvinnan, hevur mist ein av okkara størstu, tað er kenslan, ið eg siti eftir við, nú boðini um deyðan hjá Petur Slyne eru sodnaði nakað.

Tað var ein stórur skelkur, tá eg í einum barnaføðingardegi í gjár frætti andlátið. Fyrsti tankin var, at tað ikki kundi passa –  Síðani kom tankin, at ryktini, ið eg hevði hoyrt mitt í vikuni, um at Petur var sjúkur, vóru sonn, og at hetta kanska var ein misskiljing, at hann var sjúkur og ikki deyður. Men so kom hendan tunga kenslan av meiningsloysi. 

Eftir at hava hoyrt ryktini mikudagin, ætlaði eg at skriva til Petur, fáa tey avváttaði, og um ikki, so  bjóða at hjálpa honum við átroðkandi uppgávum, inntil hann aftur var frískur. Men eg visti ikki um eg skuldi órógva, og royndi tí at spyrja onnur, um tey høvdu frætt nakað, men eingin visti nakað. 

Seinnu árini er Petur blivin kendur sum tónleikafyriskipari, og eg minnist eisini, at hann royndi seg sum tónleikara eitt stutt tíðarskeið, fyri skjótt 30 árum síðan. Sum ein av høvuðsmonnunum handan Voxbotn setti hann lív í nógvar túsund føroyingar so seint sum síðsta vikuskiftið, og um tvær vikur er aftur eitt tónleikashow á skránni, ið hann hevur staðið fyri, tá Tórsfest verður í miðbýnum í Havn, eins og vit øll kunnu lurta eftir Voxpop, ið hann eisini stovnaði, millum tiltøkini.

Eg havi altíð vita av Peturi, frá barnaárunum, hann var tvey ár eldri enn eg. Saman við Suna Reinert og øðrum, var hann ein av hesum, sum ein ungur hip hoppari og taggari í Havn sá upp til.

85 dystir fyri besta liðið hjá HB legði man eisini merki til, hóast nógvir av hesum vóru, meðan eg búði í Danmark.

Eg og Petur hava arbeitt saman í fleiri umførum, og fakliga hava vit matchað sera væl. Faktiskt hevur tað verið ordiliga stuttligt. Fyrstu ferð vit ordiliga gjørdu nakað størri saman, var í februar 2014, tá Gudny Langaard á Vodafone setti okkum saman av enduruppfinna talutíðarkortið, nú við data.

Hugskotið var at gera selfie átakið selfie.fo júst sum selfiealdan floymdi um heimin. Saman við einum skemtara, filmaðu vit lýsingarfilmar við fartelefon og koyrdu uppá flatan humor. Hetta var eitt tað stuttligasta lýsingarátakið at gera, ið eg havi verið við til. Vit flentu nógv, ristu uppá høvdið, og hugnaðu okkum, eg, Petur og ON Jon, ið altíð var ON. Úrslitið mugu onnur døma um, men tað var stuttligt at gera.

Eftir hetta komu fleiri onnur átøk fyri Vodafone, og okkurt annað eisini. Eg slapp eisini at hjálpa til við tekstarbeiði til nøkur Voxbotn og nakrar Tórsfestir, umframt okkurt annað samstarv – tað var altíð eitt fornøjlisi at arbeiða saman við Peturi.

Petur var ófatiliga dugnaligur. Ein knasandi góður sniðgevi, góður idé maður og við sera nógvum royndum. Hetta gjørdi hann til ein tann dugnaligasta, ið eg havi arbeitt saman við. Evnini at vita, nær hann skuldi lurta og killa sínar darlingar vóru eisini góð.

Hann var eisini ótrúliga arbeiðssamur og ekstremt kvikur. Eg havi faktiskt ongantíð sæð nakað líknandi. Tað fall honum so nátúrligt at sniðgeva og seta upp, at tingini altíð sóu gott út, eisini um tað var sett upp í stórum skundi, og gjørdi hann sær eitt sindur størri ómak, so var tað sum oftast frálíkt.

Eg minnist einaferð, at eg ringdi niður til Mallorca, hann skuldi havt levera okkurt til Vodafone, og einki var komið fram. – Eg eri næstan liðugur, kemur um eina løtu, segði hann, og millum linjurnar skilti eg, at hann ikki var byrjaður. Men ein tíma seinni lá eitt heilt átak í mailinum.

Hetta er tað, sum royndir, dugnaskapur og góður smakur gera.

Mínir tankar eru við øllum tykkum, sita eftir.

Hvíl í friði Petur, Føroyar eru fátækari í dag.